til Fuglafjarðar, ivist eg onga løtu í, at fortreytirnar eru góðar fyri, at vit kunnu kom aftur við FM-heitinum, sigur Sámal Erik Hentze. Og hann leggur afturat, at hetta vónandi verður við nógvum áskoðarum [...] ein vani. Men tað er nú ikki nakað, sum venjarin ætlar sær at endurtaka. - Tað verður næstan skemta við tí her hjá okkum, men eg haldi ikki, at talan er um nøkur gummibein. Sjálvandi vóru vit keddir eftir [...] munur á at vera keddur og vónbrotin. Móti B36 vóru vit vónbrotnir, tí vit ikki gjørdu tað, sum vit megnaðu. Tað gjørdu vit móti AB mikukvøldið, har vit spæla ein fínan dystin. Og megna vit at taka tað
ikki nógv, sum bendi á, at tey hagtølini skuldu broytast. Á miðjum vølli fór Johan Troest Davidsen nevnliga somikið hart í Zoltan Bukzegi, at dómarin ikki sá sær onnur ráð enn at finna reyða kortið fram [...] Europa dregur Hjá NSÍ kveikti sigurin aftur lív í vónina um, at teir skulu út í Europa at spæla komandi ár. Skal tað eydnast, so er kravið tó, at avrikini verða meira støðug seinastu tríggjar dystirnar, sum [...] men teir megnaðu sjáldan at gerast veruliga vandamiklir. Partvíst tí ov lítil ferð var á spælinum, og partvíst tí Meinhardt Joensen í NSÍ-málinum rættiliga skjótt vísti, at hann veruliga hevði ein góðan
sigur, at tað sá út júst sum tú sær í filmunum. Lítil avgerð – stórur munur At Maria og vinkonan í dag kunnu tosa um hendingina er helst bert hjálminum at takka. Læknar og løgregla eru sannførd um, at var [...] kantin á biltekjuni. Rúna á Heygum, mamma Mariu, greiðir frá, at hon javnan hevur mint Mariu á at nýta hjálmin, tá hon fer upp á súkkluna, men at tað er ofta so sum so, við hvussu væl lurtað verður eftir boðunum [...] hon small um. Hon varð flutt á sjúkrahúsið, men eftir at hon var kannað væl og virðiliga, kundu læknarnir staðfesta at hon einki hevði brotið, og at hon var sloppin við einum heilaskjálvta og smærri snuddum
tí søguni og hava innihaldsliga so nógv gott at bjóða, sum eg fegin vil vera við til at bera víðari, sigur David Johannesen Tí vildi hann eisini ynskt, at fleiri føroyskir sálmar høvdu sítt nátúrliga pláss [...] Men slíkt tekur tíð, ásannar hann, so kanska var tað eitt hugskot at givið nýggju sálmarnar út á fløgu, so tað bleiv lættari hjá fólki at taka teir til sín, heldur hann. Tveir av sálmunum hjá Davidi Johannesen [...] sálmabókina, og okkurt bendir á, at teir skjótt verða fleiri. - Sum eg havi skilt á teimum, sum arbeiða við einum eykabindi til føroysku sálmabókina, so er tað ikki óhugsandi, at eg fái onkran av mínum sálmum
Og uttan iva er tað orsøkin til, at Keypmannahavn er valt at vera vertur fyri heimsumfatandi veðurlagsráðstevnuni, sum skal vera í heyst. Tað eydnaðist Svend Auken at gjøgnumføra javnaðarhugsjónina um [...] kendist tað løgi at fáa deyðsboðini í morgun, dagin eftir, at eg hevði brúkt og endurgivið Auken sum fyrimynd í røðu mínari í sambandi við viðgerðina av løgmansrøðuna. Tí er helst hóskiligt at enda við somu [...] altíð grundgeva fyri sínum meiningum, og tí var trupult hjá mótstøðufólkum at siga honum ímóti. Tí gjørdist hann ein av teimum fáu at uppliva eitt heilt lív í politikki Hann kom á fólkating sum ein av yngstu
