Ternan fingið undantaksloyvi

Ternan og Sildberin býta nú um farleið

Strandferðslan hevur fyri løtu síðan fingið undantaksloyvi til at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð. Tað váttar Heri Norðberg, ferðslusamskipari í Strandferðsluni, fyri Miðlahúsinum.


Tað var í gjárkvøldið, at Teistin fekk tekniskt brek og mátti takast úr sigling. Í staðin setti Strandferðslan Sildberan, ið vanliga røkir siglingina um Skúvoyarfjørð, at røkja farleiðina um Skopunarfjørð. Tað hevur ført til stórar seinkingar í samferðsluni millum Sandoynna og miðstaðarøkið í morgun, tí Sildberi tekur munandi færri ferðafólk og einki pláss er umborð til akfør.


Ternan hevur fyrr røkt leiðina um Skopunarfjørð, tá Teistin hevur ligið vegna tekniskt brek, men krevst ein undantaksloyvi frá Sjóvinnustýrinum fyri at seta gamla skipið í sigling um Skopunarfjørð. Tað eydnaðist ikki at fáa tað undantaksloyvi í gjár, men í morgun hevur Strandferðslan fingið loyvið, og verður Ternan nú sett í sigling. Ternan byrjar sigling í kl.12:30 úr Skopun, og siglir eftir ferðaætlan hjá Teistanum til Teistin kemur í sigling aftur.


Nú tá Ternan verður sett í sigling um Skopunarfjørð, merkir tað, at eitt skip manglar á farleiðini um Nólsoyarfjørð. Heri Norðberg upplýsir, at tað verður Sildberin, ið fyribils fer at røkja tí farleiðina.