Dømi um dómar

Jersild-málið 1994
Jersild móti Danmark ella Grønjakkamálið, sum tað eisini er kent sum, snýr seg um ein journalist, sum var dømdur fyri at hava brotið í Føroyum so vælkendu grein 266b, sum millum annað bannar rasistiskum útsagnum. Journalisturin hevði gjørt eitt sjónvarpsinnslag við nøkrum svornum rasistum. Jens Olaf Jersild varð meldaður fyri hetta. Hann varð fyrst dømdur av Býarrættinum í Keypmannahavn, síðani Eystara landsrætti og at enda Hægsta rætti. Jersild kærdi málið til Mannarættindadómstólin í Strasburg, sum staðfesti, at dómarnir í Danmark vóru skeivir. Endamálið við innslagnum var at upplýsa, ikki at virka fyri rasistiskum útsagnum.

Bløðarasakin 1996
Sonevnda snýr seg um eina kæru frá Danmarks Bløderforening yvir Eystara landsrætt. 90 bløðarar høvdu fingið HIV-smittað blóð umvegis lívsneyðugan heilivág, tey høvdu fingið. Bløðararnir ynsktu at royna málið í rættinum, soleiðis at ábyrgdin kundi fastleggjast, men málið var úsett 30 ferðir, áðrenn tað byrjaði í Eystara landsrætti. Heilivágsframleiðarar, heilsumálaráðið og heilsumálaráðharrin vóru øll partur av málinum, men hesi vórðu øll meiri ella minni púrasta fríkend fyri allar ákærur. Málið varð kært fyri Mannarættindadómstólin, sum staðfesti, at grein 6, stykki eitt var brotin.