verður upplýst, at sera nógv fólk hevur ferðast um vøllin fyrra hálvár í ár. Frá 1. januar í ár til 1. august høvdu 74.233 fólk ferðast um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 70.639. Hetta er ein [...] met Í juli í ár hava 19.838 fólk ferðast um vøllin. Sama mánað í fjør var talið á ferðandi 18.668. Hetta er sostatt ein vøkstur uppá 6,3%. Somuleiðis er talan um nýtt met í ferðafólkatalinum, tí hetta er [...] er tað mesta, ið nakrantíð hevur ferðast um vøllin í ein mánað. Reglulig flogferðsla Summarið hevur ikki verið av tí besta, vilja nógv óivað vera við, men hetta sæst ikki á hagtølunum yvir flogferðsluna
landsstýrisflokkarnir hava verið higartil í síni kunning um ríkisrættarliga málið. Um Javnaðarflokkurin meinar nakað sum helst við sínum tosi um broytingar í ríkisrættarligu støðuni, fer hann uppí arbeiðið [...] Men í prinsippinum er støðan tann sama, og donsk-íslendska avtalan staðfesti eisini danskt búskaparligt endurgjald til Íslands. Eisini aðrar avtalur vórðu gjørdar um rættindi íslendinga í Danmark. Eg beri [...] Beinleiðis uppskot vóru um hetta beint aftaná heimsbardagan, og tað er tikið beinleiðis úr stevnuskrá floksins. Tað er tí gleðiligt, at allir tríggir landsstýrisflokkarnir nú eru samdir um hetta. Tað var rætt
vinstru nærdyst við Hans Fróða Hansen. Tað sá út, sum um B36 maðurin flutti HB mannin burtur við einum mjadnarsvingi, men dómarin metti ikki, at talan var um fríspark. Innleggið var flatt og lá akkurát ov langt [...] atgongugjaldið, tá B36 ognaði sær trý sera týdningarmikil stig og við sigrinum skapti spenning í kappingini um FM. Fimm sera góð mál, ein røð av uppløgdum og misnýttum málmøguleikum, onkuntíð væl umhugsað og h [...] eftir HB bólttap hevði sett ferð á. Jens Kristian hevði ikki nakran upplagdan málmøguleika, men tað mundi vera ófantaliga taklingin, sum dómarin metti til útvísing. Gylta løtan hjá 10 stríputum Í síðsta enda
vinna á HB. Viðhaldsfólkini fagnaðu sínum spælarum, og tað var um reppið, at mynd varð tikin av teimum! Tað hevði ikki verið so undarligt, um teir høvdu skipað fyri myndatøku, tí hjá B36 eru sigrarnir ímóti [...] ósigurin mundi vera høvuðsorsøkin til, at B36, sum hevði verið fremst til summarsteðgin, allíkavæl ikki vann FM. Plástur á sárið var, at teir tíggju dagar seinni, hin 14. august, vunnu finaluna um løgmanssteypið [...] eisini nógv fólk, og har var rómurin øgiligur. Tað var næstan, sum tá teir í fjør vunnu FM, og tað mundi næstan kennast eins fjálgt, tí hjá B36 er tað næstbesta ? og hjá teimum mest inkarneraðu viðhaldsfólkunum
meðan vit práta, heldur ein fyrilestur um Christian Matras, sigur Malan, ið greiðir víðari frá, at eisini verðra 2 fyrilestrar um William Heinesen og fyrilestur um at senda drunn. ? So skilligt er, at [...] Millum140 og 180 fólk hittast annað hvørt ár til ráðstevnu, har vit undir onkrari yvirskrift skifta orð um bókmentir og hava fyrilestrar, sigur Malan Marnersdóttir frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum [...] Malan Marnersdóttir. Frá miðøld til okkara dagar Lagt varð fyri gjáramorgunin við fyrilestri, ið var um mentalitetssøgulia hugtakið. Hvussu bókmentir og søga hava verið lýst úr einum mentalitetssøguligum
