Atlantic umhugsar støðuna

Vága floghavn hevur boðað frá, at tey sjálvi nú fara at standa fyri tollfríu søluni á fløgvøllinum. Atlantic Airways umhugsar, hvørji stig felagið skal taka

 

 

Tollfría sølan hevur øll árini verið eitt gott ískoyti til raksturin hjá Atlantic Airways. Við ársbyrjan í 2009 varð tollfría sølan flutt úr flogfarinum og í sølubúð á flogvøllinum. Hetta varð gjørt, so oljunýtslan kundi minkast, eins og hetta innibar, at flúgvast kundi við minni manning.

 

Avtala varð á sinni gjørd við Vága Floghavn um sølubúð, men seinni gjørdi floghavnin av, at hetta øki skuldi bjóðast út. Atlantic vann útbjóðingina, og rak framhaldandi sølustaðið á flogvøllinum, men nú verður hetta broytt.

 

“Nevndin í Vága Floghavn hevur av strategiskum orsøkum valt at trekkja útboðið av taxfreesølu aftur”, verður sagt í tíðindaskrivi, har leiðslan á flogvøllinum staðfestir, at tey ístaðin sjálvi fara at reka hesa sølu.

 

Eingini ivi er um, at floghavnin við hesum vil betra um raksturin á flogvøllinum. Tollfría sølan hevur givið eitt gott ískoyti til raksturin hjá Atlantic Airways, sum tó ikki ætlar at sita hendur í favn, nú broytingin verður framd.

 

- Atlantic Airways hevur rikið tollfríu søluna á flogvøllinum síðani januar mánað 2009. Hetta hevur verið eitt positivt ískoyti til raksturin hjá felagnum, og vit fara nú at umrøða, hvørji stig kunnu takst, sigur Jørgen Holme, stjóri, í tíðindaskrivi.