Laudrup, Brian, hevði gjørt avtalu við Ajax Amsterdam og Morten Olsen um, at hann í summar skal flyta úr Glasgow Rangers og til Ajax. Hetta vóru vorðin sum stór fótbóltstíðindi, men tey fingu ongantíð luft [...] eisini hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ikki greitt, um hann heilt fer at gevast sum fótbóltsspælari, tá hetta kappingarárið er av, og so leingi sum tað ikki er greitt, so er í hvussu [...] hevur ongar ætlanir um at gevast. Verður hann ikki skaddur, so fer hann undir HM kappingini í Fraklandi í summar í hvussu so er at koma upp á síðuna av metinum hjá Mortani Olsen, og um Danmark røkkur víðari
eina fjórðings millión, men hetta og nógv afturat varð etið upp, soleiðis at FSF hevði eitt hall av øllum landsliðsvirkseminum uppá sjey hundrað túsund krónur. Millum annað hetta sæst av roknskapinum, sum [...] avgjørt at repa seglini, tá tað snýr seg um landsliðsvirksemi hjá teimum ungu. ? Á fíggjarætlanini fyri 1998 hava vit einki sett av til virksemið hjá U-15 landsliðnum. Hetta kemst partvís av, at vit royna at [...] størri, um FSF ikki hevði valt at flyta 393 túsund krónur úr grunninum til venjaraútbúgvingar og til raksturin fyri 1997. Árið frammanundan vóru pengar eisini fluttir úr hesum grunninum. Tá var talan um 379
fram uppskot um stjórnmálanevnd. Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur slíkt uppskot fram, men fyrru ferð fekk uppskotið ikki undirtøku. Orðaskiftið fríggjadagin gav tó eina ábending um, at málið ikki [...] órógvaði Tað var tó beinanvegin greitt, at løgtingslógirnar um stýrisskipan Føroya í sermálum og um umboðsvald Føroya ikki fóru at vera nóg góðir karmar um fyrisiting av einum munandi øktum sjálvstýri. Sostatt [...] Úrslitið var lógaruppskot um tílíka nevnd, løgtingsmál nr. 42/1996. Hetta uppskot vann ikki frama á tingi. Eiga at finna felags støðu Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýri-samband
Joensen og Niels J. Nielsen, sum fer at tala á øllum møtunum um vikuskiftið. Á hvørjum møti er eisini sangur á skránni, og her er talan um ein rættiliga breiðan og fjølroyttan skara av sangkreftum innan [...] Sunnudagin byrjaði árliga missiónsvikan, sum Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri. Sum navnið sigur, er talan um eina heila viku við møtum, har talarar og sangkreftir úr húsinum og aðrastaðni frá fara at luttaka [...] Joensen fer at tala og kendi bólkurin I Am úr Klaksvík fer at syngja. Eisini er drama á skránni hetta kvøldið. Nevnast kann, at sunnudagin kl. 14 verður serstakt familjumøti, har eisini Gentukórið í
snúgva seg um sølu. Ætlanin er, at undirhaldið skal verða á høgum støði. Og m.a. verður arbeitt fyri at fáa eitt altjóða navn uttan úr heimi til Tvøroyrar at undirhalda á stevnuni. Men hetta var ikki heilt [...] Um ein góðan mánaða verður ein stór páska- handils - og sølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági. Stevnan verður í døgunum 2. - 5. apríl. Seinast, slík stevna var á Tvøroyri, var fyri 12 árum síðani [...] framsýnarum til at gera sítt til at básarnir verða so vakrir sum gjørligt, verður skipað fyri kapping um tann besta básin. Vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin allar framsýnudagarnar, umframt
fráboðanin um eldin kom klokkan 14:02 seinnapartin leygardagin, hevur komfýrurin hitað træplátunum so mikið, at eldur festi í. Sosialurin frættir eisini, at okkurt vatnrør er brostið av hitanum, og hetta hevur
tað ókenda. Vit kenna søguna um Brendan, sum sigldi til Føroya og víðari til Amerika í skinnbáti sínum. Vit kenna søguna um fólkið, ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku [...] India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin, sum hevur gjørt fleiri spennandi ferðir um høv og skrivað bøkur um tær og Trónd Patursson, kirkjubøingurin, sum við sínum [...] og eru farið uppá hvalirnar og har stungið teir við skutuli. Nú ætlar Tim Severin at skriva bók um hetta fólkið og tess hvaladráp. Og fyri at kunna tað verður so gjørd serstøk ferð. Og her er tað, at Tróndur
nú nakað síðani, at eitt samt stýrið fyri Norðurlandahúsið gjørdi av at søkja landsstýrið um skonkiloyvi. Hetta hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi [...] kunnu bera so í bandi, at skonkiloyvi fæst til ein stovn sum Norðurlandahúsinum. Tí nettup hetta hús er karmur um so mong altjóða tiltøk. Og saman við slíkum tiltøkum hoyrir eitt skonkiloyvi. Tað halda bæði [...] nevnd. At slíkt skonkiloyvi ikki er ætlað at verða misbrúkt er Bengt Gøransson, nevndarlimur eitt dømi um. Hann hevur leingi sitið sum formaður í Norðurlendsku fráhaldsrørsluni og er eisini fyrrverandi me
tosa teir um okkum sum ein 5 ára gamlan lítlabeiggja. Teir geva okkum, hjálpa okkum, og síðan brigsla teir okkum hetta. Nær verður 5 ára gamli drongurin vaksin? Og vit mugu ikki gloyma oljuna. UM olja kemur [...] 130.434,- pr. íbúgva. Og hetta er eitt magiskt, ljótt tal, men er hetta eitt ómøguligt tað? Sjálv eri eg soleiðis samanskrúvað, at eg haldi, at man skal gjalda sína skuld. Um danir gjalda, fara teir at [...] at verðið sett í verk um, hvussu nógvar pengar danir vinna burtur úr ríkisfelagsskapinum. Ikki bara nú, men gjøgnum tíðirnar. So høvdu vit eisini kunna brigslað teimum afturímóti. Um vit eru snýtt, ella
vinnulívinum. Um Gamla Hospitalið verður burturbeint, hvat verður tá næsta húsið har í grannalagnum, ið kemur at standa fyri skotum? Eg seti spurningin, hóast eg havi gjørt mær nakrar tankar um tað. Vónandi [...] Vónandi fær hetta lesarabrævið ávirkan á landsins myndugleikar, bý- og bygdaráð, og øll, ið skulu taka avgerðir í slíkum málum. Hugsið tykkum væl um, áðrenn stórar broytingar skulu fara fram í einum umhvørvi [...] til peningaligan vinning hjá einari fyritøku, ið eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum? Um so verður, at »Gamla Hospitalið« verður burturbeint og økið brúkt til vinnuligt endamál, so missa vit