lærkrikanum, men kunnu ivaleyst allir spæla í morgin. Í fjør vann HB 6-1 á B68 í Gundadali, men í 1996 var úrslitið 0-0. Árið fyri tað vann HB 3-1, men í 1994 komu heldur eingi mál. Tað komu tað hinvegin í 1993 [...] men í løtuni eru teir fimm stig frá 4. plássinum, sum gevur atgongd til hesa kappingina komandi summar. Vágbingar eru eisini fullmannaðir til dystin, sum í fjør endaði 1-0 til VB. Í 1996 vóru klaksvíkingar [...] 2-0, og tað vóru teir eisini í 1995, tá VB æt Sumba/VB. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Í 1994 var VB í 2. deild, men í 1993 vann KÍ 1-0. Fuglfirðingar trýstir Í Runavík verður Eysturoyaruppgerð millum NSÍ og ÍF
anum, stútaði heilt stutt undan 0-1 málinum hornasparksinnlegg úr vinstru framvið málinum, og tá tað stóð 0-1, stútaði Jón Rói Jacobsen frísparksinnlegg úr høgru frá Brynjolvi Nielsen framvið. Føroyingar [...] ikki tað yvirtakið og tann friðin í vongspælið, sum teir ivaleyst høvdu roknað við. Seinnapartin av 1. hálvleiki megnaði føroyski miðvøllurin ikki so væl at fylgja við, men annars stóðu Niels Joensen, [...] og móti Noregi var tað eyka harmuligt, tí norðmenn høvdu heilt fáar upplagdar møguleikar, burtursæð frá teimum, sum kostaðu mál. Tá hol kom á, høvdu føroyingarnir í fyrstu atløgu fingið tak á, bólturin varð
ikki í nevndini fyri uppskotinum. Eisini greiddi Hans Kristiansen frá Gjógv frá at Lærarafelagið tey seinastu 10 árini hevði goldið 1/2 millión til Danmarks Lærerforening. Einasta vit fingu aftur fyri [...] sum eg ikki dugi at svara. Hví vildu føroyskir lærarar ikki hava eitt sjálvstøðugt felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit »118 kreds i Danmark Lærerforening«. Roynt [...] hoknaði hann bara niður, hann orkaði ella tímdi ikki at standa uppi longur. Tá so felagið var loyst frá tí danska, ja tá kom ferð á báði so og so. T.d. eigur felagið nú stór hús í Havnini. Ikki hoyrdist
næstan 100 milliónir krónur ? talið er vaksið úr 367 mió. upp í 449 mió. krónur. Hetta vísa tølini frá Hagstovuni fyri tíðarskeiði juli 97 til juli 98. Og ringarnir spreiða seg. Handilsídnaðurin er í fullum [...] kr. Sjálvt »Felagsskapir, mentan« hava fingið eitt kvink upp eftir. Her er vøksturin seinasta árið 1 mió. kr.
áðrenn HB kom upp á 3-1 og avgjørdi dystin. Hinvegin ber tað ikki til at siga, at HB ikki hevði uppiborið at vunnið, tí um nakað av liðunum var betri, so var tað HB, men burtursæð frá seinnu helvt av fyrra [...] broytingarnar, og tað gekk eisini bert ein lítil minuttur, frá Jákup Eli var farin út, til HB legði seg á odda. Ingi Rasmussen, sum hesaferð fekk kjansin frá byrjan fyri leikbannaða Johannes Joensen í høgru verjusíðu [...] oddalið av ongum Nú var 2-1, og ein hevði varhuga av, at um útiliðið fór at fáa eitt mál afturat, kundi verða galin endi hjá heimaliðnum. Men tað er ikki av ongum, at HB er á odda í 1. deild. Teir lótu ikki
Sivic at seta seg sjálvan inn í álopið fyri Tórálv Poulsen, sum spældi sín fyrsta landskappingardyst í 1. deild, og samstundis kom Rógvi Larsen á vøllin fyri Allan Manai. Broytingarnar vístu seg at vera skilagóðar [...] tað seg eisini at vera hesaferð. Stutt eftir leiðslumálið stútaði Jens Kristian Hansen hornaspark frá Arnbjørn Danielsen í kassan, og so var 2-0. Og tá so Sivic nakað seinni spældi Jens Kristian leysan
LÍF vann dystin 4-1, og burtursæð frá fyrstu tjúgu minuttunum var heimaliðið eisini omaná leikliga. LÍF-venjarin Harry Benjaminsen heldur, at LÍF hevur góðar møguleikar at klára seg í 1. deild, um tað nú [...] álopið, sendi horna hart innfyri úr vinstru. Terji Lervig setti høvdið á og stútaði í síðunetið til 1-1. Og LÍF fekk eitt afturat áðrenn hálvleikt var. Bólturin varð sendur fram til Olgar Danielsen, sum [...] nú var heimaliðið á odda. Í seinna hálvleiki fekk LÍF eitt sindur meira ferð á spælið, og 2-1 bleiv til 3-1, tá Jonhard Høgnesen sendi inn um HB-verjuna til Kristjan á Reynatrøð, sum ikki sveik. Tá vóru
hetta var góð tillaging til komandi ár, og tað er framvegis møguleiki fyri, at Royn skal flyta upp í 1. deild og harvið spæla heimadystirnar sunnudag. Hvalbingar gera í hvussu so er sín part fyri at tað [...] skal eydnast at røkka næstfremsta plássinum og harvið møguleikanum fyri tveimum dystum um eitt pláss í 1. deild. Hesa ferð høvdu teir fingið Jákup Midjord heim úr Danmark, og dysturin var útsettur til sunnudag [...] hálvu. Tríggjar minuttir fyri leiklok minkaði Jóhannes Petersen um munin, tá hann rann høgt innlegg frá Tummasi Magnussen framvið Lars Müller í Royn málinum. GÍ hevði fleiri hornaspørk síðstu løtuna, og
serliga stóra tyngd í álopspartin, og tað sást aftur í, at uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Serliga í 1. hálvleiki høvdu fuglfirðingar trupulleikar at skipa verjuna, og tað hevði við sær, at Mortan Hansen [...] fyri málinum. Fyrru ferðina ? tá vóru sekstan minuttir farnir ? stútaði hann innleggið úr vinstru frá Kristian Høgna Jacobsen í kassan (hetta var fyrsta beinleiðis royndin móti málinum hjá Erlingi Joensen) [...] at siga ikki um málmøguleika. Bárður á Lakjuni stakk til Áslak R. Petersen í høgru, hann dró burtur frá málinum og royndi seg so við longum bólti úr spískum, og tað eydnaðist væl, tí bólturin sigldi omanfyri
spælararnir við nøkrum heilt fáum undantøkum frá 1982. Í føroyska átjan manna hópinum vóru sjey av átjan spælarum frá 1983, og harafturat hava tveir aðrir, sum eru frá 1983 verið inni í myndini. Hetta vil við [...] føroyska liðnum hvørja ferðina í teimum trimum dystunum. At tapa tríggjar dystir við samlaða málmuninum 1-12 kann ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað [...] sovorðnum kappingum. Minni avgjørdir Móti Noregi fleyt spælið hjá føroyingum væl í løtum. Góðu taktirnar frá tí dystinum vóru nógv minni sjónskar móti walisum, sum arbeiddu nógv á miðvøllinum og sum spældu eyðkent