Næsta ár skal játtanin til Landssjúkrahúsið jækkast sjey milliónir krónur. Tað halda umboðini fyri samgonguna í fígjgarnevndini. Nevndin er liðug vil fíggjarlógina fyri næsta ár og í tí sambandi vil meirilutin hava, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækkast sjey milliónir.
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at nevndin sigur einki um, hvat peningurin skal brúkas til. - Tað liggur í hondunum á landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, at gera av, hvussu peningurin verður nýttur. Men aðrar keldur í samgonguni siga, at tað liggur í kortunum, at peningurin, ella bróðurparturin av honum, skal brúkas til psykiatrisku deild.
Fíggjarliga støðan hjá deildini hevur verið nógv umrødd í seinastuni, serliga eftir at leiðandi yvirlæknin, Tormóður Stórá, hevur boðað frá, at hann heldur uppat, fær depilin ikki hægri játtan at arbeiða við. Og tað er hetta, samgongan nú ætlar at byrgja fyri við at hækka játtanina - og so fer tíðin at vísa um tað er nóg mikið.
|










