Hygg bert eftir Jákup Boga Joensen í Dimmu - hann kundi næstan ikki virka, so spentur var hann at frætta um fleiri trupulleikar í VB. Ein sera løgin háttur at bíða í spenningi eftir teim næstu ringu tíðindunum. Man hann verða líka spentur, um onkur nýggj sjálvsmorðsbumbuatsókn er framd í Jerusalem í morgin - har helst fleiri enn 40 skulu doyggja? Eg spyrji bara. Hetta sigur ikki so lítið um henda tíðindamann. Støðið á hansara ítróttartíðindaflutningi talar eisini fyri seg - sum maðurin segði - Guð forbarmi seg.
Kann ikki siga annað enn, at tað sló meg fyri bróstið, tá eg las greinirnar hjá ítróttarsnillinginum í Dimmu. Í 5 Dimmum ( 13/6 - 20/6 - 28/6 - 29/6 - 2/7 ) viðger hann venjaran, Dragan Kovacevic, uttan eina einastu ferð at tosa við hann. Tað er langt ímillum, ein sær nakað so óseriøst fest á blað. Hann viðgjørdi málið - sum um tað var eitt stórmál - og tosaði bert við onkran ónøgdan (avsettan?) leikara og restin vóru gitingar (ill-!!).
Hví tosaði hann ikki við onkran, ið varðaðu av dreingjaliðnum ella unglingaliðnum, so kanska hann hevði funnið útav, at alt ikki var av skriðini til. Onkur hevur tutlað honum í oyra, at í VB er kaos, og góðtrúgvin, sum hann er, beit hann á, og hevur verið krøktur síðani. Viðmerkingar hansara tala fyri seg: "Tað telur rætta vegin, at teir "burturvilstu" eru við aftur (og venjarin farin?)" - "tað hevur gingið spakuliga framá - serliga eftir venjaraskifti" - framá í hvørjum??? Málskjóting??!!. Jú, men....lagið og moralurin er betri á monnum. Ja, lat gå - tað er umráðandi, men.........kanska hæddarpunktið er, tá teir hava tað líka so stuttligt sum í 4. deild. Tað er verunliga stuttligt, eg havi verið gjøgnum alla mylluna - og eitt sindur afturat, men er málið ikki at at verða millum 3 tey ovastu liðini??
Tá steypafinalan hjá unglingunum var á Tórsvølli, gekk hann har og hoppaði (altso - Jákup Bogi)- hann gjørdi onga roynd at tosa við Dragan Kovacevic, men dagin eftir stóð at lesa í Dimmu, at Dragan Kovacevic framvegis var venjari VB´s, men nú bert í unglingadeildini. Hetta var tó so spennandi, at hann enn einaferð fór bíða í spenningi eftir næsta leiki. Týsdagin (2/7) komu - vónandi - hansara síðstu viðmerkingar... "Nú er Dragan Kovacevic (endiliga?!!) farin av landinum".
Haldi, at klókskapurin hjá teimum, íð úttala seg - er út av lagi stórur, at teir háða arbeiðið venjarans, soleiðis, at tú sitir eftir við, at hann ongar dygdir hevur, men sjálvandi skal tað negativa fram - hitt nyttar einki. Eg haldi, at Dragan Kovacevic vísti okkum øllum, hvussu stóra virðing hann hevði fyri ungdóminum og unglingunum - hann var akkurát vrakaður - at hann var við teimum á Tórsvølli. Bert spell, at tað ikki eydnaðist at vinna finaluna - rómurin hevði sum altíð verið stórur í Vági, men hvussu hevði nevndin og kanska nøkur viðhaldsfólk heiðra venjaran ? - Kanska givið honum eitt herðaklapp í kjallaranum, meðan veitsla var í erva í VB húsinum ? Kanska kom tapið væl við hjá fleiri. Veit bert, at urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur stelkurin stinni.
Øll, sum hava verið í VB í áravís, vita, at eitt er at spáa, annað er at ráða, og vit vita eisini, hvussu mong og strong vónbrotini hava verið, men tað er svikalig eydna at geva manni, at hann ikki slapp at siga sína hugsan, áðrenn dómurin fall. Er hetta ikki at rána sær megi við eitt slag av yvirgangi og vápnamegi ? Í fleiri vikur ynskti Dragan Kovacevic fund við starvsnevndina, har hann skuldi greiða teimum frá, hvørjar ætlanir hann hevði fyri framtíð VB´s - líka frá minipiltum til 1. deild, menn. Men ongantíð komu fundarboðini - ongantíð fekk hann fund við starvsnevndina. Ongin áhugi var at lurta eftir hesum seriøsa manni. Henda mann, sum vit "lokkaðu" til Føroya - til Paradísið Vág, til "serious people and serious club with big ambitions". Hesin skilamaður fekk skomm, skitna løn og fótin í reyvina aftur til Jugoslavia.
