Í góða summarveðrinum á Skála hevur heimaliðið í kvøld vunnið lyklauppgerðina í kappingini um at sleppa undan niðurflyting ímóti B68.
Toftamenn eru á veg til hús við 1-0 tapi. Harvið er B68 niðast á støðutalvuni. Tað eru nú trý stig fram til Skála, sum so at siga hevur fingið mót av nýggjum við 1-0 sigrinum. Hann ber við sær, at tað eru tvey stig frá Skála og fram til AB á 8. plássi.
Avgerandi málið í kvøld skoraði Skála miðverjin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Stutt úr málinum setti hann bóltin í málið eftir horna úr høgru.
Tað var leingi javnt, og tað var langt millum málmøguleikarnar. Eftir steðgin hevði heimaliðið størri trýst, og tað øktist, tá ið Ahmed Keita stutt frammanundan sigursmálinum varð settur á vøllin.
---
LIÐUGT
1-0
90) 1-0
3 minuttir lagdir aftrat.
85) 1-0
Skálamenn taka tað róligt, tá ið tað ber til. Nú hevur Ransin N. Djurhuus víst Andreasi Frederiksberg gula kortið fyri at dølla sær í sambandi við deyðbóltsstøðu.
Hjá B68 er Hákun Edmundsson farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Andrias á Líknargøtu.
80) 1-0
So resta tað tíggju minuttir, og tað kennist sum um, at heimaliðið hevur tamarhald á støðuni. Toftamenn hava eftir steðgin ikki roynt seg við skoti móti málinum hjá Skála og Mark Ruytin.
70) 1-0: Pætur Dam Jacobsen
So hevur heimaliðið lagt seg framum. Eftir horna í høgru og eitt sindur av smáspæli varð bólturin lagdur inn undir málið, har miðverjin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen stýrdi honum í málið.
Tað ger góðan mun, at Ahmed Keita er settur inn í Skála álopið. Hans Jørgensen í B68 málinum hevur lítlu løtuna, síðani hann kom á vøllin bjargað tvær ferðir.
65) 0-0
Høgri vongverji hjá Skála, Jákup Jacobsen, er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Ahmed Keita. Andras Frederiksberg er fluttur av miðvøllinum og á vongverjan í høgru. Ólavur Mikkelsen er nú sentralur miðvallari, Brian Jacobsen er farin í høgra borð í álopinum, og Ahmed Keita er fremsti maður.
60) 0-0
So restar hálvur tími, og tað er framvegis málleyst.
50) 0-0
Skála hevur verið omaná fyrstu løtuna eftir steðgin. Í somu atsókn var tríggjar ferðir tætt við, men B68 verjan megnaði hvørja ferð at rudda burtur.
46) 0-0
Teir somu 22, sum vóru við frá fyrsta bríksli, eru komnir aftur á vøllin, nú tað verður farið undir 2. hálvleik.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Teir eru farnir undir tak, og spenningurin er tann sami, sum hann var undan dystarbyrjan. Máltalvan vísir framvegis 0-0. Harvið hava Skála og B68 higartil í ár spælt tveir tímar og eitt korter í landskappingini, uttan at tað hevur eydnast liðunum at skora mál.
Í kvøld hevur talan higartil ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
35) 0-0
Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust á Svangaskarði, endaði tað málleyst. Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil í kvøld, so er tað mangt, sum bendir á, at møguleikin fyri endurtøku av tí úrslitinum er stórur.
Higartil hava málmøguleikarnir verið fáir og smáir, meðan skeivu sendingarnar hava verið nógvar. Tað stendur nógv upp á spæl!
25) 0-0
Líkindini at spæla eru góð. Sólin sær, og tað er eitt lítið lot.
Hjá B68 er tað merkisvert, at Jóhan Dávur Højgaard, sum seinast var leikbannaður í dag er á sentrala miðvøllinum saman við Evrard Blé og Jann Inga Petersen, meðan Hákun Edmundsson er fremstur í vinstra borði.
Hjá Skála er liðformaðurin Teitur R. Joensen framvegis so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla.
20) 0-0
Síðstu løtuna hevur heimaliðið verið omaná. Størsti møguleikin varð kortini ikki til nakað. Talan var um støðu í sambandi við fríspark. Tað tóktist, sum um talan var um støðu, sum teir hava vant, men tað kom einki burturúr.
15) 0-0
B68 hevur verið meiri ágangandi, og tvær ferðir hevur verið tætt við. Í fyrra førinum varð Jonleif Højgaard taklaðu í skotroyndini, og í seinna førinum sendi Evrard Blé við høvdinum bóltin omanfyri málið, eftir at horna varð lagt innfyri.
10) 0-0
Ikki upplagdir møguleikar, hóast bólturin viðhvørt hevur verið í brotsteiginum báðum.
Skála-B68 kl. 18.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Skála: Mark Ruytin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus – Andras Frederiksberg, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen – Ólavur Mikkelsen, Brian Jacobsen, Jákup Johansen
B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Oddur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen – Jonleif Højgaard, Óli Olsen Hákun Edmundsson










