Hanus Kamban tekur um lívið

Lívið er framvegis ein gáta. Men heldur enn bara at leingjast eftir tí ella skúgva tað frá sær, tekur rithøvundurin Hanus Kamban fast um lívið og tilveruna í sínum fyrsta yrkingasavni, Café Europa, sum kemur út í morgin

 

Vit hittast á eini kafé. Sjálvandi. So er rætti karmurin settur fyri bæði einum práti um hansara fyrsta yrkingasavn, Café Europa, og aðaltáttin í stórum parti av skaldskapinum hjá rithøvundanum Hanusi Kamban. Hann viðgongur enntá at hava skrivað heil stuttstøgusøvn á kaféum ymsastaðni kring heimin.

Hanus Kamban lenar seg afturá í djúpa stólinum. Er í sínum rætta elementi onkursvegna.

- Tað er hendan kenslan av at vera partur av yðjandi lívinum og allíkavæl sleppa at sita í friði einsamallur, sum mær dámar so væl við kafélívinum, sigur hann og hyggur rundan um seg.

Altso, ein møguleiki at eygleiða lívið uttan at verða noyddur at spæla við?

- Tað kanst tú siga. Kanska hevur hesin longsulin eftir lívinum saman við óttanum fyri at taka um tað fylgt mær frá byrjan sum rithøvundur. Í so máta vóni eg, at hava savnað neyðuga dirvið til, at hetta savnið kann verða byrjanin til nakað nýtt. 



Á botn – og uppaftur

Dirvið vantar í øllum førum ikki í øllum í nýggja savninum. Neyvu eyðleiðingarnar eru har framvegis, men nú bíta tær seg fast og trároyna kensluna, til hon má røkka ella støkka. Oftast røkkur hon, men ikki fyrr enn komið er heilt á botn. Eitt nú í yrkingini ”Samrøða við myrkrið – trimum smádreingjum in memorian”, sum tekur brókatak við eina sorg so stóra, sum fá kunnu ímynda sær.

Hóast hann helst vil lata onnur um at tulka sínar yrkingar, minnir Hanus Kamban á, at júst hendan ikki steðgar í konfrontatiónini við deyðan.

- Fyri at kunna leggja eina hending ella kenslu burtur, mást tú fyrst taka hana fram. So bara tað, at yrkingin er skrivað letur kanska upp fyri nýggjari meining – eina løtu, í hvussu er.

Yrkingin ”Samrøða við myrkrið” er eisini dømi um, hvussu høvundurin við støði í ítøkiligum hendingum roynir at fevna um alheimsligar kenslur. Ella kreftir, sum til dømis í yrkingini ”Golgata – morðið á Jim Kerr”, ið er um morðið á ein ungan samkyndan mann.

- Eg kendi Jim Kerr, og veit framvegis ikki, um hann var samkyndur. Men tað bleiv sagt at vera orsøkin til, at hann varð álopin og dripin á gøtuni. Jim bleiv ikki dripin í Føroyum, men onkursvegna fekk hansara atburður provokerað fram nakrar kenslur í álopsmonnunum, sum ikki eru heilt ókendar um okkara leiðir, sigur Hanus Kamban, sum eisini aðrastaðni í savninum vísir seg sum sera bersøgnan viðmerkjara til okkara tíð – ella tíðarandan, um tú vilt. 



Tómir eggjakoppar

Serliga væl liggur tað fyri hjá høvundanum, tá spei verður amboðið at siga ein sannleika ella báðar tveir. Ikki minst í yrkingini ”Tíðarprinsar”, har smartir mappudreingir við teirra ’konseptum’ og ’branding’ og ’synergieffektum’ verða latnir úr, til bara nakrir ’útblástir eggjakoppar’ liggja eftir.

Hóast Hanus Kamban viðgongur, at hann brúkti lutfallsliga stutta tíð at skriva yrkingina, endar hon við at fylla rættiliga nógv í prátinum eina løtu. Ikki so løgið kanska, tí sambært høvundanum hava ’tíðarprinsarnir’ serliga góðar dagar í Føroyum beint nú.

- Teirra serøki er jú at skora bílig poeng í eini ótryggari tíð, har tað er serliga freistandi at leita og lurta eftir løttum loysnum. Og sjálvt um teirra loysnir ferð eftir ferð vísa seg at verða tómar sápubløðrur, eru teir framvegis altíð klárir. Ein kann bara undrast yvir, at teir ikki hava størri sjálvkritiskan sans, grunar høvundurin.

Tíðarprinsarnir eru bara ein útgáva av mongu sjálvsupptiknu sálunum, sum ferðast gjøgnum Café Europa og royna at fóta sær sum frægast. Ofta endar leiðin í so djúpum einsemi, at tað gerst beinleiðis ræðandi. Eitt nú í prosabrotinum ”Tann samanklamsiligi”, har tú ikki veist, um tú skalt flenna ella gráta, tá kvinnan tekur ein samanklamsligan mann upp úr taskini, so hvørt hon hevur brúk fyri honum. 



