portalur, ið hevur sum endamál at gera kvinnuliga tilfeingið í føroyska samfelagnum meira sjónligt, soleiðis at lættari verður at fáa gagnnýtt hetta týðandi vitanartilfeingið í samfelagnum. Harvið vil portalurin [...] stjórar í øllum smáparta- og partafeløgum í Føroyum, so er hetta talið í 2007 broytt til 2300 mannligir og 300 kvinnuligir stjórar tvs. 88,5% menn og 11,5% kvinnur. Verður hugt at nevndarsessum í føroyskum [...] merkir í seinasta enda, at vit ikki eru so kappingarfør sum vit kundu verið, og er hetta stórt spell. Hetta er eisini óneyðugt, tí í Føroyum eru hópurin av vælkvalifiseraðum kvinnum”, sigur Edvard Heen, varastjóri
Frá í dag av er tað lógligt at keypa Kannabis í Newfoundlandi, í eystara partinum av Kanada. Fólk stóðu í kø stutt áðrenn miðnátt í gjárakvøldi, og tað var ikki tí nýggjar telefonir ella nakað stórt tilboð [...] men heldur tí at kannabis gjørdist lógligt. Hetta er annað landið í heiminum, sum velur at gera kannabis lógligt, onnur lond hava gjørt tað lógligt sum medisinskt brúk. Lógin sigur, at borgarar yvir 18 [...] universitetinum McGill. Í 2013 gjørdist Uruguay tað fyrsta landið í heiminum at gera kannabis lógligt, síðan tá eru meiningar um kannabis sissaðar, og fleiri lond hava gjørt tað lógligt at nýta kannabis til
eingin lat lív í ferðsluni í einum kalendaraári, var í 1967. Lovisa Petersen Glerfoss metir, at hugburðurin í ferðsluni í Føroyum í dag er broyttur. - Í dag er tað ikki líka góðtikið at koyra rúsaður, [...] óaccepterað at koyra rúsdrekkakoyring í dag, sigur hon í tíðindunum á FM1 fyrrapartin í dag. Gáloysni er vandin Tó síggja tey í Ráðnum fyri ferðslutrygd ikki somu positivu broytingina, tá tað kemur til at koyra [...] ólukkan hendir, ella til at tað verður so álvarsligt, sigur hon. Hon vísir á, at mann í Danmark fær klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon, tá mann koyrir bil, men í Føroyum fær mann bert eina bót.
serliga eftir at leiðandi yvirlæknin, Tormóður Stórá, hevur boðað frá, at hann heldur uppat, fær depilin ikki hægri játtan at arbeiða við. Og tað er hetta, samgongan nú ætlar at byrgja fyri við at hækka játtanina [...] aðrar keldur í samgonguni siga, at tað liggur í kortunum, at peningurin, ella bróðurparturin av honum, skal brúkas til psykiatrisku deild. Fíggjarliga støðan hjá deildini hevur verið nógv umrødd í seinastuni [...] samgonguna í fígjgarnevndini. Nevndin er liðug vil fíggjarlógina fyri næsta ár og í tí sambandi vil meirilutin hava, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækkast sjey milliónir. Bárður Nielsen, formaður í fí
prosentn niður í 2,75 prosent, og orkulán lækka úr 2,5 prosent, niður í 2,25 prosent. Fyri vinnulívið merkja broytingarnar, at vinnulívið framyvir fer at gjalda 0,75 prosent fyri at hava pengar í bankanum. [...] enn 750.000 krónur á kontu í Betri Banka, skulu nú gjalda fyri at hava pengarnar í bankanum. Tað boðar bankin frá beint nú. Gjaldið verður 0,75 prosent, men hetta er tó ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar [...] lógarkrøv, sum gera, at broytingarnar verða settar í verk og endamálið er at gera ávís útlán meiri kappingarfør, umframt at laga raksturin til tey herdu lógarkrøvini. Bankin sigur, at afturímóti verður
