Finnur Justinussen gjørdist stóri leikarin í kvøld, tá Víkingur vann sannførandi 3-0 sigur á grannunum úr NSÍ.
Hóast tey flestu hildu at Finnur Justinussen hevði skotið øll 3 málini í dystinum, hevur dómarin Lars Muller valt at skráseta tað fyrsta málið sum sjálvmál.
Tað er ein avgerð, ið iðrar Finn Justinussen.
- Sjálvsagt eri eg skuffaður, at eg ikki verið skrásettur fyri hattrick. Eg eri sannførdur um, at eg átti tað fyrsta málið.
Eitt líknandi dømi var í øðrum umfari, tá Skála og NSÍ spældu. Klæmint Olsen misti eitt mál av órøttum. Tann avgerðin varð seinni broytt av fótbóltssambandinum.
Og Finnur vónar eisini, at avgerðin um tað fyrsta málið hjá Víkingi verður broytt.
- Tá eg hugsi um tað málið sum Klæmint Olsen fekk á Skála, havi eg allíkavæl eina vón um, at eg verið skrásettur fyri tað fyrsta málið í dystinum.
Sostatt er Finnur Justinussen skrásettur fyri 4 mál higartil í Effo-deildini, hóast hann og fleiri onnur meta, at Finnur eigur at verða skrásettur fyri 5 mál.
Umframt málini í Effo-deildini hevur Finnur Justinussen eisini skotið 3 mál í steypakappingini.