FERÐSLA
Í Føroyum hevur ikki verið hugsað um tey fyrst og fremst, sum ferðast til gongu og á súkklu, tá ið vegir hava verið gjørdir.
- Tað snýr seg fyrst av øllum um bilin og at koma til og frá so skjótt, sum til ber. Tey, sum ferðast til gongu og á súkklu, koma í aðru røð. Vegirnir verða gjørdir soleiðis, at tað er lætt at koyra skjótt. Best er tí at gera tað avmarkandi á sjálvum veganetinum at koyra skjótt, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ferðkanningartólini, sonevndu ?ferðgáarnir? í Vágunum, sum Landsverkfrøðingurin hevur sett upp, avmarka uttan iva ferðina, í øllum førum í byrjanini og serliga hjá teimum, sum vilja halda lógina, og eru glað um at fáa eina áminning um tey nú skuldu koyrt ov skjótt.
- Men eg havi onga vitan um, hvussu stóra ávirkan teir hava í longdini og heldur ikki, hvørja ávirkan, teir hava á tey, sum ikki hava so góðan hug at halda seg innan fyri ferðmarkið. Í øllum førum skulu vit vara okkum fyri at halda, at eitt tal á eini ljóstalvu tryggjar, at allir bilar halda hámarksferðina av hesi orsøk. Hetta eiga m.a. foreldur, sum eiga børn, ið spæla slíkum øki at hugsa um. Tí, vilja vit tryggja okkum, at bilarnir ikki koyra skjótari, enn vit ætla, til dømis 30 km/t í einum øki millum hús, so mugu vit laga tær fysisku umstøðurnar soleiðis, at tað rætt og slætt ikki ber til at koyra skjótari enn tað sama, sigur Jón Kragesteen.
Ferðkanningartólini kunnu ikki beinleiðis samanberast við fotofellurnar, sum londini rundanum okkum fyriskipa.
- Hesar hava víst seg at vera ógvuliga munadyggar, men her er eisini tann munur, at her fært tú ikki bara eina áminning á eini ljóstalvu, tú fært frá løgregluni sendandi eina mynd av tær og bilinum, sum sýnir, nær tú framdi lógarbrotið, hvussu skjótt tú koyrdi, tú skalt gjalda sekt og annað.
Viðvíkjandi hátøkniligum eftirliti kann verða nevnt, at tað í løtuni verða gjørdar kanningar í grannalondum okkara við ymiskum skipanum, millum annað einari sum við GPS-tøkni skrásetir, hvar akfarið er. Á einum elektroniskum korti er so tilskilað, hvat ferðmark er í hvørjum øki sær. Signal verða so send til eitt tól í bilinum, sum ger, at spitarin verður trekur, um farið verður upp um ferðmarkið. Hesa skipan royndu teir 84 føroyingarnir, sum í fjør heyst vóru á einari ferð í býnum Trollhättan í Svøríki, og teir lótu væl at.
Fyri tveimum árum síðani varð lógin viðvíkjandi hámarksferðini broytt soleiðis, at koyrir tú 30 km/t skjótari enn mest loyvdu ferð, missir tú ikki koyrikortið beinanvegin, men skalt ístaðin upp til nýggja koyriroynd og fært treytaðan dóm í trý at missa koyrikortið. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði fyrivarni við hesi broyting, men Jón Kragesteen ásannar nú, at fyribils hagtølini vísa, at talið av ferðsluóhappum er ikki broytt nakað serligt, og heldur ikki talið á teimum, sum hava fingið skaða í ferðsluni. Hinvegin skal eisini verða sagt, at støðan heldur ikki er batnað nakað. Tó so, talið á teimum, sum eru deyð tykist ganga niðureftir. - Men hesi tøl eru so smá, at hagtalsliga ber illa til at bara at hyggja eftir einum ella tveimum árum í senn. Henda tvær vanlukkur, sum tann eina, ið hendi á Lambareiði í fjør, broytast hagtøl okkara so nógv, at vit als ikki longur eru í sama bólki, sum hini Norðurlondini. Samanumtikið rokni eg við, at miðalferðin er hækkað síðani lógarbroytingina. Men heilt vist kann eg ikki siga tað, tí vit hava enn ikki fingið hagtølini um hetta, sigur Jón Kragesteen.