-Okkara høvuðsynski er, at vit kunnu manna okkara skip við grønlendskari arbeiðsmegi í so stóran mun, sum til ber, sigur Kartsen Lyberth-Klausen, sum er skrivstovustjóri hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum GA.
Felagið hevur saman við umboðum fyri eitt nú Royal Greenland, Polar Seafood og Royal Arctic Line manað ein arbeiðsbólk, sum skal skipa fyri átøkum, sum skulu fáa tað unga fólkið at útbúgva seg til arbeiði innan fiskivinnu og farmasigling.Tað snýr seg serliga um navigatørar, maskinmeistarar og fiskivinnutøkningar.
Í løtuni er tørvur á 59 næmingum, men tað er neyðugt við einar langtíðarætlan, sum skal tryggja, at fiskiflotin kann fáa teir neyðugu yvirmenninar um eini fimm til tíggju ár, sigur umboðið hjá arbeiðsgevarafelagnum við KNR.
Tað er trot á yvirmonnum til grønlendska fiskiflotan, og tað er ein álvarssamur trupulleiki, tí skipini hava ilt við at halda manningarlógina. Nógvir av teimum, sum nú eru yvirmenn, eru komnir væl upp í árini, og tí er vandi fyri, at um eini tíggju ár verður eingin at taka við eftir teir.
Í royndunum at fáa tað unga fólkið at velja sær sjógvin sum arbeiðsøki, skal arbeiðsbólkurin millum annað kunna um krøv, útbúgvingar, arbeiðsumstøður og framtíðarmøguleikar.