Nýtt met í ferðafólkatalinum

Hagtølini yvir ferðandi um flogvøllin í Vágum vísa nýtt met. Talan er um ein vøkstur uppá 6,3% í juli í ár, í mun til juli í fjør. 19.838 fólk ferðaðust um vøllin í juli í ár og er hetta tað mesta, ið nakrantíð hevur ferðast um flogvøllin í ein mánað

Av flogvøllinum verður upplýst, at sera nógv fólk hevur ferðast um vøllin fyrra hálvár í ár.

Frá 1. januar í ár til 1. august høvdu 74.233 fólk ferðast um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 70.639.

Hetta er ein vøkstur uppá 5,1%.


Nýtt met

Í juli í ár hava 19.838 fólk ferðast um vøllin. Sama mánað í fjør var talið á ferðandi 18.668.

Hetta er sostatt ein vøkstur uppá 6,3%.

Somuleiðis er talan um nýtt met í ferðafólkatalinum, tí hetta er tað mesta, ið nakrantíð hevur ferðast um vøllin í ein mánað.


Reglulig flogferðsla

Summarið hevur ikki verið av tí besta, vilja nógv óivað vera við, men hetta sæst ikki á hagtølunum yvir flogferðsluna í Vágum. Har hevur veðrið ikki tarnað ferðsluni, tí líkindini at flúgva hava verið góð.

Flogferðslan higartil í ár hevur verið ógvuliga reglulig. Fáar, ella so at siga ongar seinkingar hava verið, upplýsa Statens Luftfartsvæsen og Flogvøllurin í Vágum.