Tór Verland Johansen
???????????????
Listamaðurin Edward Fuglø hevði gjørt nógv burtur úr í Müllers Pakkhúsi týskvøldið. Kertuljós alla staðni og reyðar rósur í trappunum og framma fyri pallin. Prikkurin yvir i?ið vóru teir yvir hundrað guitararnir, ið virkaðu sum bakgrund á pallinum. Stutt-ligt og prýðiligt. Fyri ikki at siga genialt.
Uttan nakað hóvasták byrjaðu tey við tí vakra og yndisliga lagnum "Hjarta mítt" av fløguni "Krákan". At byrja eina konsert við einari sannari perlu og so enntá spæla og syngja lagið so inniliga sum tey gjørdu, kann bæði vera gott og minni gott. Gott, tí tað gevur eina rimmar byrjan, men minni gott, tí tað kann gerast torført at fylgja tí upp. Tað var tískil einki at siga til, at tað næsta lagi "Where Are The Angels" følnaði eitt sindur. Eitt sindur óinteressant og fátónandi lag í mun til "Hjarta mítt". Men einglarnir vóru bert burtur eina pinkulítla løtu.
Country - no problem
Næsta lagi av nýggju fløguni, "If I needed You", var sera vakurt. Tað gjørdist við eitt greitt, at eisini country er ein grein av mongum, ið Eivør meistrar. Sum um hon ikki hevði gjørt annað enn riðið á heystbaki við cowboyhatti, og sungið country á norðuramerikonsku preriuni - meðan sólin setur. Tað var eisini stuttligt at hoyra, hvussu væl røddirnar hjá teimum báðum hóska saman. Hennara ljós og luftfylt, hansara djúp, eitt sindur nasal og heilt uttan luft. At luftin og yvirtónarnir í Eivør?sa rødd ikki skulu fjalast, var eyðsýnt. Meðan mikrofonin hjá Bill Bourne hevði eitt sokallað P-filtur, hevði Eivør?sa einki.
Fitt og sjarmerandi
Tað sást - og hoyrdist - týðiliga, at Eivør hevði glett seg til hesa konsert. Hon var rólig og tó tendrað. Hennara viðmerkingar millum løgini vóru sera fittar, stuttligar og sjarmerandi. Sum tá ið hon greiddi frá, at stóra trumman, sum hon hevði sæð í Norra og eftir eitt (og bert eitt!) slag á hana, umgangandi hevði keypt hana, ljóðaði best, tá hon var heit. Fyri síðani at trýsta hana fast inn at bringuni fyri at verma hana. Ella tá ið hon bað áhoyranar orsakað, at hon hevði eina so bygdasliga guitarreim, fyri síðani at greiða frá, at hon ikki fann sína egnu, og tískil bara hevði verið noydd at finna onkra í trunkanum millum teir hundrað guitararnar á pallinum. At eigarin av teirri bygdasligu guitar-reimini sat í salinum, gjørdi tað bara enn stuttligari.
Trøllabundin av tónleiki
Eftir tað sveimandi lagið "Trøllabundin", ið Eivør framførdi a capella við tí nøkulunda heitu trummuni, fortaldi Eivør hvaðani íblásturin til lagið og orðini vóru komin. Einaferð tá hon hevði spælt í Keypmannahavn, kom ein maður upp til hana og segði, at hon hevði trøllabundið hann!
- Eg helt tað var so pent og stórsligið sagt av honum. Eftir hetta hugsaði eg um tað, at vera trøllabundin, og fann síðan útav, at eg sjálv eri púrasta trøllabundin av tónleiki.
Eivør segði einki um, nær hon hevði funnið útav tí, men vit eru mong, ið leingi hava vitað, at okkurt sermerkt og eitt sindur gandakent er við hesari kvinnu og hennara rødd. Ella kanska heldur álvakent.
Eitt svenskt hitt?
Á nýggju fløguni verða tvey løg sungin á svenskum. Sjálv segði Eivør seg ikki vita, hví hon hevði skrivað lagið "Om jag vågar" á svenskum, men legði afturat við einum brosi, at hon jú heldur ikki kundi vita alt... Men eins og føroyskt, íslendskt og enskt verður livandi, tá ið hon syngur, soleiðis er eisini við tí svenska. Tað skuldi tískil ikki undrað, um lagið verður ein sokallaður oyrahangari. Sera fitt, sera einkult og sera vakurt. Og omaná tað heila á tí vakra svenska málinum. Møgu-liga verða nakrar - um ikki nógvar - fløgur seldar í Svøríki bara vegna hasum lagnum.
