Felagssangur við Frændur

Fullmannaðu Frændur høvdu eina sera trygga framførslu, sum var meiri at rokna sum ein stórur felagssangur heldur enn eina veruliga konsert

Fólkakæri bólkurin var síðsta navnið at fara á pall, og teir syrgdu fyri at tey flestu fólkini, ið vóru komin saman á Vágsbøi, fóru heim við eini góðari kenslu, aftaná at hava sungið við til allar teir vælkendu sangirnir, ið eftirhondini mugu hava vunnið sær eina serstøðu sum mentanararvur í Føroyum.

Í mun til konsertina á hinum stóra festivalinum, var bólkurin fullmannaður í Klaksvík. Tað vil siga, at bæði Rani og Eyðun Nolsøe vóru á pallinum, umframt Steintór Rasmussen. Afturat sær høvdu teir nokk mest garvaða bólkin av tónleikarum í landinum í dag, nevniliga James Olsen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Kim Hansen, umframt Hans Petur í Brekkunum á saxofon.


Hvussu ummælir man so Frændur, er spurningurin, eg standi eftir við. Bólkurin, ið spældi undir, er so mikið samanspældur, og løgini so kend, at tað illa kann ganga galið. Serliga tá havt verður í huga, at til flestu løgini standa fleiri túsund fólk og skrála við alla tíðina. Hetta ger, at meginpartin av tíðini kennist tað ikki so nógv sum ein konsert, men mest av øllum sum ein yvirdimensioneraður felagssangur við orkestri. Einastu ferðirnar, tað var nøkurlunda kvirt millum áhoyrarnar, var tá løg av nýggjastu útgávuni vórðu spæld. Um hetta er vegna manglandi kvaliteti í sangskrivingini, ella bara tí sangirnir enn eru ov ungir til at verða fólkaogn, skal vera ósagt, men sannleikin er, at tey flestu, ið eru til eina Frændur konsert, eru har fyri at syngja við og hugna sær, og ikki so nógv fyri at dyrka tónleikin, sum streymar út úr hátalarunum.

Annars spældu Frændur teir flestu av gomlu slagarunum, eins og pláss eisini var fyri onkrum hendinga lagi, ið er útgivið í navninum hjá Eyðuni ella Steintór. Samanspælið var sera gott, og Hans Petur í Brekkunum var í stórformi á saxofonini. Hetta undirstrikaði hann, tá hann stjól rampuljósið í fleiri umførum, m.a. í Sangur til tína jørð, har hann gekk oman av pallinum og dansaði við sínum ljóðføri, framman fyri vælnøgdu fjøldini.

Sum áður nevnt, er ilt at seta ein fingur á nakað, tá talan er um eina so ”trygga” konsert, men eitt, sum tóktist løgið, var at Steintór næstan einans var á pallinum, tá hansara sangir blivu spældir. Harafturat var hansara mikrofon plaserað mitt fyri á pallinum, so tá hann ikki var til staðar, tóktist tað sum um bólkurin ikki hevði nakað fokuspunkt. So vildi verið betur at havt Eyðun í miðjuni, tí hann sang teir flestu sangirnar, og tóktist sum tann veruligi frontmaðurin.