at nógvir fundir skulu til afturat, áðrenn uppskotið verður latið tinginum aftur til 2.viðgerð. Ein flokkur - Sambandsflokkurin - hevur gjørt rættuliga greitt, at hann ikki fer at taka undir við uppskotinum [...] sett sær fyri at fáa uppskotið um stjórnarskipan samtykt í vár og lagt út til fólkaatkvøðu í hesum árinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur lagt uppskotið fyri tingið, men tað sær út til at tað er torført [...] uppskotinum, uttan so at flokkurin fær síni fingramerki sett á lógaruppskotið. Ætlanin var, at løgmaður skuldi sita við pallborðið saman við Høgna Hoydal, Tjóðveldi, og Bárði Nielsen, Sambandsflokkurin, men
hjá Miðberg sigur, at tað tykist vera blivin siðvenja at hava kransakøku og kransakøkukonfekt á nýggjársborðinum. Hann sigur, at hjá Miðberg hava tey altíð gjørt kransakøkur, og at tað verða seldar eitt [...] hava í staðin valt at gera kransakøkukurvar, sum eru fyltar við kransakøkukonfekt. Kirsten Hammer, sum eigur og rekur Gómagott, sigur, at eisini hjá teimum koma nógv fólk inn á gólvið at spyrja eftir kransakøkum [...] Tey eru nógv, sum halda, at kransakøkur hoyra nýggjárinum til. Í øllum førum selja bakaríini kring landið nógvar kransakøkur og kransakøkukonfekt í døgunum upp undir nýggjársaftan. Talan er serliga um
norsku favorittunum at vinna HM í kvinnuhondbólti. Eftir sera intensa og ógvuliga spennandi uppgerð endaði finalan í Hamburg við, at tað eru fronsku kvinnurnar, sum hoppa og fegnast yvir at hava vunnið HM, [...] og spennandi. Hetta er onnur ferðin, at Frakland er heimsmeistari í kvinnuhondbólti. Fyrsta ferðin, at Frakland vann HM, var í 2003. Tað eydnaðist ikki Svøríki at vinna fyrsta heiðursmerkið í HM í kvi [...] vónbrotið er sera stórt, nú tað er greitt, at Frakland vann finaluna 23-21. Noreg var favorittur, men norsku kvinnurnar dumpaðu. Lyklaspælararnir megnaðu ikki at liva upp til tað, sum tað varð roknað við
er stjóri í Wood Mackenzie, sigur, at 2018 verður eitt nógv betri ár hjá oljuvinnuni, sum síðani 2014 hevur verið í einari undantaksstøðu fyri at yvirliva. Eftir at oljuprísurin hevði verið oman fyri 100 [...] árini hevur oljuvinnan havt tað trupult, og vinnan hevur verið noydd at gjørt stórar sparingar í rakstri og íløgum. Men nú eru útlit til, at oljuvinnan er komin fyri seg aftur, og næsta ár verður framgongd [...] forvinna pengar, sigur Tom Ellacott sambært VG. Amerikanska felagið EIA roknar við, at oljuprísurin næsta ár fer at vera 57 dollarar í miðal.
Eg valdi at brúka Martial, Mata og Lingard, og um eg hevði valt at spælt við Mkhitaryan, so hevði eg verið noyddur at valt ein av teimum frá. Í løtuni meti eg, at teir allir hava uppiborið at vera við [...] Brighton tann 25. novembur. Tað er hvørki vegna skaða ella leikbann, at Mkhitaryan ikki hevur verið við í hópinum. Tað er heilt einfalt tí at venjarin, José Mourinho, í løtuni ikki hevur pláss fyri honum. Henrikh [...] ger hann á heimasíðuni hjá felagnum. - Eg kann einans hava seks útispælarar á bonkinum, og eg royni at hava javnvág í. Eg hevði tveir verjuleikarar (Lindel ö f og Blind), har Blind kann spæla ymsastaðni
verður aftrat, at sera nógv rusk liggur niðurfyri at balla hjá IRF, og fer tað at taka eina viku ella so at koma undir land. - Vit vilja takka kommunum, vinnuni og fólki annars fyri at sýna neyðugt tolsemi [...] balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700–750 kilo, og maskinan megnar at balla umleið 30 ballur um tíman. Hjá IRF siga tey, at ballirnar vera goymdar á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi [...] - Vit hava funnið eina góða fyribilsloysn at handfara stóru nøgdirnar av ruski, sum í løtuni verða latnar til brennistøðina. Tað sigur IRF í Leirvík seinnapartin í dag, nú tey í vikuni fingu eina rusk
í sigling um Skopunarfjørð, merkir tað, at eitt skip manglar á farleiðini um Nólsoyarfjørð. Heri Norðberg upplýsir, at tað verður Sildberin, ið fyribils fer at røkja tí farleiðina. [...] fingið undantaksloyvi til at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð. Tað váttar Heri Norðberg, ferðslusamskipari í Strandferðsluni, fyri Miðlahúsinum. Tað var í gjárkvøldið, at Teistin fekk tekniskt brek [...] tekniskt brek, men krevst ein undantaksloyvi frá Sjóvinnustýrinum fyri at seta gamla skipið í sigling um Skopunarfjørð. Tað eydnaðist ikki at fáa tað undantaksloyvi í gjár, men í morgun hevur Strandferðslan
2010. – Tað sum er avbjóðingin er, at man hevur hug at halda, at føroyingar ikki skulu vinna. Tí nógvir føroyingar hava luttikið, og onki er hent enn. Hugsar man tó um at koma víðari við einum sangi, sum [...] nógv tann besti sangurin. Eg haldi tó, at tað er hart at vera føroyingur í danska Melodi Grand Prixinum, sigur hann við Rás2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi [...] – Tað sum eyðkennir sangin er, at niðurlagið er ómetaliga gott og fangandi. Tær syngja eisini ómetaliga væl. Vinnarasangurin frá 2010 er ikki heilt ólíkur, sigur Jens Marni Hansen, tónleikari, um sangin
bólkinum á guitar, ljómborði og sangi. Tað merkir, at onkrir av teimum gomlu løgunum verða broytt nakað, men Simon Kwamm lovar, at sangirnir verða til at kenna aftur. [...] og tónleikarin Marie Højlund. DR skrivar, at forsangarin í bólkinum, Simon Kwamm, møtti Marie Højlund, tá tey arbeiddu saman í eini leiksýning í Aarhus, og at tey funnu væl útav tí saman bæði tónleikaliga [...] evnini í sangunum broytt nakað, nú ein nýggjur limur er komin í bólkin. Dr.dk skrivar, at Simon Kwamm greiðir frá, at sangirnir, ið fyrr snúðu seg um kærleika nú snúgva seg um sambandi millum menniskju á
á tal í Brøndby - Í løtuni bíði eg bara eftir at umboðsmaðurin ringir, so fáa vit at síggja um tað kemur nakað konkret. Sum nú er, sær tað ikki út til at eg skifti, men tað kann broytast skjótt, sigur [...] fyri kortum. Á heimasíðuni skrivaði felagið, at venjarin bara vildi hava spælarar við, sum ætlaðu at halda fram í felagnum. Toftamaðurin undrast tó á, at hann skuldi sita eftir, tá aðrir spælarar í somu [...] Jóan Símun Edmundsson situr í løtuni í Odense og bíðar, eftir at okkurt skal henda, nú flytingarvindeygað letur aftur á midnátt. Hann er útihýstur úr OB, har hann hevur sáttmála til í summar. Les eisini: