Ein góð íløga fyri samfelagið

Næstan 3.000 sjúklingar hava síðani 1986 verið á Heilbrigdið á Velbastað. Góðir tveir triðingar av sjúklingunum eru komnir væl frá sínari misnýtslu. Føroyingar drekka ikki verri enn fólk í hinum Norðanlondunum. Alkoholisma er ein sjúka og eigur at verða viðgjørd sum ein sjúka, sigur Ingi Mohr í sambandi við serliga dagin hjá Heilbrigdið

 

Misnýtsla/Samrøða

Leygardagin hin 1. desember kundi Heilbrigdið halda 15 ára føðingardag. Tað var nevniliga fyrsta dagin í desember mánaði í 1986, at tóku seg saman at skipa viðgerðarstovnin Heilbrigdið. Eftir eina væl eydnaða íslandsferð og áhuga fyri at betra um støðuna, gjørdist sjálvsognarstovnurin Heilbrigdið til veruleika. Velbastaðmenn hava síðani tá havt eina fasta bygdarmynd at festa eyguni á.

Hesi fimtan árini hevur starvsfólkið á Heilbrigdið kunnað skrivað sær 2.948 nøvn niður, og hetta gevur 200 sjúklingar á hvørjum ári. Tað merkir aftur, at tað er gott og væl eitt hálvt prosent av øllum føroyingum um árið, sum hava verið á Velbastað til at fáa viðgerð. Av hesum eru 17,5% kvinnur.

-Vit hava havt fólk í so at siga øllum aldri og úr øllum samfelagsligum bólkum. Vit hava sæð bæði høg og lág koma á gátt hjá okkum, sigur Ingi Mohr, sum er leiðari fyri Heilbrigdið. Miðalaldurin er í dag 35 ár fyri tey vitjandi á Heilbrigdið.

Hann velur at kalla Heilbrigdið fyri ein skúla, heldur enn eitt viðgerðarheim, tá ið hann sigur, at tey læra teirra sjúklingar at koma aftur á slætt og ríka seg sjálvan og familjuna. Viðgerðarheimið tekur sær í dag av misnýtarum. Hetta kunnu vera alkohilikarar, men eisini fólk, ið hava eina misnýtslu við harðari stoffum.

Og hetta eru sjúklingar í orðsins rætta týdningi, tá ið alkolisma og onnur misnýtsla eru sjúkur.


Úr Íslandi via Minnesota

Um vit nú byrja frá byrjanini. So er Heilbrigdið sum so mangt annað úrslitið av nøkrum átøkum hjá einkultum persónum.

Ingi Mohr var sjálvur aktivur alkoholikari í 1986. Hann er framvegis sum so mangur annar alkoholikari, men munurin er bert tann, at hann í dag ikki er ein aktivur alkoholikari, t.e. hann drekkur ikki.

Hann gjørdist edrúur eftir sítt síðsta tørn 10. mars í 1985. Áðrenn hetta hevði hann hitt nakrar íslendarar, sum høvdu eitt viðgerðarheim í Íslandi, og hann merkti eisini, at nógv av tí, ið teir søgdur fyri honum, fall á eitt rættiliga turt stað í hansara verð.

-Eg plagi at siga tað soleiðis, um ta tíðina, tá ið eg drakk, at eg drakk meg ikki fullan, eg drakk meg svakan. Hetta vardi so eisini í nógv ár, men eg fór faktiskt yvir til Íslands fyri at læra meg betur at drekka, ikki fyri at halda uppat. Eg varnaðist tó skjótt skriftina á vegginum, og eg havi skulað hildið mær frá at drukkið líka síðani, sigur Ingi Mohr.

Gvøðny Steffanson og Skuli Thoroddson vóru teir báðir íslendingarnir, sum á einari ferð til Føroya vórðu sendir heim til Inga. Hesir byrjaðu eitt skandinaviskt viðgerðarheim í Reykjavík, og teir hevur Ingi eisini havt samstarv við síðani.

Hetta við einum viðgerðarheimi var eisini nakað, ið Ingi, saman við øðrum, helt hóska seg til føroyskt viðurskifti.

