Tey, sum eiga meiri enn 750.000 krónur á kontu í Betri Banka, skulu nú gjalda fyri at hava pengarnar í bankanum.
Tað boðar bankin frá beint nú.
Gjaldið verður 0,75 prosent, men hetta er tó ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar og uppsparingar hjá børnum og ungum.
Hinvegin hækkar rentan á ávísum útlánum við upp til 0,5 prosent, umframt at ávísir aðrir, privatir, kostnaðir eisini hækka. Tað er ikki heilt greitt enn, hvussu nógv ymisk gjøld fara at hækka.
Bankin sigur, tað er tað lága altjóða rentustøðið, og herd lógarkrøv, sum gera, at broytingarnar verða settar í verk og endamálið er at gera ávís útlán meiri kappingarfør, umframt at laga raksturin til tey herdu lógarkrøvini.
Bankin sigur, at afturímóti verður tað lagaligari hjá teimum, sum vilja læna pengar til bústað, og gera íløgur í orkuvinarligar ábøtur.
Tí lækkar bankin bústaðarrentuna á 1. veðrætti úr 2,95 prosentn niður í 2,75 prosent, og orkulán lækka úr 2,5 prosent, niður í 2,25 prosent.
Fyri vinnulívið merkja broytingarnar, at vinnulívið framyvir fer at gjalda 0,75 prosent fyri at hava pengar í bankanum. Somuleiðis hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 prosent, og ávís gjøld hjá vinnuvirkjum hækka somuleiðis.
Allar broytingarnar fáa gildi frá 1. apríl 2020.