gleðiligt at Bústaðir skulu fáa loyvi at lána 400 milliónir krónur aftrat. Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, í samrøðu við FM1. – Vit hava ligið eitt sindur still og hava ikki kunnað sett nakað í gongd [...] til at kunna gera nakrar verkætlanir klárar at seta í gongd og so koma víðari við tí stóru uppgávu, sum vit vóru í gongd við, sigur Andras Róin. Fleiri krøv verða tó sett Bústøðum, millum annað at 200 [...] Harumframt verður krav, at skulu Bústaðir byggja í Havn, so skal hetta gerast á kappingargrundarlagi, og avkastið skal sostatt vera størri. Andras Róin ger eisini greitt, at Bústaðir hava onkrar viðmerkingar
upp á pláss, kunnu dato ikki setast á ligadystirnar í Svøríki. Í Svøríki var tað í eitt tíðarskeið loyvt at spæla venjingardystir, men eftir harðar atfinningar steðgaði hetta í síðstu viku eftir tilmæli [...] Í Danmark er avgerð ikki tikin um enn um, nær fótbólturin byrjar. Men í Føroyum rullar fótbólturin aftur 9. mai. Í Svøríki eru 32 fótbóltsfeløg samd um at spæla fótbólt aftur 14. juni. Tað skrivar Svensk [...] Superettan, eftir videofund í dag. Tað er ætlanin í Svøríki, at dystirnir skulu spælast við áskoðarum hóast útbrotið av koronavirus. Svensk Elitfotboll leggur tó dent á, at tey fara at fylgja gongdini viðvíkjandi
sum Fíggjarmálaráðið fer at bjóðað, verða nakað lægri enn tað. – Tó fara vit als ikki at góðtaka at fara langt niður um 3 prosen í lønarvøkstri um árið í hesum frálíku, góðu fíggjarligu tíðum, ger Carl [...] eru so góðar, sum tær eru, fara vit als ikki at góðtaka at fara langt niður um trý prosent í lønarhækking um árið Tað sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. Sáttmálin ímillum [...] 3,5 prosent um árið. Hetta tekur hann sum um at lønarhækkingarnar í hesum samráðingunum fara at vera minst líka høgar, sum tær vóru seinast. Tá vóru tær 2,3 prosent tað fyrra árið í sáttmálaskeiðnum og
higartil í ár, tí hetta er bara triðja harðskapsmálið í ár, og tað eru nógv færri enn tað høvdu verið um somu tíð í fjør. Og so fekk løgreglan eisini boð um, at onkur gekk úti á alfaravegi í nátt og seldi [...] havt úr at gera í nátt. Tað var rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni, føstulávintshald hava verið víða hvar, har nógv fóllk hava drukkið, og tað er farið við nógvari tíð hjá løgregluni. Tey siga, at tey [...] til ilnar, men tey fingu so forða fyri, at harðskapur stóðst av tí. Í Klaksvík fekk løgreglan eisini boð um at ein maður var sligin uttanfyri eitt skeinkistað í Klaksvík. Maðurin, sum varð sligin, fór
klæði. Hon er ung og dugnalig og í ferð við at byggja sær eitt image, sigur Jóhanna av Steinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, Jóhanna lænir klæði út til fólk. Vanligt er tó, at tey koma til hennara og antin [...] fór í smúkkurnar í einum sjónbandalag, og ein eftir ein byrjaðu Hollywood-stjørnurnar at nýta smúkkurnar. Nú er merkið Efva Attling kent um allan vesturheimin. Jóhanna av Steinum væntar sær ikki, at allur [...] antin keypa ella læna klæðini. - Eg hevði ynskt at sloppi at klætt ein mann, tí tað er tað nýggjasta eg fáist við júst nú, sigur hon. At tað skal vera rættur persónur og samanhangur, har klæðini síggjast, er