Nógvar kransakøkur keyptar til nýggjárið

Tey eru nógv, sum halda, at kransakøkur hoyra nýggjárinum til. Í øllum førum selja bakaríini kring landið nógvar kransakøkur og kransakøkukonfekt í døgunum upp undir nýggjársaftan. Talan er serliga um tær sonevndu nýggjársklokkurnar við fýra kransakøkukransum.

 

Sofus Hansen, stjóri hjá Miðberg sigur, at tað tykist vera blivin siðvenja at hava kransakøku og kransakøkukonfekt á nýggjársborðinum. Hann sigur, at hjá Miðberg hava tey altíð gjørt kransakøkur, og at tað verða seldar eitt sindur fleiri á hvørjum ári.

 

Eisini hjá Bakarínum hjá Jórun er stórur eftirspurningurin eftir teimum sonevndu nýggjársklokkunum. Tað sama ger seg galdandi fyri kransakøkukonfekt.

 

Mylnan selur somuleiðis nógvar nýggjársklokkur og kransakøkukonfekt, tá nýggjárið nærkast. Mylnan hevur eisini altíð gjørt kransakøkur, og tað hevur bara vundið meira og meira upp á seg, sigur Eirikur Magnussen, bakarameistari hjá Mylnuni.

 

Hjá Gómagott er eisini stórur eftirspurningur eftir kransakøkum í hesum døgum. Hjá Gómagott gera tey ikki tær sær sokallaðu nýggjársklokkurnar, men hava í staðin valt at gera kransakøkukurvar, sum eru fyltar við kransakøkukonfekt.

 

Kirsten Hammer, sum eigur og rekur Gómagott, sigur, at eisini hjá teimum koma nógv fólk inn á gólvið at spyrja eftir kransakøkum til nýggjárið.