vóru á odda 1-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hesin ósigurin var ógvuliga beiskur fyri onglendingar, og tí vóru teir ógvuliga grammir eftir at reisast móti sveitsarum. Sveits legði trýst á Tað var [...] dystinum. Tað hjálpti heldur ikki upp á støðuna hjá Sveits, at teir fingu Bernt Haas riknan av vølli fyri tvey gul kort, tá ið ein tími var leiktur av dystinum. Tað gekk tó eitt sindur striltið hjá onglendingum [...] av dystinum vóru onglendingar hart trýstir, og við eitt sindur av hepni kundi Sveits eisini lagt seg á odda. Ístaðin vóru tað onglendingar, ið tóku leiðsluna í dystinum, tá ið ein lítil hálvur tími var leiktur
vóru teir í Viborg, har heimaliðið legði seg á odda, tá ið 26 sekund vóru farin. Viborg vann 2-0, og hetta var sjeynda ferðin á rað, at Esbjerg ikki vann á útivølli. Í FCK er lagið batnað síðstu dagarnar [...] framum við fantastiska flottum máli, men AGF svaraði aftur og vann 2-1. Harvið er AGF nú á triðja plássinum, meðan FCM er á fjórða plássinum. OB hevði sunnudagin møguleikan at endurvinna fremsta plássið. Eftir [...] . Men tað gekk heilt øðrvísi. AaB var ikki komið til Odense fyri at grava seg niður í vónini um, at tað skuldi eydnast at fáa eitt stig. Frá fyrsta bríksli fóru aalborgensarnir langt fram á vøllin, og
hugsandi byrjanina upp á dystin, tá Paul Clapson eftir bara tveimum minuttum lyfti bóltin upp um Geza Turi, eftir at Kristian á Lakjuni fangaði eina sending tvørtur um vøllin, setti fer á niðan eftir og spældi [...] brotsteigin, og síðani setti Pól Jóhannus Justinussen høvdið á hann. Meinhard Joensen veittraði bóltin á stongina, men vespan hjá skurunum var skjót á returinum og prikaði hann í netið. Tíggju minuttir vóru [...] av GÍ á vøllinum, men eisini á stigatalvuni. Ein kærkomin sigur til GÍ, sum við hesum hálaði seg leysan av niðurflytingarstrikuni. Hjá klaksvíkingum sær straks verri út. Teir liggja nú har GÍ lá á einum
dælt av vindinum á frægasta hátt. Tað dugdu liðini eins gott, og tí var eingin vinnari. GÍ átti fyrra hálvleik, tí at tá høvdu teir vindin við sær. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á hálvuni hjá heimaliðnum [...] og Pacek fekk fótin á bóltin, sum tó rakti stongina og fór útaftur í spælið. Annars var dysturin rættiliga javnur, um vit telja málmøguleikarnar til liðini bæði, og tí var tað á góðari leið, at tey fingu [...] Tað eru fýra pláss ímillum EB/Streym og GÍ á stigatalvuni, men bert trý stig skilja liðini. Miðjan í føroysku 1. deild er rættiliga tøtt, og bert ein sigur skal til fyri at leypa nøkur pláss uppeftir
Leygardagurin á Trongisvágsfirði fer í søguna sum ein av róðrardøgunum, tá ið tað gekk longst tíð at avgreiða kappróðurin. Fyrsti barnaróðurin var klokkan 14.15, og tá ið 10-mannaførini komu á mál, var klokkan [...] so einfaldur. Sum skilst á rógvarum og øðrum, sum vóru á Trongisvágsfirði leygardagin, so var ein av trupulleikunum, at bátarnir, sum skuldi eitast at halda fasta startinum, á ongan hátt høvdu ta motormegi [...] verður. Bæði í Hósvík og á Tvøroyri hava tað frammanundan verið góðar vónir um, at hjá teimum fór tað at ganga skjótt at avgreiða róðrarnar, og í hvørgum staðnum hevur tað ikki eydnast. Á Tvøroyri hildu tey
