Fyri einum góðum 1/2 ári síðani flutti eg til Sandavágs og hava trivist sera væl síðani. Eg var so heppin at finna fram til eina eldri hús her í bygdini, sum eg fultkomuliga fall fyri, og sum eg síðan [...] henda stað, heilt frá byrjan av. Ja, heilt frá tí, at Magnus av Kamarinum so hegnisliga teknaði sjálva kirkjuna og brøðurnir í Geil skrýndu hana innan fyri yvir 100 árum síðani, til hegnisligu garðalagingina [...] seinastu orð: Lati ikki Sandavág fara frá at vera ein av vakrastu bygdum í Føroyum, til at gerast ein óvirkin sovibygd, har blindu dreymarnir hjá teimum fáu, gerast til alt ov veruligar marrur hjá teim flestu
»Hetta heldur hann ikki leingi til«. Men árið fór og einki munti. Javnaðarflokkurin fekk ábreiðslur frá veljarunum. Faldarin kom, men hann gjørdi hvørki frá ella til, og teirra »andstøðupolitikkur« verður [...] mótprógvað. Hóast ákoyringarnar frá báðum bløðunum og partvís eisini frá loftmiðlunum hava verið støðugar og ógvusligar, samstundis sum tað eina stórmálið fyri og annað eftir skuldi loysast umframt fu [...] hevði lyndi til at seta seg upp aftur á og lata blaðið koma við sínum dagligu ákoyringum. Eg minnist, at fleiri fólk, sum eg møtti, spurdu: »Hvussu leingi man Høgni Hoydal fara at halda til hetta« ? »Hetta
aftur, sendi hann bóltin í einum bleytum boga upp um VÍF-verjuna og málmannin og í netið. Tað hevði verið synd fyri VÍF og serliga málmannin, um tað málið hevði verið við til at givið StÍF umdyst? Tað gjørdi [...] hjá teimum, sum í báðum finalunum bert var eitt mál frá at vinna, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað. FM-møguleikin er tó framvegis sera nógv til staðar, og finalutapið fer neyvan at fáa StÍF so langt [...] fara sera væl nøgt til hús. Høllin var stúgvandi full av fólki, og tað hevur givið pengar í kassan, men góða undirtøkan gevur eisini boð um, at hondbólturin trívist væl í Føroyum. Og annað hevur hann heldur
seinastu árini intellektualiserað sjónleikin til okkurt, sum fólk ikki tíma at hyggja at, og hetta er ein av orsøkunum til, at so nógvir danir velja ikki at fara til sjónleik. Hetta hevur Gríma havt í tonkunum [...] vann leikritakappingina, ber ikki til at venda aftur til stívt gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu [...] Leikritið varð skrivað til leikritakappingina og er hetta sostatt annar leikurin, sum verður spældur úr kappingini. Hvat handlar so henda farsan um. Jú, ein danskur taxaførari kemur inn til ein mann. Maðurin
letur hurðarnar til útheimin upp fyri føroyskum tónleiki. Hann leggur grundarsteinurin fyri eina føroyska tónleikavinnu. Teitur hevur ótrúligar gávur at siga frá søgum og fáa fólk til at lurta eftir teimum [...] gloymdi hetta í heilum, og skifti aftur til danskt alla tíðina. Hetta var rættuliga stuttligt, og hann dugdi ótrúliga væl at brúka málsligu suppuna sum krydd til framførsluna. Samanumtikið fingu vit eina [...] vøkur við einum sterkum kontriklangi. Bólkurin fekk væl fatur í áhoyrarunum, og sum salurin spakuliga fyltist, fekk framførslan størri kraft. Tá bólkurin spældi lagið: "If I was" sum tey gjørdu til filmin
tygur leggja í hesi tiltøk, sum er við til at gera jóansøkuna til eina vinarliga stevnu at koma til. At enda vil jeg vegna Tvøroyrar Býráð ynskja øllum, ið koma til tjóðarhátíð suðringa, at verða hjartaliga [...] mín vón til tygum í vara av hesum feløgum, leggið saman og ongantíð for skjótt, helst í summarsteðginum, fyri at varveita liðið í formula deildini, so ogra ungu spælarar hava nakað at síggja upp til, tí um [...] formula deildini er alt annað enn góð, so setið tygum saman nú, og styrkið formulaliðið í oynni, so ogur ikki rykkja niður, tað verður trupult at koma upp aftur. Festivalurin sær út til at verða komin fyri
gående?" verður til "Ert tú gangandi?" Tað tykist, sum hava fólk gloymt, at tað eitur "Ert tú til gongu?" Fleiri dømir: "i og med" verður til "í og við", "alt andet lige" verður til "alt annað líka", "fr [...] heimsins mál, men eftir mínum tykki til sirkusdanskt. Sirkusdanskt er ein karakteristikkur, ið stavar frá tí hjálparleysa og primitiva málinum, sirkusgekkarnir brúka til stuttleika: "Jeg være frygtelig ked [...] "frokosttilbud" verður til "frokosttilboð". Danskt orðalag verður beinleiðis umsett til "føroyskt", men soleiðis at málberingin einans veitir meining hjá tí, ið eisini hugsar á donskum. Vansin er, at dan
vónleyst saknaður millum bylgjubrotini frá nýggju miðlunum. Avísin hevur seinnu árini fingið harðari og harðari kapping frá nýggjum, talgiltum miðlum, sum yvirtaka alt fleiri av uppgávunum, sum prentaða miðilin [...] blaðið bjóða nakað annað enn tað, sum teir kviku og knøppu miðlarnir við endaleysum nyttugum og fullkomiliga óneyðugum upplýsingum kunnu bjóða. Fyrst og fremst snýr tað seg um at hava annað tilfar enn netmiðlarnar [...] av øllum hugsandi slagi. Fjølbroytt tilfar sum hóskar til eitt blað, sum kann liggja á borðinum eitt vikuskiftið. Vit bjóða tykkum vælafturkomin til Vikuskifti í Sosialinum. Vit vóna at kunna upplýsa og
flestu eisini vita, so eru programfólkini mangan eisini noydd til at leggja nøkur brøv til síðis, tí at søgurnar í teimum ikki eru hóskandi til at lesa upp í útvarpinum. Tey bæði, Ginna og Teodor, meta, at [...] rættiliga sjáldan, at tey standa og mangla tilfar til Nón. Vanligani hava tey eini fýra til fimm innsløg, sum eru gjørd uttan fyri útvarpshúsið. Hesi er ójøvn til longdar, men roynt verður at býta tey rímuliga [...] hevur longu prógvað, at hann egnar seg væl til hetta arbeiði. Teodor liggur inni við hollum kunnleika til alskyns tónleik, og óivað hevði hann egnað seg væl til at gjørt søguligar tónleikasendingar. Vit
óivað eisini minnini hjá bæði einum og øðrum at leita aftur til 1989, og eftir stendur, at teir leikirnir so sanniliga høvdu nógv at siga fyri fólk og land okkara. Um ikki annað, so standa vit øll saman, tá [...] at hýsa oyggjaleikunum um seks ár, í 2019. Sum skilst, eru vit bara ein golfvøll og okkurt annað smávegis frá at vera klár at taka ímóti gestunum! Og sjálvandi skulu Føroyar halda seg framat, tá nú ein [...] duga at bjóða øllum hesum 1.800 ítróttarfólkunum vælkomin til Føroya í 2019, so skulu vit bara vita, at so mugu vit eisini duga at bjóða einum av okkara húsfólkum vælkomin í 2013!