Prestur ríkar sangskattin

Tað átti at verið betri pláss fyri sálmum í okkara sangtraditión, heldur David Jo­hannesen, prestur, sum júst hevur givið út bók við egnum sálmum og sangum

Herfyri kom út bók við ikki færri enn 110 yrkingum, sum David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági, hevur skrivað. Í stíli skriva 100 av yrkingunum seg beinleiðis inn í okkara sálmatraditión, meðan hinar 10 kunnu lýsast sum fostur­landssangir.

 

Byggir á søguna

Hetta er ikki fyrstu ferð David Johannesen roynir seg sum yrkjara. Longu í 1980 gav hann sítt fyrsta yrkingasavn út, og nú bókin 110 yrkingar er komin á prent, er hetta fimta yrkingasavnið, presturin letur av hondum.

Hóast yrkingarnar reika víða innihaldsliga, dylur David Johannesen ikki yvir, at nógv av íblástrinum stavar frá gomlu, føroysku sálmunum.

- Vit byggja jú altíð á herarnar á teimum, sum farin eru undan okkum, og sálmarnir lýsa partar av okkara søgu, sum ikki má fara fyri skeyti. Okkara gomlu sálmar eru ein týðandi partur av tí søguni og hava innihaldsliga so nógv gott at bjóða, sum eg fegin vil vera við til at bera víðari, sigur David Johannesen

Tí vildi hann eisini ynskt, at fleiri føroyskir sálmar høvdu sítt nátúrliga pláss í føroysku sangtraditiónini. Men slíkt tekur tíð, ásannar hann, so kanska var tað eitt hugskot at givið nýggju sálmarnar út á fløgu, so tað bleiv lættari hjá fólki at taka teir til sín, heldur hann.

Tveir av sálmunum hjá Davidi Johannesen eru tó komnir við í føroysku sálmabókina, og okkurt bendir á, at teir skjótt verða fleiri.

- Sum eg havi skilt á teimum, sum arbeiða við einum eykabindi til føroysku sálmabókina, so er tað ikki óhugsandi, at eg fái onkran av mínum sálmum við har eisini. Tað hevði verið hugaligt, men lat okkum nu síggja, sigur presturin, sum hevur lagt áherðslu á, at yrkja sálmaranir í gomlum stíli.

 

Pláss fyri báðum

Tað er tó ikki bara innihaldið í okkara sálmum, sum hugtekur prestin úr Miðvági. 10 av yrkingunum í nýggu bókini eru fosturlands- og náttúruyrkingar, sum eisini eru ein roynd at varðveita partar av okkara mentanararvi.

– Hesar yrkingarnar vísa kanska ein serligan tokka til landið og fólkið, málið og mentananina sum vit kenna tað frá eitt nú tjóðskaparrørsluni, sigur prestur, sum tó ikki bara hevur áhuga fyri tí gamla.

– Eg haldi avgjørt eisini, at vit eiga at taka nýggjar og øðrvísi sangir til okkum, sum kunnu ríka okkara sangskatt. Tað skal sjálvandi vera pláss fyri báðum, sigur David Johannesen.

Tað er forlagið Vón, sum gevur út sangbókina 110 yrkingar, sum er at fáa í bókabúðunum. Petur Jacob Haraldsen hevur gjørt tekningarnar í bókini.