Heimshøvundar sum vinir

Meðan tekstir, sum hesir, eru lætt atkomiligir, eru aðrir í savninum, ið krevja meir av lesaranum. Nógvar av yrkingunum eru nevnliga kryddaðar við tilsipingum til heimsbókmentir og mytologiir, sum kunnu tykjast fremmandar og gátuførar. Fyri høvundan kennist tað hinvegin nátúrligt at sipa til aðrar rithøvundar.

- Eg havi altíð hugsað um aðrar rithøvundar sum vinir, eg kann heita á, tá okkurt tykist nakað trupult. Eisini haldi eg tað vera inspirerandi at royna at skapa samahangir, har teir kunnu vera torførir at fáa eyga á. Hesar finni eg ofta við at sipa til aðrar høvundar og harvið skapa pláss fyri tankanum ella kensluni í einum størri høpi, sigur Hanus Kamban, sum ikki stúrir fyri, at hann á hendan hátt styggir lesarar burtur.

- Tilsipingarnar eru eisini ein roynd at bjóða lesaranum inn í ein heim, hann kanska fær hug at kanna nærri. Sjálvur havi eg ongantíð tikið øðrum høvundum tað illa upp, um eg ikki skilji teir beinanvegin. Tá hevur tú jú hvørja ferð høvi at læra nakað nýtt. So mikið av virðing fyri forvitninum hjá lesararnum eigur ein rithøvundur eisini at hava, sigur Hanus Kamban, sum kortini ikki meinar hetta sum eitt mótmæli móti meir løttum yrkingum.

- Pláss skal vera fyri báðum. Og í Café Europa sært tú eisini dømi um bæði lættar og meir gjøgnumhugsaðar yrkingar. Men í síðsta enda trúgvi eg, at flestu lesararum dáma best yrkingasøvn, sum tey hava hug at taka fram aftur, tí okkurt í teimum blívur við at spøkja. 



Nýggj byrjan?

Hóast Hanus Kamban hevur virkað sum høvundur í út við 30 ár og innan flestu tekstasløg, er Café Europa hansara fyrsta yrkingasavn. Spurdur, hví tað hevur tikið honum so langa tíð at royna seg við einum yrkingasavni, sær rithøvundurin eitt sindur hugsunarsamur út.

- Ivaleyst eru tað ymsar orsøkir, men í grundini havi eg ongantíð fatað meg sjálvan sum lyrikara. Við árunum havi eg kortini hugt at mínum prosatekstum við eini meir kritiskari frástøðu, og ja – fingið hug at úttrykkja meg í einum styttri og vónandi fyndugari formi, sigur Hanus Kamban.

Hann leggur afturat, at kanska trongdin at royna nakað nýtt longu kom, tá hann var liðugur við stóru ævisøguna um J.H.O Djurhuus fyri 10 árum síðani.

- Eg arbeiddi við tí verkinum í næstan 17 ár, so á onkran hátt kendist tað sjálvandi nakað tómt, tá eg lat tað av hondum. Tað gav mær eisini tíð at hugsa, og tankin um at royna okkurt heilt øðrvísi hevur fylt nógv líka síðani. So hvør veit – kanska hetta er ein nýggj byrjan hjá mær sum høvundi, hugleiðir Hanus Kamban. 



Úr savninum: 


Tíðarprinsar


jøtunkranar

sunnan fyri Elbtunnel í Hamburg við

gulum grindalokka-beinum og

gløðandi marsmanna-høvdum


soskaptir lakka okkara

innovativu metroseksuellu

tíðarprinsar


andlitsleys egghøvd við

Brecht-stapum og ossetiskum

kakulakk-mustasjum og við “konseptum”

og “synergieffektum” og “branding” og “boom”


sum fleyra móti bleikum vestalinnum

sveipt í veikan ammoniakk-ráka

eins og guva úr rotnum jakslum


eftir skúla banka aðalráða forstjóra

meginnevnda lystiligu løgarsteinum


fruktum sum falla á ásettum tíma

úr snykutum fingrum

sum

útblástir eggjakoppar


So I turned into a sty

And laid me down among the swine


Hanus Kamban, Café Europa, s. 27, 2008



FAKTA


Café Europa í Miðlahúsinum



Í morgin leggur Hanus Kamban fram sítt fyrsta yrkingasavn í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Talan er um savnið Café Euruopa, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.

Hanus Kamban hevur fyrr latið úr hondum stuttsøgusøvn, ævisøgulig verk, greina- og essaysøvn umframt týðingar eftir millum onnur Graham Greene, William Shakespeare og James Joyce. Men Café Europa er høvundsins fyrsta yrkingasavn. Bara hetta í sjálvum sær ger hesa útgávu til eina serstaka hending í føroyskum bókmentum.

Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í.

Bókin verður løgd fram á almennari móttøku í Miðlahúsinum fríggjadagin tann 12. september frá kl. 16.00 til 17.30. Andrea Heindriksdóttir spælir tvey verk á tvørfloytu, og høvundurin sigur nøkur orð um bókina og lesur nakrar yrkingar. Høvi verður til at ogna sær bókina fyri ein lagaligan prís og – um fólk ynskja – við høvundsins signaturi.

Forlagið bjóðar vín, djus, kaffi og kakubita. Øll eru vælkomin.