Tað var so hin 1. desember 1986, at Ingi saman við Nannu Skála og Jákupi Lindenskov byrjaðu viðgerðarheimið Heilbrigdið. Hetta var sjálvandi nógv ávirkað av íslendskari fyrimynd. Íslendingar nýta tað sokallaða Minnesota modellið, sum hevur verið tað mest roynda modellið kring allan heim. Hetta høvdu amerikumenn við sær til Íslands, og hetta vísti seg at rigga væl.

-Vit hildu, at hetta modellið passaði rættiliga væl til okkum og okkara mentan. Tað byggir m.a. á eina trúðareind, og hetta hevur eisini hóskað væl, sigur Ingi Mohr. Fyri at gleða tey mongu sálarfrøðiáhugaðu, so kunnu vit eisini nevna, at viðgerðin eftir hesum modellinum fyri tað nógva byggir á ástøði hjá Jung.

Tey nógvu viðgerðarheimini kring allan heim, ið byggja á Minnesota modellið, hava øll ávíst samstarv, har tey eisini savnast á ymsum ráðstevnum. Heilbrigdið hevur í dag einamest samstarv við SÀÀ, sum er eitt viðgerðarheim í Íslandi, og Kongens Ø, ið er eitt viðgerðarheim á Sælandi. SÀÀ og Kongens Ø vóru eisini til staðar, tá ið Heilbrigdið skipaði fyri einum tiltaki í sambandi við føðingardagin. SÀÁ hevði eina heiðursgávu við til Heiðbrigdið. Kongens Ø leggur seg meira eftir teimum heilt álvarsamt raktu rúsevnismisnýtarunum. Ingi greiðir frá, at fleiri av teimum viðgerðarheimunum, ið í dag byggja á sama modell, eru undir einum hatta, har tey kunnu njóta gott av royndunum hvør hjá øðrum.

Í samfull fimtan ár hevur Heilbrigdið nú virkað. Tey leggja seg eftir, í tráð við Minnesota modellið, at betra um lívsgóðskuna og etiska virðið hjá tí einstaka.

Ásetingarnar í modellinum merkja eisini, at teir skulu halda til í einum vardum umhvørvi, sum skal liggja eitt sindur uttanfyri miðjaðaran, men allíkavæl so mikið nær, at tað skuldi verið lætt at komið til eitt sjúkrahúsið, um okkurt skuldi borið á, og tílíkar hendingar hava eisini verið hesi árini, ið viðgerðarheimið hevur virkað. Staðið, ið tey valdu, var Velbastaður. Hóast tað var eitt sindur av skeptiskum hugburði millum manna, so hevur stovnurin verið virkin síðani.

Vakra umhvørvið og tey hvítu sethúsini mynda í tað karmarnar fyri virksemið hjá Heilbrigdið. Viðgerðarheimið og tess sjúklingar eru í dag ein natúrligur partur av bygdamyndini á Velbastað.


2/3 og 1/3

-Tað minsti trupulleikin er at seta fløskuna frá sær. Heldur er tað ein trupulleiki at gerast moralskt og í aðrar mátar edrúur, sigur Ingi Mohr.

Tað hava verið 2.948 vitjandi á viðgerðarheiminum, og tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu hesi klára seg undir viðgerðini og eftir.

Tá sjúklingarir koma inn til viðgerðarheimið, er steðgurin kanska nakrar vikur, har sjúklingarnir verða hildnir ígongd allatíðina. Umleið helmingurin av teimum vitjandi klára seg við einum viðgerðarumfari, stívliga 16% mugu hava fleiri viðgerðarumfør, men klára seg tó. Tann írestandi triðingurin er ikki nakað at gera við, greiðir Ingi frá. Lagnan hjá hesum hoyrir ikki til tær mest vøkru. Tað mest vanliga er, at alkoholikarar doyggja millum 48-56 ára aldur.

-Alkoholisma er í dag ein stór deyðsorsøk, hóast hetta kanska eitur okkurt annað í hagtølunum, sigur Ingi Mohr.

Á Heilbrigdið leggja tey seg eftir at menna hvønn einstakan sjúkling. Tey fáa ikki møguleika at vera í sambandi við umverðina gjøgnum fjølmiðlar ella annað.

