summarveðrinum á Skála hevur heimaliðið í kvøld vunnið lyklauppgerðina í kappingini um at sleppa undan niðurflyting ímóti B68. Toftamenn eru á veg til hús við 1-0 tapi. Harvið er B68 niðast á støðutalvuni [...] av vøllinum, og í hansara stað er komin Andrias á Líknargøtu. 80) 1-0 So resta tað tíggju minuttir, og tað kennist sum um, at heimaliðið hevur tamarhald á støðuni. Toftamenn hava eftir steðgin ikki roynt [...] Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust á Svangaskarði, endaði tað málleyst. Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil í kvøld, so er tað mangt, sum bendir á, at møguleikin fyri endurtøku av tí úrslitinum
tveimum málum á heimavølli ímóti ÍF, og í dag hevur 07 Vestur vunnið við tveimum málum á útivølli ímóti EB/Streymi. Úrslitið í gjár var 2-0, og í dag var úrslitið 3-1. Sigurin í góðveðrinum á Eiði ber við [...] fáa frið á spælið, men tað eydnaðist ikki, hóast Símun Sólheim eftir framlegging frá Bárði Olsen og eftir fína temjing setti bóltin í málið og til 1-0 heimaleiðslu. 07 Vestur hevði betri tak á spælinum [...] tá ið Predrag Jeremic úr stuttari fjarstøðu legði gestirnar á odda. Eftir innlegg úr vinstru legði John Fagerström bóltin fyri føturnar á Predrag Jeremeic, sum takkaði fyri. So var 2-1 til 07 Vestur,
Silju á Borg Madsen og Liljuni Petersen. Hetta var rættuliga munagott, og samanlagt var talan um heilt annað liðavrik hjá HB hesaferð enn fyri einum ári síðani, tá ið tær taptu stórt fyri KÍ á Ólavsøku [...] Olsen, Malena Josephsen og Bára Klakstein royndir á málið. Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk tó Halltóra Joensen, tá ið hon var spæld leys miðskeiðis á KÍ hálvuni. Hon setti kós ímóti málinum, men tá [...] Funnu vegin Í seinna hálvleiki myndaðist spælið fyrstu løtuna á sama hátt, og tað var ikki frítt, at ein kensla av frustratión kendist á KÍ, sum rættuliga ótolnaðist eftir málinum. Rannvá B. Andreasen
Tað kemur ikki beinleiðis óvart á meg, at vit fáa silvurheiðursmerki í dag. Neistin hevur fleiri spælarar, sum gera bart, tá tað stendur á. Vit hava torført við at fáa ferð á álopsspælið. Vit eru lágvaksnir [...] Jóannes Jakobsen var liðskipari, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í 1990. Hann segði undan dystinum, at tað verða 11 mans móti 11 monnum á vøllinum í Landskrona. Tá ber alt til. Undir vanligum umstøðum [...] lágvaksnir, og neistamenninir eru høgir, og tí noyðast vit at dúva upp á skjótálop fyri tað mesta, sigur Arnbjørn Hansen, og leggur doyðin á, at kollfirðingar læra nógv hvørjaferð, teir spæla móti Neistanum.
Søldarfjørður Siloa-kórið luttekur á møtinum sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 v/ Signar og Sólgerð á Reynatrøð. Øll eru vælkomin [...] Týskvøldið 16. mars kl. 20 í Samljóð í Skopun. Mikukvøldið 17. mars kl. 20 á Sjómansheiminum í Runavík. Hóskvøldið 18. mars kl. 20 á Sjómansheiminum í Klaksvík. Leygarkvøldið 20. mars kl. 20 í Filadelfia, [...] Christianskirkjan: kl. 20, ungdómsgudstænasta, United Voices syngur. Hugnaløta í kirkjukjallaranum aftan á. Hans Eiler Hammer Gudstænastur miðføstusunnudag Gjógv: kl. 12.00 messa, Funningur: kl. 17.00, messa
at syngja lovsang í Vágstúni á Norðoyarstevnu. Sunnudagin ongin sunnudagsskúli, kl. 18 er møti, Hjalgrím Davidsen talar. Sands Missiónshús Sunnudagsskúlin er nú kl. 10.30 á morgni. Møti kl. 18. Tú ert vælkomin [...] n í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti. Øll eru vælkomin. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti, sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Ebenezer Sunnudagin [...] Jacobsen, kl. 22 útimøti við Filadelfia. Mánakvøldið kl. 20 bønarskúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 familjumøti
30. Luttøka úr Esbjerg. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja [...] 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 sunnudagsskúli, kl. 19.00 er møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Eisini verður vitnisburður og [...] Saron, Vestmanna Sunnukvøldið kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Missiónshúsið, Vestmanna Á ungdómsmøtinum sunnukvøldið kl. 20 verður filmurin »Prince of Egypt« sýndur. Aftaná verður grýturættur
smíðaður á krossin og man doyr nakrar dagar av tí, sigur seks ára gamli Bogi av Vollanum úr Kalbak. Hann fer í skúla eftir summarfríðtíðina og nú gongur hann í skúlabólki á barnagarðinum Inni á Gøtu. Høgtíð [...] um pínslusøgu Jesusar: - Vit halda páskir,tí Jesus blev smíðaður upp á ein kross sigur Anna Hádal. Hon er longu sjey ár og býr Inni á Gøtu. »Nummar 120,« leggur hon aftur at. Í Kalbak hava tey slett ikki [...] bleiv smíðaður, tí hinir vóru so øvundsjúkir inn á hann, tí hann bara gjørdi gott,« sigur hon - Eg veiti ikki ordiliga hvussu hann blev smíðaður upp á ein kross. Men hann bleiv smíðaður, tí eg havi sæð
alt upp á pláss innan føroyska billiardheimin, sigur Sonhard og flennir í kíki. Umframt hinar báðar, sum hann var saman við til at vinna føroyameistaraheitið í fjør, so nevnir hann eisini Niklas Hera Jákupsson [...] Móttøkan byrjaði klokkan 17, og lagið var gott á øllum, sum løgdu leiðina framvið. Fleiri vóru komin beinleiðis av fótbóltsvøllinum, har fyrsta kvinnulið hjá KÍ júst hevði fingið steyp og heiðursmerki [...] enda hjá kvinnunum. Øll tosaðu um, hvussu hugnalig og avbera flott hølini í Klubbanum eru vorðin. Mitt á gólvinum stóð eitt borð við pinnamati, víni, øli og sodavatni, sum Jákup og Hergerð Ziskason borðreiddu
heldur álvakent. Eitt svenskt hitt? Á nýggju fløguni verða tvey løg sungin á svenskum. Sjálv segði Eivør seg ikki vita, hví hon hevði skrivað lagið "Om jag vågar" á svenskum, men legði afturat við einum [...] grein av mongum, ið Eivør meistrar. Sum um hon ikki hevði gjørt annað enn riðið á heystbaki við cowboyhatti, og sungið country á norðuramerikonsku preriuni - meðan sólin setur. Tað var eisini stuttligt at [...] víða. Allar sjangrur kunnu hugsast at vilja taka hana til sín. ???????? Sanna Laksá og Barbara á Líðarenda: - Eivør er suveren! Hon er barasta cool og Bill roolar! Tey bæði riggaðu ótrúliga væl saman, akkurát