av manningini at ringja heim til Føroya og siga frá, at teir eru tiknir og eru á veg til oynna Reunion, sum liggur eystan fyri Madagaskar. Tað er als ikki vist, at skipið hevur fiskað ólógliga, tí tað [...] talan er um áhugamál bæði í Føroyum, Noregi og í Hongkong. Høvuðseigararnir eru úr Noregi. Fyrrverandi Borðoyarnes er bert eitt av fleiri skipum, sum troyta ríku og nýggju fiskileiðirnar í suðurindiska havinum [...] av fronsku sjóverjuni og ført til Reunion. Skiparin Sigtór Andreassen ur Vági hevur nú verið á oynni í fýra mánaðir, meðan sakarmál verður fyrieikað. Passið er tikið frá honum, og hann sleppur tí ikki av
fyrst og fremst, sum ferðast til gongu og á súkklu, tá ið vegir hava verið gjørdir. - Tað snýr seg fyrst av øllum um bilin og at koma til og frá so skjótt, sum til ber. Tey, sum ferðast til gongu og á súkklu [...] byrjanini og serliga hjá teimum, sum vilja halda lógina, og eru glað um at fáa eina áminning um tey nú skuldu koyrt ov skjótt. - Men eg havi onga vitan um, hvussu stóra ávirkan teir hava í longdini og heldur [...] ljóstalvu, tú fært frá løgregluni sendandi eina mynd av tær og bilinum, sum sýnir, nær tú framdi lógarbrotið, hvussu skjótt tú koyrdi, tú skalt gjalda sekt og annað. Viðvíkjandi hátøkniligum eftirliti kann verða
gingið á sjómansskúlanum tvær ferðir um vikuna, og fríggjadagin fekk hann prógv fyri alt stríðið. Frálæra hevur verið í sjóreglum, siglingarlæru, skipstøkni og skipstólum. Eisini hevur verið undirvíst í týðan [...] havi keypt mær ein bát, sum er ein gamal fiskibátur, og nú geri eg hann um til ein frítíðarbát, sigur Ólavur Groth, sum dagliga er byggimeistari, og fæst í løtuni mest við at umvæla gomul hús. ? Ætlanin [...] Norðlýsinum, eg havi siglt við seglum í Danmark og eg havi faktiskt altíð verið spentur uppá, at gjørt ein slíkan túr. Eisini havi eg siglt við fiski- og fraktbátum í trý ár. Sjálvur hevur Ólavur onga familju
máli enn hjá okkum." Og hví man tað vera? Jú, grannalond okkara hava fyrst móðurmálið og síðani enskt sum fyrsta fremmandamál. Vit hava føroyskt og danskt (næstan á jøvnum føti) og síðani enskt sum 3. mál [...] um byrjað verður við enskum í 3. flokki." Stutt og greitt! Jú, tað er vist, at tað fer, um tit ætla at hava bæði enskt og danskt í 3. flokki! Stutt og greitt! Uppskot. Vit flyta danskt úr 3. upp í 4. [...] ensktíma í 3. flokki og 2 ensktímar í 4. flokki, er ov lítið djarvt, ikki nóg hugflogsríkt! Føroyingar duga ikki nógv væl føroyskt, m.a. av tí øgiligu ávirkan, danskt hevur í skúlanum og í samfelagnum annars
heilt vist, at ein tunnil kemur til Suðuroyar einaferð ? tað ivist eg onga løtu í, sigur hann avgjørdur. Og so leggur hann avgjørdur aftrat: - Nú verður so nógv tosað um ein nýggjan flogvøll. Og sjálvandi [...] skilligt er ? sera hugaður og heitur fyri einum undirsjóvartunli til Sandoynna, men hann hugsar eisini longri enn tað ? heilt suður til oynna, hagar hann upprunaliga er ættaður. Tøknin og tólini at gera slíkar [...] - Gamlarætt var góð, tá hon kom ? og hon er framvegis góð, eingin ivi um tað. Men nú mugu vit taka næstu stigini, sigur Tórálvur Mohr Olsen er fyrrverandi tingmaður úr Sandoy. Hóast hann fór um tey áttati
