Høgni Djurhuus fekk Móðurmálsvirðislønina

MÓÐURMÁLSDAGUR Á føðingardagnum hjá V. U. Hammershaimb varð móðurmálsvirðislønin 2012. Tað eru miðlarnir, málnevndin, Nám og Mentamálaráðið, sum skipa fyri, og virðislønin verður framyvir nevnd »V.U. Hammershaimbs virðislønin«

Á føðingardegi V. U. Hammershaimbs í gjár fekk Høgni Djurhuus, journalistur, Móðurmálsvirðislønina 2012. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum handaði honum virðislønina á hátíðarhaldi, sum var í Fútastovu og Nýggjustovu í Gongini í Havn – í umhvørvinum, har V. U. Hammershaimb vaks upp.
Tað eru Sosialurin, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, NÁM og Mentamálaráðið sum í felag skipaðu fyri tiltakinum.
Tað var íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Þórður Bjarni Guðjónsson, sum beyð vælkomin í Fútastovu. Íslendska aðalkonsulátið heldur til í Fútastovu, og á íslendskum máli talaði hann um málrøkt og »dag íslenskrar tungu«. Brynja Ósk Birgisdóttir, sum starvast í aðalkonsulátinum, týddi so hvørt til føroyskt.
Þórður Bjarni Guðjónsson helt tað vera serstakan heiður at sleppa at húsast í hugnaliga umhvørvinum í gomlu Havnini og at vera so nær sjónum, sum hevur havt so stóran týdning fyri tjóðirnar báðar.
Hann greiddi frá um móðurmálsdagin í íslandi, sum verður hildin 16. november, sum er føðingardagur hjá tjóðarskaldi íslendinga, Jónas Hallgrimssonar. Íslendski móðurmálsdagurin hevur verið hildin síðani 1996.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnaðist í røðu síni um móðurmálsdagin. Hann helt tað vera tekin um, at vit eru tilvitað um, at málið er livandi og vísti á, at tað setir krøv til okkum, nýta málið. Hann helt tað vera sera hóskandi at hátíðarhalda móðurmálið á føðingardegi Hammershaimbs, sum hevur havt so stóran týdning fyri móðurmálið.
Bjørn Kalsø vísti eisini á, at hóast vit ikki halda málið verða hótt, so eiga vit at vanda okkum væl um málið.
– Tí málið er so stórur partur av mentan okkara, málið er livandi og liðiligt, og soleðis skal tað vera, segði Bjørn Kalsø.
Hann vísti eisini á tvær yvirskriftir, sum vóru í bløðunum um dagarnar. Onnur var um nýggja airbussin hjá Atlantsflog, hin um álit um føroyska bátin.
– Hetta eru tvær útsagnir, sum eru eyðkennandi fyri ta tíð, vit liva í. Vit vilja fevna um alt, bæði tað hátøkniliga og framkomna, og so tað næstan útdeyða eisini. Hetta gera vit fyri at ganga í takt við øll hini, sum vit samanbera okkum við. Bátasmíð er útdoyggjandi, tí skriva vit eitt álit. Men hóast airbussurin kostar 250 milliónir krónur, so keypa vit hann uttan at skriva álit. Ein airbussur og bátasmíð sama dag. Hetta sigur eitt sindur um, hvussu livandi føroyskt mál er. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvat V. U. Hammershaimb hevði sagt um airbussin, segði Bjørn Kalsø.
At enda segði landsstýrismaðurin, at Mentamálaráðið helt tað vera hóskandi, at móðurmálsvirðislønin verður nevnd »V.U. Hammershaimbs virðislønin«