hetta óvanligt, tí vit hava eina hugsan um, at list er eitt objekt, sum tú kanst keypa og taka við tær heim. Myndlist kann eisini vera ein uppliving, sum er nakað annað. Slíkur hugsunarháttur er ikki óvanligur [...] umráðandi. Skal nakað dygdargott koma burturúr, so er umráðandi at leggja tíð og orku í arbeiði, greiðir hon frá. Tá tú søkir starvsløn, er tað til ávísar verkætlanir. Tá Hansina søkti um starvslønina, so [...] koma alla tíðina, hóast eg ikki veit, hvat eg geri um tvey ella trý ár, sigur hon. – Eg havi arbeitt við listini seinastu 25 árini, men verkætlanin heldur fram endaleyst. Um eg fái stuðul ella ikki, so haldi
hyggur rundan um seg. Altso, ein møguleiki at eygleiða lívið uttan at verða noyddur at spæla við? - Tað kanst tú siga. Kanska hevur hesin longsulin eftir lívinum saman við óttanum fyri at taka um tað fylgt [...] eisini dømi um, hvussu høvundurin við støði í ítøkiligum hendingum roynir at fevna um alheimsligar kenslur. Ella kreftir, sum til dømis í yrkingini ”Golgata – morðið á Jim Kerr”, ið er um morðið á ein [...] sum ikki eru heilt ókendar um okkara leiðir, sigur Hanus Kamban, sum eisini aðrastaðni í savninum vísir seg sum sera bersøgnan viðmerkjara til okkara tíð – ella tíðarandan, um tú vilt. Tómir eggjakoppar Serliga
røddin var á markinum til at knekka, og andlitsbráið á Anna Mariu sá út, sum um hon visti tað, og bað um umbering. Um tað er nakað, sum telir niður, so er tað ein sangari, sum ikki sær sannførandi út. Ólavur [...] hevði sungið eina løtu, áðrenn man fyrstu ferð hoyrdi hana. Um hetta var orsakað av ringari mikronstýring, ella um ljóðmaðurin átti feilin, veit eg ikki. Men hesin trupulleiki var afturvendandi í framførsluni [...] frásøgumaðurin var herligur, við síni gøtudonsku dialekt og frálíku frásøgnum um yrkjarar og listarfólk annars. Tó var eingin ivi um, hvør var stjørnan á kvøldinum. Tá Hanus kom á pallin varð klappað, bríkslað
i enn tú megnar at standa ímóti? Eg veit, at tað eru nógv fólk, ið ikki halda, at happing er nakað, sum eigur at verða tikið í so stórum álvara. Men tað eigur hon! Eg veit í hvussu so er, at um sonurin [...] tann gentan. Nú, eitt ár seinni, eri eg vorðin forvitin. Eg hugsi ofta um, hvat man vera hent í tí føroyska fólkaskúlanum síðan. Er nakað hent yvirhøvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og verður vent í einum [...] Alt tað, ið hevði nívt meg, kom út. Eg fekk eisini ráð frá fólki um, hvussu eg skuldi koma upp undan aftur. Millum annað lærdi eg um, hvussu eg skuldi arbeiða við kenslunum og koma víðari á leiðini. Hetta
og vit eru um at skrædna av spenningi. Men fyri hetta lítla landið var tað best, um partarnir samdust um nýggjar politiskar spælireglur fyri Føroyar. Tað er ongin meining í at kappast, um vit ikki eru [...] gjørligt at semjast heldur um nakra nøktandi loysn fyri allar partar. Men, í Føroyum? Vit eru øll so hjartaliga samd um, at Føroyar eru eitt land, føroyingar fólk og tjóð. Semja er um, at vit kunnu fara okkara [...] neyðugt at tengja hesa breiðu semjuna um tað ríkisrættarliga og tað stýrisskipanarliga at semju um øll onnur mál. Grindatunnupolitikkurin Hví ber so ikki til at semjast um hetta, fáa pappír uppá hesa semjuna
