Suðuroyingar fáa eisini Sosialin um vikuskiftið

Posta fær ikki sent post til Suðuroyar, men Sosialurin er komin vegin fram

Ólagaliga veðrið nú um vikuskiftið tarnar samferðsluni illa.

 

Eisini suðuroyarsiglingin er illa tarnað og eitt nú hevur Norrøna bara siglt ein túr í morgun, men tað er greitt, at hon fer ikki suðuraftur fyrrenn einaferð seinnapartin í morgin, ella í annaðkvøld.

 

Av tí sama fáa suðuroyingar heldur ikki post.

Posta boðar nú viðskiftafólki sínum frá, at tað hevur ikki eydnast at fáa Postin til Suðuroyar.

 

Hinvegin var vikuskiftissosialurin prentaður í so mikið góðari tíð, at hann er farin suður, so hann er at fáa í leysasølu og verður borin haldarum, sum vanligt, sigur Posta.

 

Og har er nógvur lesnaður til eitt illsligt vikuskiftið. Sosialurin er heilar 64 síður, har vit m.a. tosa við foreldur, sum eru tikin á bóli, tí at børnini hava spælt fyri túsundtals krónur á telduni - uttan at vita av tí.

 

Í blaðnum er eisini eitt drúgt vinnublað. Vit tosa eisini við føroying, sum hevur fingið eitt spennandi, altjóða starv og í blaðnum greiða fleiri í tí føroyska Team  Rynkeby frá, hví tey fara at súkkla heilt til París til frama fyri børn og Krabbamein og tey greiða frá, hvussu krabbamein hevur rakt tey.