Seinastu trý árini hevur oljuvinnan havt tað trupult, og vinnan hevur verið noydd at gjørt stórar sparingar í rakstri og íløgum. Men nú eru útlit til, at oljuvinnan er komin fyri seg aftur, og næsta ár verður framgongd í vinnuni.
Tað sigur ráðgevarafyritøkan Wood Mackenzie í nýggjari greining, sum blaðið VG endurgevur úr.
Tom Ellacott, sum er stjóri í Wood Mackenzie, sigur, at 2018 verður eitt nógv betri ár hjá oljuvinnuni, sum síðani 2014 hevur verið í einari undantaksstøðu fyri at yvirliva.
Eftir at oljuprísurin hevði verið oman fyri 100 dollarar fyri fatið, fall prísurin í 2014 heilt niður á 30 dollarar fyri fatið, og tað skapti stórar fíggjarligar avbjóðingar hjá oljufeløgunum. Oljufeløg hava spart í rakstrinum, tey hava lagt munandi minni fyri í leitingararbeiði, og tey hava fingið størri skuld.
Oljufeløgini siga, at tey nú kunnu yvirliva við einum prísi á 50 dollarar fyri fatið, og tá ið oljuprísurin nú er um 60 dollarar fyri fatið, kunnu feløgini vinna pengar aftur.
– Við núverandi prísi kunnu oljufeløgini aftur koma í eina góða støðu og forvinna pengar, sigur Tom Ellacott sambært VG.
Amerikanska felagið EIA roknar við, at oljuprísurin næsta ár fer at vera 57 dollarar í miðal.