klump í hálsin. Um tað nakrantíð var nakar ivi, so er hann ikki ta løtuna. Okur føroyingar! Og nú okur savnast um og undir Merkinum. Nú hornorkestrið spælir „Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð [...] ímillum okum og hini. Ímillum vinir og fíggindar. Fløggini siga okum jú nakað um, hvørji okur eru – og líkaso nógv sigur tað nakað um, hvørji okur IKKI eru. Undir krígnum var Merkið nýtt fyri at taka frástøðu [...] gongu um fjøll. Og einki Merkið veittraði honum blídliga vælkomnum heim, tá ið hann loksins sá omanyvir heimbygdina. Einki Merkið var, tí hann hevði jú fyrsta Merkið við sær. Eingin har visti nakað um tað
verið um, síðan eg dugdi so frætt at skyna á, at eg skilti orðini. Nú verður hann skoðaður við egnum eygum. Og so er stóri spurningurin, um ímyndin svarar til veruleikan. Og tað ger hon ikki. Í orð-um og [...] havt við sær og sett her at brenna. Tey kunnu keypast uttanfyri. Tað ræður um ikki at sljáa høvdið í alt upphangið, meðan tú gongur gjøgnum gongina, har ilin var duravørður, tá maria Magdalena kom at hyggja [...] nógv hasar dagarnar, sum vit ikki fáa svarað til fulnar kortini. Vit vita, hvat vit halda um tað, og halda so fast um tað. Tað er, sum maðurin segði á sinni, at »....det går over min forstand og langt ind
farið at skýma. Regnið sílar beint niður úr loftinum. Einki er, sum órógvar. Heldur tú. Og so er knappliga eitthvørt har, tú bara líkasum fært varhugan av. Hoyrir tað ikki, men merkir, at nú skal farast at [...] Kvígandali. Men hygg, um tey, sum koyra norður á endan, tíma at ganga tann teinin, sum eftir er. Nei. Tey venda aftur, tey flestu. Onkur ómakar sær oman í ánna við børnunum at vita, um onkur maðkapirra er [...] ganga fram við vatninum. Tey um tað. So mikið meira er til okkum, sum tíma at gera túrin. Og tann sum tað ger, verður ikki svikin. Men her verður ryggsekkurin smoygdur um akslarnar. Tráðurnar er best at
verður tann síðsti stóri hjá honum í Gundadali. ? Tá tú hevur verið leingi í einum felag, so hugsar tú nógv um hvussu tað verður við framtíðini, men um tað bara fer at ganga soleiðis, sum eg ætli akkurát [...] heilt víst? ? Sum eg segði, so er hetta ætlanin hjá mær. Men av royndum veit eg, at tú skalt ikki vera ov avgjørdur, tá tú sigur nakað, so vit fáa at síggja, hvussu tað fer at laga seg, men hetta er í hvussu [...] mest avgerandi dystinum um FM tað árið skoraði eitt frágera gott mál upp á langskot. Tað var tá klaksvíkingar á heimavølli vunnu 3?0 ímóti B36. Tá vit tosa við Herley Bertholdsen um stóru avbjóðingina í morgin
sjálvt um hetta ikki var til viðgerðar á leikarafundinum, at um ikki venjarin varð koyrdur í stundini, fóru teir ikki til í Klaksvíkar at leika (23/6).!!!!! HVÍ hava leikararnir ikki biðið um fund, um støðan [...] at tagt. Mínir tankar um ungdómsdeildina hava altíð verið høgir, og mín hugsan var (og er): verður tú føroyameistari í 1. deild hjá monnum, hevur tað eina øgiliga ávirkan rundan um teg. Kanska serliga fyrstu [...] endaðu í 3. deild. Tað tykist ikki, sum vit hava lært nakað av tí, sum hendi tá. Nei og aftur nei, tí í VB og rundan um VB eru ov nógv - "je veit alt". Má eisini venda aftur til Jóansøkurøðu mína ár 2000