Fyrireika lóg sum skal skaffa landsstýrinum fleiri heimildir

– Tað týdningarmesta nú er at gera eina generella lóg, so vit ikki hvørja ferð skulu í løgtingið, um okkurt skal gerast, sigur landsstýrismaður.

ES hevur seinastu dagarnar sett nógv tiltøk í verk móti Russlandi, sum síðsta hósdag gjørdi innrás í Ukraina. Talan er um revsitiltøk av ymsum slag - til dømis hevur nógv tos verið um at steingja ES-havnir fyri russiskum skipum.

 

Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar fara at fylgja tí, sum ES og NATO gera. Tó er ikki vist, at lógarheimild er til at gera alt, men hetta ætlar Landsstýrið at skaffa sær.

 

Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, verður nú arbeitt í fullari ferð at snikka eitt lógaruppskot saman, sum skal tryggja, at Landsstýrið fær heimild til at implementera nógv av tí tað sama sum ES kemur við.

 

– Tað týdningarmesta nú er at gera eina generella lóg, so vit ikki hvørja ferð skulu í løgtingið, um okkurt skal gerast, sigur hann.

 

Og so eru tað nøkur av tiltøkunum, sum eru felagsmálsøki og verða stýrd úr Danmark.

 

– Um okkurt felagsmál er, boða danir okkum frá áðrenn, sigur landsstýrismaðurin og vísir á dømi um loftferðsluna yvir Føroyum. Í síðstu viku bleiv loftrúmið yvir Føroyum stongt fyri russiskum flúgvarum, og hetta var nakað, sum danir tosaðu við Landsstýrið um áðrenn, upplýsir Jenis av Rana.

 

Í øðrum førum kann verða neyðugt at lýsa ríkislógartilmæli á Løgting.

 

Eitt av tí, sum fleiri ES-lond nú ætla at gera, er at taka ímóti nøkrum ukrainskum flóttafólkum. Tað verður nú fyrireikað í Føroyum eisini.

 

– Føroyskir politikarar hava higartil ikki verið sinnaðir at siga ja til flóttafólk. Men nú er vent í Føroyum. Vit vilja gjarna taka ímóti flóttafólkum, sigur Jenis av Rana, sum leingi hevur tosað fyri at taka ímóti flóttafólkum.