- Vit hava funnið eina góða fyribilsloysn at handfara stóru nøgdirnar av ruski, sum í løtuni verða latnar til brennistøðina.
Tað sigur IRF í Leirvík seinnapartin í dag, nú tey í vikuni fingu eina rusk-ballimaskinu úr Danmark. Maskinan stendur á brennistøðini á Hagaleiti.
- Í maskinuni verður ruskið ballað í plastballur. Ballurnar minna um tær, sum bøndur balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700–750 kilo, og maskinan megnar at balla umleið 30 ballur um tíman.
Hjá IRF siga tey, at ballirnar vera goymdar á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi ár, tá tær verða brendar.
- Vit hava áður havt eina tílíka ballimaskinu í Føroyum. Tað var, tá IRF fyri fleiri árum síðan umvældi ovnin, og longri steðgur var í. Tá varð gjørt á sama hátt sum nú, siga tey hjá IRF.
Lagt verður aftrat, at sera nógv rusk liggur niðurfyri at balla hjá IRF, og fer tað at taka eina viku ella so at koma undir land.
- Vit vilja takka kommunum, vinnuni og fólki annars fyri at sýna neyðugt tolsemi í hesi serstøðu, vit eru komin í, siga tey hjá IRF.