árini hava fleiri av fremstu fótbóltsfeløgunum her á landi valt at fara út um landoddarnar fyri at fáa sær venjara. Hetta sama er galdandi fyri hondbóltin, og fleiri av vanligu FM-favorittunum hava fingið [...] Janus Berthelsen. Skálamaðurin John Petersen styrkti munandi um liðið móti endanum av kappingarárinum í fjør, men enn er ikki greitt, um hann verður við í ár. Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt [...] hevur sett seg í samband við tey ymsu 1. deildarliðini fyri at frætta, hvør skal vera venjari, og um nakar nýggjur spælari er komin til felagið. Rumeni á odda fyri VÍF Føroyameistararnir úr Vestmanna
fyri nógv fleiri Sjálvt um tað í hesari - eini av teimum smæstu bygdunum í Føroyum - eru heili 10 børn av 24 íbúgvarum, so heldur Jógvan tó ikki, at tað er so øgiliga nógv at tosa um. ? Tá ið eg sjálvur var [...] sum tekin um, at bygdin heldur ikki fer at doyggja út, er nýbyggjan. Tølini eru kortini ikki tey stóru, men kortini, tá ið ein kann samanbera seg við Klaksvíkina, so kann tað tó siga nakað um støðuna. So [...] Jógvan heldur tó ikki, at tað er grundarlag fyri nógv fleiri íbúgvarara í bygdini. Í øllum førum ikki, um tey bara skulu hava landbrúkið at liva av. Og tað er ikki nógv annað enn landbrúk, sum fólkið livir
orðingarnar aðrar- tá er talan um ? at bøta um , varðveita, økja fíggjarkarmar, stuðla?- og einki verður sagt um at laga hetta eftir nøkrum fíggjarkarmi. Tilvitað ella tilætlað? Um stórøkið heilsumál verður [...] Vónandi eru ikki ætlanir um at ognartaka hann og geva hann út til tey fáu! Spurningurin hevur verið frammi um at seta aftur gr. 18 nevndina- fari at spyrja um ætlanir eru um at finna offrini fyri 80 ìni [...] at ongar ætlanir eru um at føra Føroyar inn í ódemokratiska felagsskapin ES. Fyri góðum 2 árum síðani spurdi undirritaði, Miðfloksins vegna, táverðandi løgmann um ætlanir vóru um samstarv við onnur lond
Innlendis politikkurin er at sýna, um vit hava styrki og førleika at halda ímóti og veruliga meta um, hvat skal játtast eyka og hvat ikki skal játtast. Ofta tykist, sum um vit leggja eina neyva fíggjarlóg [...] í juni skulu vit gjalda stívliga 300 milliónir um árið. Tað er hesa skuld - og hesa rentu og avdráttarskyldu - sum vit skulu hava í huga, tá vit hugsa um føroyska landshúsarhaldið, fíggjarlóg, og fíggjarorku [...] viðfangi sagt, at í ár kemur uttanlandsskuld føroyinga niður á null, og hetta fegnast løgmaður sjálvandi um. VÍST kemur uttanlandsskuldin netto niður á null, men henda ásannan er bara tikin úr einum størri
landsliðið er samanspælt, og at spælararnir hava royndirnar, ið eru so týdningarmiklar, tá talan er um altjóða uppgávur. Men tað er samstundis týdningarmikið, at tað hongur saman soleiðis at skilja, at [...] tað hevði verið frammanundan. At tað eru sjey og ikki fimm skiftisspælarar á beinkinum átti at økt um møguleikarnar at seta nýggjar spælarar við. Men higartil hevur tað ikki verið serliga sjónskt, at ungir [...] ungir menn fingið boð at koma við niður til Bosnia, og har vant við landsliðnum. Her verður t.d. hugsað um Rógva Jacobsen í KÍ, Jákup á Borg í B36 og Andrew av Fløtum í HB, sum allir eru framrættaðir spælarar