Fyri aðru ferð endar heiðurin í Leirvík

Hetta er aðru ferð, síðan Vinnuhúsið fór at velja ársins virki, at eitt virkið í Leirvík hevur vunnið hendan heiður. Í 2005 varð tað Høvdavirkið, sum varð kosið at vera ársins virki – og á vinnudegnum fríggjadagin endaði heiðurin hjá Tavuni í Leirvík

ÁRSINS VIRKI

Tá Høvdavirkið í 2005 gjørdist ársins virki í Føroyum, brúktu vit yvirskriftina, at “Leirvíkingar brúktu høvdið”. Men tað er ikki bara á Høvdavirkinum, at leirvíkingar brúka høvdið. Tað hava tey so sanniliga eisini gjørt á gulllaksavirkinum Tavuni, sum á vinnudegnum seinasta fríggjadag varð kosið at vera ársins virki í ár. Hetta er soleiðis aðru ferð í bara fimm ár, at virkir í Leirvík fáa henda mikla heiður millum mong virkir í Føroyum.
Ikki minni áhugavert er tað, at bæði Høvdavirkið og Tavan í Leirvík kunnu sigast at vera ótraditionell virkir í mun til okkara vanligu flakavinnu úr vanliga kendum fiskasløgum.

Duga í Leirvík
Á Høvdavirkinum hava tey dugað at virðisøkt og tjent pengar burtur úr tí, sum vit kunnu rópa fiskaslógvi, høvdum og ryggjum – og á Tavuni hava tey dugað betri enn onnur at tjena pengar og skapt gevandi vinnu úr gulllaksi, sum hevur verið trupult hjá øðrum virkjum í Føroyum, tó at fleiri royndir hava verið gjørdar.
Meðan mong virkir í Føroyum hava hingið við rumpuni í vatnskorpuni – og summi væl lægri enn tað, eydnaðist tað Tavuni í fjør at koma við einum avlopi upp á næstan 11 miljónir krónur, sum má sigast at vera serstakliga flott.
Føroysk fiskaframleiðsla hevur seinnu árini ikki verið hon, ið hevur givið tann nógva peningin. Heldur hevur tað verið ein kampur um at halda nøsini úr vatnskorpuni.
Hesi somu ár hevur tað kortini eydnast teimum, sum reka og arbeiða á Tavuni í Leirvík at koma við avlopum, sum seinastu fimm árini hava ligið úr 2,6 miljónum krónum upp í 10,8 miljónir krónur um árið.
Í samrøðu við Sosialin hevur stjórin á Tavuni onkuntíð sagt, at tey duga ikki betri enn onnur – ella, at “vit duga einki, sum onnur ikki duga…”
Men sikkurt og vist er, at okkurt duga tey á Tavuni, sum onnur í hvussu er ikki hava dugað líka væl.

Eitt herðaklapp
Tá Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, tók ímóti heiðurinum á vinnudegnum fríggjadagin, helt hann lítillátin fyri, at tað er stuttligt at fáa eitt herðaklapp. Hann helt, at hugskotið at velja ársins hetta og hatta innan føroyskt vinnulív er gott og soleiðis eisini innan okkara skipavinnu.
- Eingin undrar seg so nógv yvir hesa gongd, sum verið hevur á Tavuni, síðan vit byrjaðu hesa framleiðslu í 1994, sum eg sjálvur.
Í stuttum greiddi hann frá søguni aftanfyri virkið og segði, at teir í 1994 gjørdu av at leiga gamla flakavirkið Frost beint eftir kreppuna, sum hevði lagt so stóran part av føroyskum vinnulívið lamið.
- Fleiri, sum høvdu arbeitt á gamla flakavirkinum, komu í arbeiði hjá okkum, og tey vóru fegin um at sleppa í gongd aftur. Vit merktu beinanvegin ein fantastiskan anda og ídni millum fólkið til at fáa hetta at bera til. Hendan anda og hetta ágrýtni hevur vart til hendan dag, segði hann.

Stórt trúfesti
Jóan Magnus Ramussen segði, at arbeiðsfólkið á Tavuni eigur ein stóran lut í, at tað hevur gingist teimum so væl.
- Uttan hesi dugnaligu fólk og góðu leiðslu á øllum postum hevði hetta ikki havt gingið so væl, legði hann aftrat.
Stjórin takkaði eisini teimum, sum standa aftanfyri reiðaríini, ið hava veitt Tavuni rávøru, fyri gott og trúfast samstarv.
- Vit hava merkt ein fantastiskan trúskap frá teimum, sum eiga Stjørnuna, Polarhav og Eysturbúgvan, og hetta takka vit teimum fyri, segði stjórin á Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen.