Vælkomin á Jóansøku

Heilsan frá borgarstjóranum á Tvøroyri.

 

Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar Býráð at verða vertur fyri tjóðarhátíð suðringa jóansøkuni, ið í ár hevur áttatitvey ár á baki, hildin ímillum bygdirnar Tvøroyri og Vág í sátt og semju.

Tvøroyrar Býráð hevur altíð haft ein virknan leiklut í Jóansøkuhaldinum, og vil í mesta mun skapa góðar karmar fyri øll tey tiltøk, ið verða á Jóansøku, og fyri allar teir gestir , ið koma á Jóansøku.





Tvøroyrar býráð hevur altíð roynt at skapt karmar fyri ítróttinum her á plássinum, tí ein kommuna uttan ítrótt er ein fátøk kommuna.


Í Suðuroy hevur tjóðarítróttur ogra, kappróður, verið í einum aldudali síðstu árini, og tað er sera harmuligt, tí uttan kappróður er ein jóansøka fátøk. Men nú hava nakrir menn mannað nýggja seksmannafarið TVØRÁBÁTIN og hava teir lutikið á tveimum stevnum, hvar teir hava vunnið ta einu, og havi jeg stórar vónir til hesa manning, øll sóknin vaknaði úr kappróðrardvalanum og fagnaði ogra manning, tað sóu ogur tá Smyril kom leygarkvøldið hvussi stóra mótøku manningin fekk, Vónandi kann hetta byrta lív í kappróðurin í oynni aftur, bert spell at fleiri bátar ikki eru við úr Suðuroynni.


Skulu ogur suðringar gera ogum galdandi innan ítróttin her á landi, so er einasti møguleiki fyri at yvirliva at samstarva um bygdamørk. Í fótbólti hava fleiri av teimum yngru liðunum í oynni lagt saman, og tað síggja ogur eisini á úrslitunum, so vónandi fara hesi úrslit at verða við til at samstarva enn meir.


Innan fótbólt hava ogur ídag bert tvey feløg, hvar ogur fyri tveimum árum síðan høvdu fýra feløg, ein skuldi trúð at úrslitini skuldi verið betur, men tey eru heldur verri, tí er tað mín vón til tygum í vara av hesum feløgum, leggið saman og ongantíð for skjótt, helst í summarsteðginum, fyri at varveita liðið í formula deildini, so ogra ungu spælarar hava nakað at síggja upp til, tí um ogur ikki hava eitt formula lið í oynni, so missa ogur teir ungu spælararnar av oynni, fólkagrundarlagið í Suðuroy er tað sama sum í Norðoyggjum , og har er bert eitt felag, og støðan hjá teimum í formula deildini er alt annað enn góð, so setið tygum saman nú, og styrkið formulaliðið í oynni, so ogur ikki rykkja niður, tað verður trupult at koma upp aftur.


Festivalurin sær út til at verða komin fyri at verða, og tað vil Tvøroyrar býráð takka fyrireikarunum fyri, tí festivalurin fyllur væl upp á Jóansøkuni, serliga fyri teimum ungu.


Eitt , ið altíð hevur sermerkt Jóansøkuna, eru allar tær nýklaktu pisurnar, pisurøðan fríggjakvøld á Jóansøku, ið var startskotið til Jóansøkuna , men tað verða tíverri ongar pisur á Jóansøku í ár, tí onkur svøvnskarvur í mentamálastýrinum í Havn ikki hevur tikið hædd fyri Jóansøkuni, og tað haldi jeg at sera óheppið, vónandi hendur hetta ikki aftur.


Jeg vil vegna Tvøroyrar Býráð takka tygum øllum, ið hava tiltøk á jóansøku, fyri tað megnar arbeiðið, ið tygur leggja í hesi tiltøk, sum er við til at gera jóansøkuna til eina vinarliga stevnu at koma til.


At enda vil jeg vegna Tvøroyrar Býráð ynskja øllum, ið koma til tjóðarhátíð suðringa, at verða hjartaliga vælkomin á Tvøroyri, og við vón um at tygur enn einaferð kunnu fara út um landoddarnar og norður aftur um Suðuroyarfjørð, bert við góðum minnum frá Jóansøkuni, somuleiðis vil jeg senda ogra ítróttarfólkum úr oynni, ið ikki kunnu verða heima á jóansøku, tí tey fara til oyggjaleikirnar á Rhodos, bestu heilsanir, og við vón um eina góða kapping.


Góða jóansøku


Kristin Michelsen

borgarstjóri