- Ikki góðtikið at koyra rúsaður í dag

Lovisa Petersen Glerfoss metir, at hugburðurin í ferðsluni í Føroyum í dag er broyttur

Tað er tíverri vanligt, at fólk lata lív í ferðsluni á hvørjum ári. Men í fjør tók ferðslan einki lív á føroysku vegunum. Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, kallar hetta gleðilig og ógvuliga sjáldsom tíðindi. Seinastu ferð, eingin lat lív í ferðsluni í einum kalendaraári, var í 1967.

 

Lovisa Petersen Glerfoss metir, at hugburðurin í ferðsluni í Føroyum í dag er broyttur. 

 

- Í dag er tað ikki líka góðtikið at koyra rúsaður, sum tað var fyri nøkrum árum síðani. Mann sigur frá, tí tað er sosialt óaccepterað at koyra rúsdrekkakoyring í dag, sigur hon í tíðindunum á FM1 fyrrapartin í dag.

 

 

Gáloysni er vandin

 

Tó síggja tey í Ráðnum fyri ferðslutrygd ikki somu positivu broytingina, tá tað kemur til at koyra ov skjótt, og við nýggju tøknini síggja tey nýggjar vandar. Lovisa Petersen Glerfos sigur, at gáloysni er størsti vandafaktorurin í ferðsluni í dag.

 

- Yvir 90 prosent av øllum vanlukkum, sum henda, kunnu føra aftur til, at menniskjaligir feilir eru heilt ella partvíst orsøk til at ólukkan hendir, ella til at tað verður so álvarsligt, sigur hon. Hon vísir á, at mann í Danmark fær klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon, tá mann koyrir bil, men í Føroyum fær mann bert eina bót.