Fyrst tunnil, síðani flogvøll á Sandoy

- Gamlarætt var góð, tá hon kom ? og hon er framvegis góð, eingin ivi um tað. Men nú mugu vit taka næstu stigini, sigur Tórálvur Mohr Olsen er fyrrverandi tingmaður úr Sandoy. Hóast hann fór um tey áttati í summar, dugir hann væl at síggja týdningin av einum føstum sambandi um Skopunarfjørð.

- Tað er sjálvandi ilt at ímynda sær, hvat slíkt kann skapa. Men tann dagin tað verður koyrandi til Sandoynna, fer tað at hava alstóran týdning fyri okkum.

- Tá fólk fer at kunna koma higar úr Havnini eftir einum hálvum tíma ella so, - ja, tá fer tað sjálvandi at merkjast. Tað kundi meiri enn so hent, at onkur teirra fekk hug at búseta seg her. Men sært tú, eingin okkara kann fyristilla sær, hvat fer at henda her, sigur Tórálvur álvarsamur.

Tórálvur er ? sum skilligt er ? sera hugaður og heitur fyri einum undirsjóvartunli til Sandoynna, men hann hugsar eisini longri enn tað ? heilt suður til oynna, hagar hann upprunaliga er ættaður.

Tøknin og tólini at gera slíkar tunlar eru jú betrað munandi, síðani fyrsti tunnilin varð gjørdur í Føroyum fyri 44 árum síðani til Hvalbiar.

- Ja, eg tori at siga tað heilt vist, at ein tunnil kemur til Suðuroyar einaferð ? tað ivist eg onga løtu í, sigur hann avgjørdur. Og so leggur hann avgjørdur aftrat:

- Nú verður so nógv tosað um ein nýggjan flogvøll. Og sjálvandi, er tað koyrandi til Sandoynna, eru vit av álvara við í hesum málinum eisini!