Royndastu menninir á oddaliðnum í føroyskum fótbóltir, eru Jan Joensen, sum er liðformaður, og Harley Bertholdsen, sum ofta hevur verið talsmaður hjá klaksvíkingum og sum er varaliðformaður.
Harley Bertholdsen snoddaði longu í 1988 til 1. deildarfótbólt, í 1990, tá John Kramer var venjari hjá KÍ, var hann nógv við, og síðani 1991, tá KÍ, við Peturi Mohr sum venjara, vann FM fyri sekstandu og higartil síðstu ferð, hevur Harley verið fastur maður á besta liðnum, og fótbóltshugað komast ivaleyst enn við tiltikna málið, sum hann skoraði, tá KÍ í mest avgerandi dystinum um FM tað árið skoraði eitt frágera gott mál upp á langskot. Tað var tá klaksvíkingar á heimavølli vunnu 3?0 ímóti B36.
Tá vit tosa við Herley Bertholdsen um stóru avbjóðingina í morgin í Gundadali, sigur hann okkum, at tað er sannlíkt, at dysturin í morgin verður tann síðsti stóri hjá honum í Gundadali.
? Tá tú hevur verið leingi í einum felag, so hugsar tú nógv um hvussu tað verður við framtíðini, men um tað bara fer at ganga soleiðis, sum eg ætli akkurát nú, so fari eg ikki at spæla fótbólt á so høgum støði komandi ár, sigur Harley Bertholdsen.
Stórur munur á
Harley Bertholdsen, sum rekur málingahandil í Klaksvík, heldur, at tað er stórur munur á, hvussu fótbólturin verður rikin í Føroyum nú og fyri sjey árum síðani, tá hann var við til at vinna einasta FM heitið, sum KÍ hevur vunnið í hansara tíð.
? Tá spældu vit við einum spildurnýggjum liði, og tað var luturin hjá venjaranum at brúka tað fólkið, sum møtti til venjingar. Nú er tað púra øðrvísi. Leiðslan í felagnum metir um, hvørji pláss á liðnum tað er neyðugt at fáa nýtt fólk til, og so verða nýggir spælarar fingnir til felagið, og eg haldi, at leiðslan í felagnum hevur verið heppin í valinum av útlendskum spælarum.
Harley Bertholdsen staðfestir eisini, at tað er stórur munur á, hvussu nógv tíð verður brúkt upp á fótbóltin nú, sammett við fyri átta árum síðani:
? Eg havi ikki roknað uppá, hvussu nógva tíð vit hava brúkt uppá fótbóltin í ár, men eg veit, at tað er kanska eins nógv og teir brúka í feløgum, har spælararnir eru fulltíðar yrkisspælarar.
Hesin veruleikin er orsøkin til, at Harley nu ætlar at leggja skógvarnar á hillini.
Er tað nú heilt víst?
? Sum eg segði, so er hetta ætlanin hjá mær. Men av royndum veit eg, at tú skalt ikki vera ov avgjørdur, tá tú sigur nakað, so vit fáa at síggja, hvussu tað fer at laga seg, men hetta er í hvussu so er ætlanin hjá mær.










