Fótbóltur
Undan dystinum í gjárkvøldið hevði Víkingur havt eitt rimmar fast tak á NSÍ.
Síðani samanleggingina hevði Víkingur nevnliga fulla úrtøku móti vespunum, og eftir fyrstu átta minuttirnar var ikki nógv, sum bendi á, at tey hagtølini skuldu broytast.
Á miðjum vølli fór Johan Troest Davidsen nevnliga somikið hart í Zoltan Bukzegi, at dómarin ikki sá sær onnur ráð enn at finna reyða kortið fram, og so mátti NSÍ spæla í undirtali seinastu 82 minuttirnar.
Dýrt mistak
Yvirtalið gav sjálvandi Víkingi eitt gott tak á dystinum, men teir megnaðu sjáldan at gerast veruliga vandamiklir. Partvíst tí ov lítil ferð var á spælinum, og partvíst tí Meinhardt Joensen í NSÍ-málinum rættiliga skjótt vísti, at hann veruliga hevði ein góðan dag.
Og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari, at Geza Turi brádliga gjørdi av at spæla jólamaður, tá hann spældi bóltin út til Christian Høgna Jacobsen.
So stóð 1-0 á talvuni, og tað var ein leiðsla, sum runavíkingar fyri alt í verðini vildu verja.
Eftir steðgin økti Víkingur um trýstið, men hóast møguleikarnir nú eisini komu, so funnu teir ikki vegin fram við nú stórspælandi Meinhardt Joensen, og tá seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, gjørdi Christian Høgni aftur um seg. Hesa ferð var talan ikki á sama hátt um jólagávu, men tað legði áleyparin líka í, tá hann fyrst dróg um hálvan vøllin, áðrenn hann við vinstrabeini smekkaði í netið umvegis stólpan.
At Víkingur seinni minkaði um munin, tá Atli Gregersen var komin framvið, broytti einki um úrtøkuna fyri dystin, og eingin ivi er um, at heimenninir fagnaðust um sigurin. Bæði tí hetta var tann fyrsti móti Víkingi – men so sanniliga eisini, tí fortreytirnar í dystinum gjørdust somikið vánaligar.
Europa dregur
Hjá NSÍ kveikti sigurin aftur lív í vónina um, at teir skulu út í Europa at spæla komandi ár.
Skal tað eydnast, so er kravið tó, at avrikini verða meira støðug seinastu tríggjar dystirnar, sum skulu tryggja teimum pláss frammi millum heiðursmerkjatakararnar.
Hjá Víkingi er Europa longu tryggjað, eftir at teir á ólavsøku vunnu steypafinaluna, men hetta tykist hava kosta í konsentratiónini um landskappingina, har víkingarnir hava verið sera óstøðugir seinastu umførini. Og ikki minst munnu teir iðra seg um laku úrtøkuna í dystunu móti KÍ, ÍF og 07 Vesturi. Stigamissir, sum hava kostað møguleikan fyri eini veruligari topp-plasering, og í so máta var dysturin í Runavík ein undirstrikan av veruleikanum, sum er, at Víkingur síðani summarsteðgin í ov lítlan mun hevur drigið smáu marginalarnar til egnan fyrimun.