veruliga viðgerð. Ímóti øllum ráðum frá fakfólki. Og við djúpu grundgevingini um, at tað loysti seg ikki at kanna nakað, ella at siga nakað um framtíðina. Hetta var “politikkur” (!). Fríggjadagur 30. mars 2012 [...] okkinum um at endurskoða kostnaðarendurgjaldið til løgtingsfólk og landsstýrisfólk. Uppskotini snúðu seg rætt og slætt um, at ávíkavist formansskapurin í tinginum og løgmaður fingu álagt at gera uppskot [...] Sjálvstýrisflokkinum) um at minka útgjaldið til arbeiðsleys við umleið 2.500 krónum um mánaðin. Í Føroyum eru í dag 1800 fulltíðar arbeiðsleys. Undir orðaskiftinum sama dag kom fram, at løgmaður og landsstýrisfólk
letst frágreiðingin at vera væl undirbygd og fyri ein part vísindalig, sigur Edmund Joensen. Teir fýra altjóða umhvørvisfelagsskapirnir eru ónøgdir við, at Danmark ikki syrgir fyri, at Føroyar verða fevndar [...] tilfeingi í havinum, sigur Edmund Joensen. Hann heldur, at landsstýrið eigur ongantíð ov skjótt at koma við einum mótspæli til ódámligu herferðina Hann sigur, at "Breaking Ranks var høvuðsevnið á einum kjakfundi [...] leggur hann afturat. Hann staðfestir, at frágreiðingin lýsir Føroyar sum eitt illavorðið lítið land, ið elvir til stríð í Altjóða Hvalaveiðunevndini. Rithøvundarnir halda, at Føroyar saman við Grønlandi seta
eru ov ungir til at verða fólkaogn, skal vera ósagt, men sannleikin er, at tey flestu, ið eru til eina Frændur konsert, eru har fyri at syngja við og hugna sær, og ikki so nógv fyri at dyrka tónleikin, [...] Fólkakæri bólkurin var síðsta navnið at fara á pall, og teir syrgdu fyri at tey flestu fólkini, ið vóru komin saman á Vágsbøi, fóru heim við eini góðari kenslu, aftaná at hava sungið við til allar teir vælkendu [...] samanspældur, og løgini so kend, at tað illa kann ganga galið. Serliga tá havt verður í huga, at til flestu løgini standa fleiri túsund fólk og skrála við alla tíðina. Hetta ger, at meginpartin av tíðini kennist
gin. Hann helt tað vera tekin um, at vit eru tilvitað um, at málið er livandi og vísti á, at tað setir krøv til okkum, nýta málið. Hann helt tað vera sera hóskandi at hátíðarhalda móðurmálið á føðingardegi [...] til føroyskt. Þórður Bjarni Guðjónsson helt tað vera serstakan heiður at sleppa at húsast í hugnaliga umhvørvinum í gomlu Havnini og at vera so nær sjónum, sum hevur havt so stóran týdning fyri tjóðirnar [...] U. Hammershaimb hevði sagt um airbussin, segði Bjørn Kalsø. At enda segði landsstýrismaðurin, at Mentamálaráðið helt tað vera hóskandi, at móðurmálsvirðislønin verður nevnd »V.U. Hammershaimbs virðislønin«
tikkinum hædd tikin fyri, at rávørugrundarlag var runt alt landið. Illa gekst tó flakavirkjunum at fáa endarnar at røkka saman, og tí bleiv politiskt skipað soleiðis fyri, at eitt miðal væl rikið flakavirki [...] Eg sigi ikki, at søla av veiðirættindum umvegis uppboðssølu er besta loysnin, men eg vóni samtíðis heldur ikki, at vit aftur eina ferð koyra landið á heysin, áðrenn vit finna út av at lata marknaðarkreftirnar [...] mælti Búskaparráðið til, at fiskirættindi undir Føroyum blivu seld á uppboðssølu. Síðan hava vit hoyrt og sæð argument bæði fyri og ímóti. Um hettar er ein góð skipan er ilt at meta um, tí, mær vitandi