Skammlop orsøk til royk á Strond

Sunnukvøldið, var skammlop í generatorinum í bingju 3. Hetta elvdi til ógvusligan hita, sum fekk leidningar og vindingar at smelta og hesum stóðst roykur av.

Tá kontrollrúmið tendraði tiltaksbingjurnar á Strond sunnukvøldið, var skammlop í generatorinum í bingju 3. Hetta elvdi til ógvusligan hita, sum fekk leidningar og vindingar at smelta og hesum stóðst roykur av.

Sløkkiliðið í Norðoyggjum kom á staðið, men tað var ikki neyðugt at sløkkja, SEV fólk fingu skjótt loyst trupulleikan.

 

Bingjan sjálv og motorur fingu  ikki skaða, og arbeitt verður við at fáa til vega nýggjan generator.

 

Bingja 1 og 2 eru virknar.

 

Hetta skrivar SEV á sev.fo.