LAndskassaskuldin er framvegis millum fimm og seks milliardir krónir og hon skal framvegis gjaldast aftur.
Í ólavsøkurøðu løgmans verður í meira enn einum viðfangi sagt, at í ár kemur uttanlandsskuld føroyinga niður á null, og hetta fegnast løgmaður sjálvandi um.
VÍST kemur uttanlandsskuldin netto niður á null, men henda ásannan er bara tikin úr einum størri samanhangi.
Nettouttanlandsskuldin hvørvur, tí føroyingar - peningastovnar, tryggingarfeløg, privatar fyritøkur og nakrir stovnar - eiga nógvan pening uttanlands. Tilsamans einar seks til sjey milliardir. Bara bankin og sparikassarnir eiga væl omanfyri 3 milliardir.
Samstundis skylda føroyingar eisini einar seks, sjey milliardir uttanlands og tá skuld og ogn eru umleið tað sama nærkast nettouttanlandsskuldin nullinum.
Men skuldin hjá landskassanum er umleið hálva sættu milliard, og hana skulu vit framvegis gjalda aftur. Eftir avtaluni í juni skulu vit gjalda stívliga 300 milliónir um árið.
Tað er hesa skuld - og hesa rentu og avdráttarskyldu - sum vit skulu hava í huga, tá vit hugsa um føroyska landshúsarhaldið, fíggjarlóg, og fíggjarorku.
Sjálvandi hevur uttanlandsskuldin týdning, tá hugsað verður um umdømi Føroya og kredittvirðið Føroya, men sum er, hevur hon onga beinleiðis ávirkan á okkara landskassa.
Tað hevur hinvegin okkara fíggjarlóg og allar eykajáttanarlógirnar sum verða lagdar fram hvønn mánað. Innlendis politikkurin er at sýna, um vit hava styrki og førleika at halda ímóti og veruliga meta um, hvat skal játtast eyka og hvat ikki skal játtast. Ofta tykist, sum um vit leggja eina neyva fíggjarlóg og meira ella minni slaka í eykajáttanarlógum. Men tað kann ikki vera rætt tí tá er líka vítt sum sítt at gera eitt stórt fíggjarlógararbeiði.