Móðurlandið Føroyar
Eivør er ung kvinna, ið tó longu hevur roynt og rokkið ymist innan tónleikaverðina, sum fá náa uppá eitt heilt lív. Og fáir eru teir føroyingar, ið ikki hava fylgt við, hvussu gongur henni, og sent henni góðar tankar. Tað var tískil nokk so hugaligt at hoyra hana siga frá sanginum "Mín móðir". Meðan hon fyrr oftani skrivaði sangir og tekstir til mammu sína, so eru líknandi tekstir, sum hon nú skrivar, eins nógv við tonkum til Føroyar og tey fólk, sum hon kennir her. Orðini fáa sostatt annan týdning, t.d.: "Mín móðir hjá tær eg standi, í hjartanum goymi eg teg..."
Heitari eftir steðgin
Eftir steðgin hildu tey fram har tey sleptu. Intensiteturin varð hildin allan vegin. Tað sýntist næstan sum vóru tey enn glaðari enn áður, kanska tí at tey nú vóru ordiliga heit. Eisini áhoyrararnir vóru heitari og lættari. Og tá Bill Bourne, ið er framleiðari av nýggju fløguni, sang eitt niðurlag á føroyskum, mundi fagnaðurin ongan enda taka.
Góð konsert
Hóast Eivør meistrar sína rødd heilt fantastiskt, og í heilum dregur áhoyrarnar við sær inn í sorgblíðar kenslur og villar dreymar, so er eingin ivi um, at hon er allarbest, tá ið hon syngur eitt lag sum í sjálvum sær er gott. Við øðrum orðum so kann sjálvt hennara rødd og hennara avbera góði teknikkur ikki altíð einsamallur halda einum minni góðum lagi uppi allan vegin. Sigast skal tó, at tað vóru ógvuliga fá løg, sum ikki vóru heilt so góð í sjálvum sær.
Tikið samanum var tað ein sera væleydna útgávukonsert. At tvey fólk kunna rúnabinda spentar áhoyrarar í samfullar tveir tímar við tónleiki, harav nógv er nýtt og ókent, er eitt bragd í sjálvum sær. Samanspælið millum tey bæði eydnaðist sera væl. Bæði hvat viðvíkur guitarspælinum, har Bill stundum kryddraði við mjúkum solospæli og sínum dunkandi fóti, og tá ið røddirnar flættaðu saman. Eisini dugdu tey væl at blanda løgini, so tað ikki gjørdist einstáttað. Við einari vælupplagdari Ei-vør, kundi tað ikki ganga annað enn strálandi!
Til lukku við útgávuni!
??????????
Viðmerkingar til konsertina
Birgir Sondum:
- Tú fært meg ikki at siga nakað negativt. Tað ber stutt sagt als ikki til. Eivør er bara ótrúliga góð at upptraðka! Tað er, sum um hon als ikki veit av, hvussu sjarmerandi hon er, og tískil gerst hon enn meira sjarmerandi. Og so hevur hon eina fantastiska rødd, samstundis sum hon spennur so víða. Allar sjangrur kunnu hugsast at vilja taka hana til sín.
????????
Sanna Laksá og Barbara á Líðarenda:
- Eivør er suveren! Hon er barasta cool og Bill roolar! Tey bæði riggaðu ótrúliga væl saman, akkurát sum eitt ?klikk?.
Meðan Sanna hevur verið til ?næstan allar?, er Barbara ikki í iva um, at hon hevur verið til allar konsertirnar hjá Eivør. Eisini fingu tær ta nýggju fløguna áðrenn nakar annar. Tær kunnu tískil kallast veruligir fjepparar, ið tó eisini hava eina hugsan um, nær Eivør er best:
- Løgini hjá Bill vóru góð, men løgini hjá Eivør riggaðu bara allarbest.
·
????????
Ivan Niclasen:
- Fantastiskt! Eivør bara veksur og veksur og nú hevur hon fingið eina norðuramerikanska legendu við sær. Tað er fínt, at hon hevur funnið hann (Bill Bourne, red.), tí tað kann møguliga geva henni enn meira.