Sjálv innleggjanin og útskrivingin verður løgd til rættis av lækna, sum eisini tekur tær stóru avgerðirnar. Sálarfrøðingur er eisini knýttur at stovninum. Viðgerðarhættirnir fevna bæði um fyrilestar, bólkaviðgerð og einskaklingaviðgerð. Tað verður lagdur stórur dentur á tað andaliga eins og tað verður lagdur dentur á tað likamsliga, har sjúklingarnir fáast nógv við at venja likamið. Tað starvast níggju fólk á Heilbrigdið, og hetta umfatar bæði kokkar og læknar. Tað er so avgjørt eisini tørvur á fleiri starvsfólkum, skuldu vit líka heilsa og siga.

Tað, at so mikið nógv av fólkið hava verið á viðgerðarheiminum á Velbastað, merkir sjálvandi eisini samfelagið, tá ið tað ikki er ókeypis at reka ein tílíkan stovn sum hendan.

-Tær krónurnar, sum landið leggur í Heilbrigdið, eru ein framúr góð íløga, tí eftir viðgerðina, so spyrjast nógvir skattgjaldarar og ábyrgdarfullir borgarar burturúr. Høvdu teir ístaðin verið verandi sjúkir av alkoholismu, so høvdu tey øll savnast sum sosialir klientar, sigur Ingi Mohr.


Mentan

Sum áður nevnt, so hóskar Minnesota modellið væl til mentanin í Føroyum. Tað er eisini í sambandi við mentanini, at vit skulu finna fleiri av orsøkunum til alkoholismu.

Hagtølini siga okkum, at tað er eitt sindur knýtt at landafrøðini, hvar vit finna teir flestu alkoholikararnar. Eitt nú í Italia siga hagtølini, at tað er bert eitt prosent av teimum, sum byrja at drekka, ið útvikla alkoholismu. Í Norðurlondum er støðan ein onnur, og her liggur talið um tey 10%, sum útvikla eina misnýtsla, eftir at tey eru byrjaði at smakka sær á. Talið á føroyingum, sum gerast misnýtarir, er ikki hægri enn í hinum Norðanlondunum.

-Ein frágreining upp á hví so er, hon er, at hesi londini við Miðjarahavið og har um leiðir eru meira siviliserað, og harvið duga betri við at drekka, sigur Ingi Mohr.

Summum pørtum av heiminum hava vit sæð, at alkoholikarar heilt einfalt hava útruddað seg sjálvar, tá ið hetta við misnýtsla veruliga hevur fingið ferð á seg í ein so stóran part. Eitt nú upprunafólki í Avstralia hevur í dag stórar trupulleikar við tí, at teirra misnýtsla er voksin so ovurhonds nógv.

-Ábyrgdin liggur hjá tí einstaka, men tað slepst ikki undan at viðurkenna, at rúsdrekka er komið við okkara dagligu mentan, sigur Ingi Mohr.


Sjúka

Alkoholisma er eitt rættiliga kent evni millum manna, men er eitt av teimum tabu líknandi evnunum, sum fólk flest plaga at goyma burtur.

Tá vit spyrja eftir, hvat alkoholisma er fyri nakað, so er tað ikki nakað einfalt svar.

-Vit meta, at alkoholisma er ein sjúka, ið ber til at viðgera. At tað er sjúka, er ikki nakað, ið vit hava funnið upp á. Bæði WHO(World Health Organisation,blðm.) og aðrir kendir felagsskapir meta alkoholismu sum eina sjúku, sigur Ingi Mohr.

Tað, at alkoholisma er ein sjúkan, eru tað tó ikki øll, ið taka undir við, men hetta gerst meira og meira tann vanliga fatanin.

Tá tað kemur til at definera sjúkuna ella eyðkennini, so er tað heldur ikki her nakað einfalt svar. Tær flestu niðurstøðurnar byggja á, at tað sjúki missir tamarhaldið, og eftir hetta ber ikki til at venda aftur. Sviar hava eina rættilig greiða fatan av, hvat alkoholisma er. Teir siga, at ein alkoholikari er ein, ið drekkur óvanligt.

Sosialurin ynskir Heilbrigdið til lukku við degnum.