Ein situr eftir við einari løgnari kenslu - at slíkar avgerðir kunnu takast bert við luttøku av nøkrum nevndarlimum, og uttan at málið verður viðgjørt. 1. deildar leikararnir hava ongantíð biðið um fund við formannin ella við fótbóltsdeild VBs. Ongantíð. Hvar hava spælaraumboðini verið - tað sæst í Dimmu (25/6), at alt hevur koyrt av skriðini til ???? Kanska hevur tað verið ætlanin, at alt skuldi koyrast fast!!!. Heimkomin úr summarfrí, bað formaðurin (ikki leikararnir) um fund saman við 1 limi úr starvsnevndini (av 5) og 2 úr fótbóltsnevndini (av 5) við 1. deildarhópin (onskvøldið 19/6), og eftir fundin høvdu hesir somu nevndarlimir fund við spælaraumboðini, og hesir søgdu nú, sjálvt um hetta ikki var til viðgerðar á leikarafundinum, at um ikki venjarin varð koyrdur í stundini, fóru teir ikki til í Klaksvíkar at leika (23/6).!!!!! HVÍ hava leikararnir ikki biðið um fund, um støðan var so ótolandi? Tað er jú fótbólts- og starvsnevndin, ið skulu viðgera/ loysa trupulleikar.
Nú skuldi ein trú, at nevndin tók málið í størsta álvara. At fáa slíka hóttan krevur, at tú ikki loypir framav. Ongi stórtap høvdu verið, marginalarnir vórðu tíanverri ikki við okkum. Men gakk..... kravið var tikið til eftirtektar beinanvegin - uttan at málið varð viðgjørt.
Sjálvur eri eg limur í fótbóltsnevndini, men tað sýnist, at mítt vinalag við venjaran var ein forðing fyri, at eg varð boðsendur at viðgera málið. Eg luttók ikki á fundinum við leikararnar, men avtalað varð, at formaðurin skuldi ringja, tá leikararnir fóru. Sjálvt um eg bíðaði til eftir miðnátt, kom fundarboðini ongantíð - og tey eru ikki komin enn. Tveir triðingar av starvsnevndini vóru kunnaðir gjøgnum telefon - Hví var tað so umráðandi hjá nøkrum nevndarlimum at ganga sneisaørindir fyri nakrar leikarar? Hví skuldi venjarin ofrast á náttartíð????. Hvat við hansara sjáldsama stóra áhuga og væla arbeiði við unglinga- og dreingjaliðnum ??? Hesin áhugi er kanska ikki sæddur fyrr her hjá okkum. Teir trupulleikar, sum leikarar søgdu seg hava, hví vórðu teir ikki viðgjørdir ?? Hví varð mítt vinalag við venjaran ikki brúkt positivt? Hví verður tað skotið mær í skógvarnar í tíð og ótíð, at eg royndi at halda hondina yvir venjaran? Eg havi aldri, aldri upplivað slíkan óseriøsitet.
Var eg á fundi, hevði eg aldri gingið við til at ofra venjaran, uttan at starvsnevndin varð samankallað. Sjálvandi hevði starvsnevndin tosað við bæði venjaran og leikarar, fyri at roynt at komi naggatódnini til lívs. Men gakk....eftir "stuttan" fund - frá uml. 22.00 - 00.30 varð avgerðin tikin.
Fýra (av 5) starvsnevndarlimir vóru als ikki á fundi, men kunnaði gjøgnum telefon ..............
eg meini tað!!!!!! Hvussu kundu tey ganga við til hetta? At avhøvda mannin, sum hevði fortreytirnar til eina gylta framtíð? Vónandi hevur onkur ringan smakk í munninum.....
Illviljin frá nøkrum hevur borið frukt, og á odda fyri hesum illviljanum gingu onkrir, sum avgjørt áttu at tagt.
Mínir tankar um ungdómsdeildina hava altíð verið høgir, og mín hugsan var (og er): verður tú føroyameistari í 1. deild hjá monnum, hevur tað eina øgiliga ávirkan rundan um teg. Kanska serliga fyrstu ferð og harafturat á eini útoyggj. Hetta hendi fyri okkum í 2000. Árið eftir vann dreingjaliðið FM og harafturat vann 3. lið deildina - bæði í stórum stíli.
Hvat er hetta, sum er hent í ár? Hví endaði samstarvið við Dragan Kovacevic so brádliga - ja, á náttartíð, meðan starvsnevndarlimirnir svóvu?
Fyri fyrstu ferð eydnaðist okkum at fáa fatur á einum venjara í serflokki eftir okkara mátistokki. Alt sítt lív hevur hann fingist við fótbólt. Hann hevur verið professionellur leikari í 2. deild, síðani hevur hann verið venjari í áravís. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving og bert havt góð og frálík úrslit at vísa á. Eisini er 13 ára gamli sonur hansara so evnaligur fótbóltsleikari, at hann leikar á tí jugoslaviska u14 landsliðnum.
Jugoslavia var eisini ein sera framkomin fótbóltstjóð, íð var fyrimynd fyri kanska alla fótbóltsmentan yvirhøvur og Dragan Kovacevic hevur m.a. verið ráðgevi fyri vaksnamanna- og ungdómsvenjarar, so hann er ikki ein og hvør.