royndi B71 at trýsta fyri at koma upp á javnt, men tað gekk striltið hjá teimum at koma til teir stóru málmøguleikarnar. Alt ov ofta dúvaði álopsspælið hjá sandoyingum upp á einmansavrik, og verjan hjá B68 tóktist [...] B68-húsinum á Svangaskarði. Hetta gjørdist greitt, tá ið toftamenn smurdu B71 av í finaluni um FSF-steypið hóskvøldið. At leikandi venjarin hjá B68, landsliðsleikarin Julian Johnsson, ikki var við á liðnum [...] drúgva skurðviðgerð í Danmark allan hósdagin, sást ikki aftur á vøllinum, tí B68 var greitt við yvirlutan eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin. B71 hevði sínar møguleikar Tað var annars B71, sum
Neyvan nakrantíð áður hava so nógv stórt tónleikatiltøk verið á skránni í Føroyum somu dagar, sum í døgunum 24. og 25. juni. Jóansøkan verður hildin á Tvøroyri fyri 80. ferð, men jubileums-stevnan fær av álvara [...] svara aftur við enn einum nýggjum tónleikafestivali, sum skal haldast á jóansøku. Harvið koma tveir nýggir festivalar at kappast um fólk á jóansøku. Óvanliga nógv annað Men tað eru ikki bara sandoyingar og [...] hava konsert á jóansøku. Hetta er tað, sum er komið fram higartil um stór tiltøk, sum skulu verða vikuskiftið 24. og 25. juni, men um áhugin ikki er til tónleik, so ber millum annað til at fara á stóru fó
Frammistovu, á Millaðnum, í Lánni, Eysturi á Gili og hjá Póli á Millaðnum stóðu øll uppi tá. Her vaks Fía upp, sleit sínar barnaskógvar og gekk øll árini í skúla hjá Poul Enok Hansen niðri á Bakka. Og brátt [...] var bert at fara inn á gólvið hjá Fíu, so hitti tú bæði yngri og eldri bæði av Viðareiði og úr Hvannasundi. Og tað sama er fyri eystan Múlan, tú kemur framvið, steðgar á, støkkur inn á gólvið og sær hana [...] keypa tey húsini hjá Jákup hjá Trónda Niðri á Bakka, sum tá hevði bygt í gerðinum eysturi í Eiðsvík nærindis Kyrjarheyggi. Hanus sigldi øll árini, tey vóru á Viðareiði og var bert heima um vetrarnar, tey
hesa ferð gekk tað ikki. Brøndby legði seg á odda beinanvegin, og hóast AGF javnaði í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað Brøndby í 2. hálvleiki at skora sigursmálið. Munurin millum Brøndby og AaB á næstfremsta [...] ferð á rað lótu teir í AaB fýra mál fara ígjøgnum, og fyri aðru ferð á rað var talan um eitt mótstøðulið úr Jyllandi, sum er í tunga endanum í superliguni. Hesa ferð var AaB í Vejle. Heimaliðið kom á odda [...] Einasti føroyingurin, sum var á vøllinum í fjúrtanda umfarinum í superliguni, var Chrisitan Høgni Jacobsen. Tá tað mánakvøldið restaðu 22 minuttir av uppgerðini á regntunga heimavøllinum í Esbjerg, gjørdi
ina var, at hon er verulig. Her vísti hon á, at tað verður roknað við inntøkum upp á 110 milliónir komandi ár, og tað verður roknað við einum yvirskoti upp á 4,7 milliónir. Hetta fegnaðist formaðurin í [...] annað inn á, at henda fíggjarætlanin er søgulig, tí tað er fyrstu ferð at roknað verður við inntøkum omanfyri tær 100 milliónirnar. Hann segði, at tað var ein øking farin fram í rakstrinum upp á 5,7 milliónir [...] Klaksvíkar Kommunu, og vóru á einum máli um, at tað var ábyrgdarfult og positivt at raðfesta afturrindan av skuld høgt. Men eisini var greitt, at tað eru mong mál, sum liggja á láni. Til dømis báðir fól