Fyri einum ári síðani vant KÍ burtur úr havnarliðnum, men hesaferð var sera javnt og spennandi. Tað gekk báðar vegir alla tíðina, men dygdin í spælinum var sjáldan tann, sum serliga KÍ so ofta hevur víst. KÍ hevði í 1. hálvleiki leikliga yvirvág, men nakrar ferðir hótti HB av álvara í mótálopum. Í seinna hálvleiki var HB væl við, og tær trýstu seinastu løtuna fyri at fáa útjavnandi málið. Men favorittarnir úr Klaksvík hildu tørn.
Nú hava teir báðir afturvendandi finalistarnir seinastu seks árini vunnið steypakappingina tríggjar ferðir hvør. KÍ liðið er farið at minna ikki sørt um tiltikna 66 liðið. Fyrstu ferð, at tær vunnu nakað sum helst, var í 1997, tá ið tær vunnu FM. Í 2000, 2001 og 2002 hava tær aftur vunnið FM, sum tær aftur í ár eru storfavorittar at vinna, og ólavsøkudag endurtóku tær steypasigurin frá í fjør og 2000. Hjartaliga tillukku við tí.
Tað fleyt ikki
KÍ hevur ongantíð tapt í hesum kappingarárinum, og oftast hava tær spælt mótstøðuliðini sundur og saman. Álopsspælið hevur verið gott, breitt og vandamikið, men soleiðis var ikki hesaferð.
Tað tóktist vera eitt sindur strongt og nervakent. KÍ fekk ikki av álvara spælið at glíða úti í borðunum, og Vivian Bjartalíð, sum hevur verið týdningmikil í gjøgnumbrotsspælinum í vinstru síðu, kom ikki so nógv upp í part, sum hon plagar.
Á sentrala miðvøllinum spældi Una Olsen væl mesta av tíðini, og nógva av KÍ spælinum fór umvegis hana, tá ið tað gekk frægast í fyrra hálvleiki.
KÍ hevur sjey landsliðsspælarar, og tað er ikki komið burturúr ongum. Liðið hevur ongar sjónligar veikleikar, og spælararnir eru vanir við at vinna. Tað ger eisini mun í tættari finalu sum hesari, og tí lagaði tað seg, sum tað gjørdi, sjálvt um kunstneriska avrikið hesa ferð ikki var, sum tað onkra ferðina hevur verið.
HB vísti stríðsvilja
Tað var eyðsýnt, at HB vildi gera alt fyri at basa teimum úr Klaksvík. HB hevði sett Lindu Jacobsen at mansverja Rannvá Andreasen, sum verður mett sum sterkasta álopsvápnið hjá KÍ, men hóast Linda stríddist væl, so var hetta ikki nóg mikið til heilt at fáa bilbukt við sigursvandu kvinnurnar úr Klaksvík.
Á miðvøllinum spældu Kristina Simonsen og serliga Rannvá Augustinussen væl, men Eyðfríð Kristiansen hevði ikki ein av sínum bestu døgum í vinstru síðu, hóast tað júst var hon, sum skoraði málið hjá HB.
Halltóra Joensen ? toppskjúttin í Oyggjaleikunum, sum venur saman við 3. deildarliðnum í Hvalba ? var støðuga og stóra hóttanin hjá HB, og hon hevði møguleikar at fáa mál, tí tvær ferðir var hon leys ímóti KÍ málinum.
Sammett við tað, ið er farið av hesum árinum, hevði HB styrkt um liðið við tveimum verjuspælarum ? Silju á Borg Madsen og Liljuni Petersen. Hetta var rættuliga munagott, og samanlagt var talan um heilt annað liðavrik hjá HB hesaferð enn fyri einum ári síðani, tá ið tær taptu stórt fyri KÍ á Ólavsøku.
Báðar vegir
Nærdystirnir vóru nógvir, fløkjurnar og tilvildin settu sín dám á, og tað var bara í løtum, at tað veruliga eydnaðist at spæla rudduligt, reint og hugflogsríkt. Men tað var spennandi og intensivt, sum tað eigur at vera í finalu, har alt skal avgerast.
Fyrstu løtuna gekk tað javnt á, og bæði liðini høvdu royndir. Halltóra Joensen stríddist og var um reppið at koma ígjøgnum nakrar ferðir, og hon hevði eini tvey góð skot úti frá. Hinumegin høvdu Ann Olsen, Malena Josephsen og Bára Klakstein royndir á málið.
Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk tó Halltóra Joensen, tá ið hon var spæld leys miðskeiðis á KÍ hálvuni. Hon setti kós ímóti málinum, men tá ið hon kom inn í brotsteigin og royndi seg við skoti, var Ragna B. Andreasen komin aftur og fekk blokerað út til horna.
Kortini var tað størri tyngd í hjá KÍ. Onkra ferðina var tað vandamikið eftir deyðbóltsstøður, men tann stóri og upplagdi møguleikin bíðaði leingi.
Funnu vegin
Í seinna hálvleiki myndaðist spælið fyrstu løtuna á sama hátt, og tað var ikki frítt, at ein kensla av frustratión kendist á KÍ, sum rættuliga ótolnaðist eftir málinum. Rannvá B. Andreasen fekk gult kort, men løtu seinni var tað hon, sum setti hol á. Hon sleyt seg leysa í høgru síðu, dróg inni í brotsteiginum og smekkaði bóltin í handara síðunetið uttan møguleika hjá sterka HB-málverjanum, Randi Wardum, at bjarga.
Hóast KÍ leiðsluna gavst HB ikki á hondum, og tær vóru meiri enn einaferð tætt við at fáa mál. Halltóra Joensen hevði aftur opnan møguleika, tá ið støðan framvegis var 0-0, men Vivi Andreasen í KÍ málinum bjargaði.
Tá ið eitt korter var eftir, økti KÍ um munin, og hesa ferð var talan um gott og beinleiðis álopsspæl. Una Olsen sendi út í høgru, haðani Bára Klakstein legði inn fyri til Malenu Josephsen, sum tamdi og skoraði. Hetta var besta KÍ-álopið av øllum.
Støðan kundi havt bent á, at nú var liðugt, men bara tveir minuttir seinni var spenningurin bjargaður, tí tá minkaði HB um munin. Eyðfríð Kristiansen smekkaði til úti frá, KÍ-málverjin, sum annars var sannførandi, átti helst at havt bjargað, men bólturin streyk framvið fingrunum á henni og í kassan.
Málið gav av álvara HB blóð á tonna, og tær settu KÍ undir trýst. Eitt mótálop átti tó at havt at givið KÍ mál. Malena Josephsen dróg seg leysa í vinstru, og úr spískum royndi hon seg við skoti, hóast innskifta Elsa Maria Simonsen var púra leys mitt fyri málinum. Skotinum hjá Malenu bjargaði Randi.
HB trýsti
HB sendi meira fólk fram á vøllin seinasta korterið, og innskifta Malan á Dunga hevði gyltan møguleika at javna stutt undan leikloki. KÍ verjan kiksaði eftir innlegg úr høgru, og so var Malan púra leys mitt fyri. Hon smekkaði til, men bólturn fór væl upp um málið. Onkrar aðrar tættar støður vóru frammanfyri KÍ málinum, men tað eydnaðist ikki HB at skora.
KÍ vann 2-1, sum var væl í tráð við leikliga býtið, men HB átti størstu málmøguleikarnar. Tað tóktist kortini, sum um KÍ hevði neyðugu tyngdina og avgerandi gearið til at vinna, og kenslan var, at um HB hevði havt fingið eitt mál afturat, so hevði KÍ ivaleyst megnað at svara aftur.
Steypafinalan, kvinnur
Ovari vøllur í Gundadali
29. juli 2003 kl. 13.00
HB-KÍ 1-2 (0-0)
0-1: Rannvá Andreasen, 53.
0-2: Malena Josephsen, 75.
1-2: Eyðfríð Kristiansen, 77.
HB: Randi Wardum ? Linda Weihe, Silja á Borg Madsen, Liljan Petersen, Linda Jacobsen (Vivian Unadóttir, 88.), Dagny Kristiansen (Malan á Dunga, 80.) ? Gunn Müller, Kristina Simonsen, Rannvá Augustinussen, Eyðfríð Kristiansen ? Halltóra Joensen.
Gult kort: Eingin
Venjarar: Andras Thomassen og Sigmund Mikkelsen
KÍ: Vivi Andreasen ? Paula Mikkelsen, Ragna Andreasen, Jensa Sirdal, Annelisa Justesen ? Bára S. Klakstein, Ann Olsen (Elsa Maria Simonsen, 55.), Una Olsen, Vivian Bjartalíð ? Malena Josephsen, Rannvá Andreasen
Gult kort: Ragna Andreasen, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen
Venjarar: Jón Harald Poulsen og Ove Nysted
Dómararkvartett: Rúni Gaardbo, Jan á Líðarenda, Jónleif Gerðisá og Dia Lamhauge