ummælarar og miðlar gita um, hvør fær Michelinstjørnur – ofta passar tað, men ofta passar tað ikki. Vit vita einki, men eru sjálvandi ræðuliga spent. Tað sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur [...] hetta er so fyrstu ferð, at vit eru nevnd av matummælarum, hesaferð donskum og svenskum, sum kandidatur til at fáa Michelinstjørnu, og tí eru vit ógvuliga stolt av. Vit síggja tað sum nakað positivt, at vit [...] verða umrødd í sambandi við stjørnuútbýting hjá Michelin Guide, sigur Johannes Jensen. Stjórin í Gist & Vist leggur dent á, at hann vil ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Men spurdur beinleiðis
var millum Kaldbak og Sund, og harvið komu tey bæði Hans og Tóra at hittast, og tey giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár síðan, at Tóra kom inn á Sund at búgva. Vit báðir, Jakku og Óli, hava verið inni [...] strævið. Omma og abbi giftust nakað áðrenn aldarskiftið, og tey giftist inn hjá langabba og langommu. Abbi róði út og var vaktarmaður á prestbátinum. Nøkur ár róði hann út í Íslandi, og nøkur ár var hann [...] systkjunum livir bert Villi eftir, og hann býr í Danmark. Hans var bert 66 ára gamal, tá hann doyði í 1990. Tey bæði, Hans og Tóra, fingu børnini Benadikta, Sigrid, Jákup og Hanus, og Tóra eigur tvey ommubørn.
vit vandu og í tí forminum, sum eg var í. Eg hevði eina góða kenslu, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Ístaðin gjørdist venjingin ikki so ógvislig í vár, og ístaðin varð meira tíð til vinir og kenningar í [...] HM-silvur í singlesculler í HM í Eysturríki, og hann var bert tríggjar hundraðpartar av einum sekundi frá einari gullmedalju. Sverri Sandberg Nielsen er fyrsti føroyingur og fyrsti danskar at vinna eina HM medalju [...] aftur í styrki, sigur venjarin, Thomas Poulsen, sum heldur, at tað er ikki vist, at toppstøðið er rokkið enn. – Vit broyttu fokus og settu venjingarnar upp í ferð fyri seks, sjey vikum síðani. Men venjingin
Bolstad Mortensen og Suni Juul Petersen, eru teir umtalaðu, og teir vóru veruliga við til at lyfta spælið upp í eina hægri eind. - Vit hava fingið styrk úr Fram, og teir pressaðu sum óðir, og hetta fekk allar [...] oddaliðnum, var ikki roknað við. Sum skilst raktu SÍ ikki dagin, og var tað kanska heppið, at ávaringin kom frá Fleyr. Í løtuni telja tap móti ÍF og Mjølnir dupult, tí tey eru so ómetaliga jøvn í oddinum. Fleyr [...] Við sigrunum í dag eru Fleyr bert 3 stig aftanfyri oddaliðið SÍ og so avgjørt kandidatar til oddastríðið um FM. Stigini eru hálveraði, og tá Fleyr onki stig hevði, so mistu teir heldur onki. So sigast kann
sum hvør einstakur næmingur skal brúka. Og ovast á hesum liggur ein seðil við bæði navni og flokki á. - Ja, verði hjartaliga vælkomin í skúla dag. Gerið so væl og setið tykkum niður, sigur Jaspur Kruse [...] Ivan. - Vit vóru í Danmark í summar við ommu og abba. Tá sá eg hesa taskuna og mær dámdi hana so sera væl. - Eg haldi, at hon er ordiliga kul, sigur Ivan, og vísir errin fram taskuna til hinar næmingarnar [...] hurlivasanum hevur hann helst ikki ansað lepan við navninum á. Frammanundan hava fólk verið og gjørt reint í skúlanum, og hava tískil sett stólarnar undir borðini. Soleiðis standa teir enn. Hetta er fyrsti skúladagur