Mínir dreymar, um at fáa sett skjøtil á eitt framkomið ungdómsarbeiði, sóu dagsins ljós ( hatta við "milliónin til ungdómin", nú varð tað kanska møguligt fyri ein lítlan penga ). Longu tíðliga var eg greiður yvir, at hetta var ein framtíðarmaður - og enn havi eg ikki broytt støðu.
Men Dragan Kovacevic var her bert fáar vikur, so byrjaði grenjið. Tað vaks meir og meir. Fólk, sum ongantíð hava vant eitt pinkulið, ætlaðu sær at seta dagsskránna..... vit lesa í Dimmu og í leikskráum, at.. "maðurin hevði ikki skil fyri at venja" .... "sigur seg hava 20 ára royndir, tað hava vit onki sæð til "...... " eg havi tosað við hann um, at venjingin er vánalig, men hann lurtar ikki eftir mær (!!!!) - hevur latið evnaríkan leikara sitið á beinkinum"...(løgin viðmerking, tí allir stjørnuspælarar hava sitið har) ..!!!! Nú týsdagin (9/7) var aftur ein viðmerking í Dimmu - " onki skil var á, men hygg nú, nú er spælið nógv betri, (kanka millum linjurnar, "men vit fáa ongi mál")" - sanniliga, hvar er broytingin? Tað mugu vera nógvir dystir, hann ikki hevur sæð, og nakrir har hann hevur verið í ringum lag. Ein fær næstan varhugan av, at hetta er fyrsti venjarin, íð VB leikarar hava verið ónøgdir við. Nei, so er als ikki - hetta er bert tann seinasti í røðini. Hvørja ferð úrslitini ikki laga seg, so byrja nakrir at knarra - við hjálp frá ávísum áskoðarum.
Nei, í mínari verð er tann afturvendandi trupulleikin í VB, at gyrðingin um dunnuhylin er vaksin, heldur enn minkað. Ongin "fremmandur" skal koma til Vágs og fáa røring í "hylin", hóast tað í stuttum bert snúi seg um at greiða okkum frá, hvussu ein við smáum broytingum kann fáa úrslit.
Ikki er so løgið, at ein prof. venjari noyðist at tosa um broytingar - meðalaldurin á 1. deildarliðnum nógvar dystir var (er?) omanfyri 30ár (!!), og tað átti ikki at undra nakran, at útskiftingar fara fram. Úrslitini skulu nokk koma - ikki í dag, heldur ikki í morgin, men tey skulu nokk koma. Øll, eisini vágbingar, vita, at neyðugt er at vera dissiplinerður, um tú ynskir úrslit, men her vóru nakrir, íð ikki góðtóku hansara venjingarhátt og høvdu ikki tíð at bíða, og tað fer at kosta VB dýrt - ikki fortíðini, ikki nútíðini, men í framtíðini, at nakrir nevndarlimir hava sparkað alla menning skeivan veg. Sjálvur havi eg ikki gloymt 1981 og 1982, tá vit endaðu í 3. deild. Tað tykist ikki, sum vit hava lært nakað av tí, sum hendi tá. Nei og aftur nei, tí í VB og rundan um VB eru ov nógv - "je veit alt".
Má eisini venda aftur til Jóansøkurøðu mína ár 2000, har eg millum annað var inni á, at tíðin vit liva í er eins og áarstreymur - hann ber alt við sær - bæði líkt og ólíkt. Tað ræður um at taka tað, sum virði er í og sum kann verða stuðul á framburðsleið, men eisini ræður um at lata tað skaðiliga liggja, so tað rekur víðari - og tekur eingin tað upp, so vil tað at enda rotna og søkka og tá hevur tað fingið sítt verunliga pláss. Tað eru fólk, sum kunnu kveikja og slóa fyri, íð vit hava brúk fyri til framtíðina - her hugsi eg um ungdómin - tey spegla sær í tí viðurkenning og eldhuga, sum tann vaksni sýnir felagnum - tey mynda ungdómsins mynd av sær sjálvum og geva honum eina trygga kenslu av at vera virðismikil. Hetta gevur sjálvsvirðið og er sum eitt akker, tá brotasjógvarnir koma. Slík ítróttarfólk fært tú bert alt upp, um tey kunnu ímynda sær tey positivu - við "visiónum" og ikki tey illviljaðu, íð bert hugsa um seg sjálvan - forlanga lítið av sær sjálvum, men málrættað klára at krógva seg aftanfyri sína ómegd.
Tað harmar meg ómetaliga nógv, at hesi orð eru fest á blað, men enn harmari eri eg um viðferðina, Dragan Kovacevic fekk, men tað, sum harmar meg allarmest, er, at okkara undómsarbeiði hevur fingið eitt øgiligt skot fyri bógvin. Eg eri bangin fyri, at her eru ov nógv fólk, sum halda, at gott arbeiði og góð úrslit koma av sær sjálvum. Nú hevur so onkur av hesum møguleika at sýna nakað og roknað verður við, at hesi, sum krevja nógv av øðrum, megna at krevja eitt lítið sindur av sær sjálvum.
Lívið er so margfalt og spinnur so mangar træðrir við ymiskum litum, hvør av hesum ber sín dám. LIVST SO SPYRST.