Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt

Fleiri ferðir hevur løgreglan lagt uppí, har fólk eru komin til ilnar

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt. Bæði í Havn, og serliga eisini norðanfyri, hevur rættiliga nógv fólk verið í býnum, og tað hevur sett sín dám á náttina hjá løgregluni.

 

Í hesum sambandi hevur løgreglan verið nógv úti ímillum  fólk, bæði ímillum fólk, bæði í Havn og í Klaksvík og tað hendi fleiri ferðir, at løgeglan legði uppí, har fólk vóru komin til ilnar.

 

Løgreglan sigur, at tað var serliga ímillum klokkan fýra og fimm í morgun, eftir at fólk vóru farin á dyri í dansistøðum, og í skeinkistøðum, at nógv var at gera.

 

Tá hendi fleiri ferðir, at illstøða tók seg upp, men har løgreglan fekk lagt upp ímillum og fekk sissa partarnar, áðrenn harðskapur stóðst av tí. Kortini var eitt fólk so ólátað, at tað fekk bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, men harðskapsmál var einki.

 

At løgreglan ger seg sjónliga í náttarlívinum, og er úti ímillum fólk, er eitt, tey eru farin at gera nógv meiri burtur úr, enn fyrr. Og tað fyribyrgir nógvum harðskapi, tí tað hepnast fleiri ferðir hjá teimum at leggja uppí, tá ið fólk koma til ilnar, áðrenn bardagi stendst av, og tað vóru eisini nógv dømi um tað í nátt.