løgreglan boð um, at spor eftir bili vóru í haganum frá vegnum, oman ímóti Rættargjógv og har vóru eisini billutir at finna á strekkinum frá vegnum, oman ímóti gjónni. Tí varð mett, at ein bilur var farin [...] froskmenn og bjargingarbáturin, Ziska, vórðu alt boðsend. Løgreglan sigur, at ein bilur er funnin í gjónni og tá ið froskmenn fóru at leita, funnu teir líkið av einum manni á sjónum. Hann er fyrst í tjúgunum [...] Rættargjógv, har bilurin er farin útav. Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: Givnir at leita Sí fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER Myndin er av kortal.fo
orsøkum valt at trekkja útboðið av taxfreesølu aftur”, verður sagt í tíðindaskrivi, har leiðslan á flogvøllinum staðfestir, at tey ístaðin sjálvi fara at reka hesa sølu. Eingini ivi er um, at floghavnin [...] kundi minkast, eins og hetta innibar, at flúgvast kundi við minni manning. Avtala varð á sinni gjørd við Vága Floghavn um sølubúð, men seinni gjørdi floghavnin av, at hetta øki skuldi bjóðast út. Atlantic [...] Tollfría sølan hevur givið eitt gott ískoyti til raksturin hjá Atlantic Airways, sum tó ikki ætlar at sita hendur í favn, nú broytingin verður framd. - Atlantic Airways hevur rikið tollfríu søluna á f
stutt og greitt at vinna. - Har kann málið ikki verða annað enn at vinna kappingina, sigur Kári Nielsen, sum eisini hevur bjartar vónir fyri framtíðina hjá landsliðnum, men leggur dent á, at tað er týdningarmikið [...] týdningarmikið at spælarar fara av landinum at royna seg. - Føroyska kappingin er ov veik í løtuni. Tí mugu spælarar av landinum at mennast, sigur Kári Nielsen. Hægsta raðfestingin í U20 landsliðsúttøkuni eru [...] undan uppgávunum seinni í vár og tíðliga í summar. Bæði í EM undankappingini og í IHF Trophy, er málið at vinna fleiri dystir. Í EM undankappingini, sum verður í Ísrael frá 4. apríl til 6. apríl, eru Føroyar
ilt við at halda manningarlógina. Nógvir av teimum, sum nú eru yvirmenn, eru komnir væl upp í árini, og tí er vandi fyri, at um eini tíggju ár verður eingin at taka við eftir teir. Í royndunum at fáa tað [...] -Okkara høvuðsynski er, at vit kunnu manna okkara skip við grønlendskari arbeiðsmegi í so stóran mun, sum til ber, sigur Kartsen Lyberth-Klausen, sum er skrivstovustjóri hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum [...] Royal Arctic Line manað ein arbeiðsbólk, sum skal skipa fyri átøkum, sum skulu fáa tað unga fólkið at útbúgva seg til arbeiði innan fiskivinnu og farmasigling.Tað snýr seg serliga um navigatørar, mask
3-0 sigur á grannunum úr NSÍ. Hóast tey flestu hildu at Finnur Justinussen hevði skotið øll 3 málini í dystinum, hevur dómarin Lars Muller valt at skráseta tað fyrsta málið sum sjálvmál. Tað er ein avgerð [...] avgerð, ið iðrar Finn Justinussen. - Sjálvsagt eri eg skuffaður, at eg ikki verið skrásettur fyri hattrick. Eg eri sannførdur um, at eg átti tað fyrsta málið. Eitt líknandi dømi var í øðrum umfari, tá Skála [...] Og Finnur vónar eisini, at avgerðin um tað fyrsta málið hjá Víkingi verður broytt. - Tá eg hugsi um tað málið sum Klæmint Olsen fekk á Skála, havi eg allíkavæl eina vón um, at eg verið skrásettur fyri
fyrstu ferð í nýggjari tíð, at føroysk línuskip hava verið so trúgv og drúgv í íslendskum sjógvi yvir eina so langa tíð sum í hesum umfari. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip fiskar á djúpum [...] marknaðurin. Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður hesa vikuna, og útlit eru til, at veðrið eisini fer at halda sær í skinninum. - So, vónandi verður nakað av útróðri [...] Fiskamarknaði Føroya landa øll hesi fýra skipini í dag. Sosialurin skilir, at øll hesi skip neyvan landa í dag, men tey koma væntandi inn at landa, sum vikan gongur. Trý línuskip eru eisini undir Íslandi sum frysta
Báðum dáma sera væl at vera har. Tær siga, at tað er gott og sera spennandi. Tær eru glaðar fyri at tær fóru har í praktikk. Britt segði, at hon hevði ikki viljað verið nakra aðrastaðni. Tey gera nógv [...] báðar sleppa ikki at gera somu ting samstundis. So meðan onnur er í køkinum, so er hin í Café Kaspar, vaskar, ella ger okkurt annað. Eitt sum Tórunn dámar sera væl við at vera har er, at man aldrin ger tað [...] nakra sminku. Um Tórunn skuldi lært til kokk, so hevði hon viljað lært har. Teimum báðum dámar væl at vera har og síggja hetta vónandi sum eitt framtíðararbeiði – og so fegnast tær um tann góða matin,
verður heitt á telvararnar um at møta í góðari tíð. TSF ger vart við, at tað í síðsta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvara at flyta niður í lægri deild. Tað vil siga, at ein telvari, sum í níggjunda [...] verið vanligt, at allir dystirnir eru á einum og sama staði, tá ið punktum verður sett fyri liðkappingini, og soleiðis verður tað eisini í ár. Talvsambandið boðar frá, at nú avrátt, at síðsta umfarið verður [...] í 1. deild: Klaksvík2 – Toftir, Sandavágur – Havnin og Klaksvík 1 – Vestmanna. Tað er longu greitt, at Sandavágur hevur vunnið FM. Tað er framvegis spenningur um, hvat lið skal flyta niður. Støðan: Sandavágur
ikki eydnast at fáa Postin til Suðuroyar. Hinvegin var vikuskiftissosialurin prentaður í so mikið góðari tíð, at hann er farin suður, so hann er at fáa í leysasølu og verður borin haldarum, sum vanligt, [...] tað er greitt, at hon fer ikki suðuraftur fyrrenn einaferð seinnapartin í morgin, ella í annaðkvøld. Av tí sama fáa suðuroyingar heldur ikki post. Posta boðar nú viðskiftafólki sínum frá, at tað hevur ikki [...] 64 síður, har vit m.a. tosa við foreldur, sum eru tikin á bóli, tí at børnini hava spælt fyri túsundtals krónur á telduni - uttan at vita av tí. Í blaðnum er eisini eitt drúgt vinnublað. Vit tosa eisini
landsrætti og at enda Hægsta rætti. Jersild kærdi málið til Mannarættindadómstólin í Strasburg, sum staðfesti, at dómarnir í Danmark vóru skeivir. Endamálið við innslagnum var at upplýsa, ikki at virka fyri [...] HIV-smittað blóð umvegis lívsneyðugan heilivág, tey høvdu fingið. Bløðararnir ynsktu at royna málið í rættinum, soleiðis at ábyrgdin kundi fastleggjast, men málið var úsett 30 ferðir, áðrenn tað byrjaði í [...] Danmark ella Grønjakkamálið, sum tað eisini er kent sum, snýr seg um ein journalist, sum var dømdur fyri at hava brotið í Føroyum so vælkendu grein 266b, sum millum annað bannar rasistiskum útsagnum. Journalisturin