Stásiliga FSF-steypið, sum liðini uttan fyri Formuladeildina kappast um, skal næsta árið standa í steypaskápinum í B68-húsinum á Svangaskarði. Hetta gjørdist greitt, tá ið toftamenn smurdu B71 av í finaluni um FSF-steypið hóskvøldið.
At leikandi venjarin hjá B68, landsliðsleikarin Julian Johnsson, ikki var við á liðnum hjá toftamonnum, tí at hann fekk drúgva skurðviðgerð í Danmark allan hósdagin, sást ikki aftur á vøllinum, tí B68 var greitt við yvirlutan eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin.
B71 hevði sínar møguleikar
Tað var annars B71, sum byrjaði dystin best, og sandoyingar høvdu fleiri gyltar møguleikar at leggja seg á odda. Serliga var tað vandamikli brasiliumaðurin Clayton Soares, ið lá framvið, men hann hevði tíverri fyri B71 alt ov ofta hug til at velja truplaru loysnina, tá ið málmøguleikar stungu seg upp.
Og sum so ofta, tá ið eitt lið ikki tekur av sínum møguleikum, verður tað revsað í hinum endanum. B68 fótaði sær so líðandi, og tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, tóku toftamenn leiðsluna.
Eitt innlegg úr høgra borði endar í handaru síðu av brotsteiginum hjá B71, og har stendur veteranurin Øssur Hansen. Hann leggur bóltin til sítt víðagitna vinstrabein og meddar til. Bólturin rakar í ein verjuleikara hjá B71 og snýtir unga Símun Rógva Hansen í málinum hjá sandoyingum, og so er 1-0 til B68.
Stutt fyri hálvleik var um reppið, at B71 javnaði, tá ið Clayton Soares gjørdist leysur nakað úti í vinstru síðu av brotsteiginum hjá B68. Brasiliumaðurin skýtur hart og flatt eftir jørð, men Albert í B68-málinum var knappur og kemur væl niður og heldur skotinum.
Ístaðin er tað enn einaferð B68, sum revsar mistøkini hjá B71, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki. Ein langur bóltur verður sendur inn um verjuna hjá B71, og Jóan Petur Poulsen gerst leysur. Jóan Petur sær, at Símun Rógvi Hansen er komin dekan ov langt út, og hann lyftir bóltin upp um unga málverjan og í netið til 2-0.
John dugir enn
Í seinna hálvleiki royndi B71 at trýsta fyri at koma upp á javnt, men tað gekk striltið hjá teimum at koma til teir stóru málmøguleikarnar. Alt ov ofta dúvaði álopsspælið hjá sandoyingum upp á einmansavrik, og verjan hjá B68 tóktist at hava tamarhald á støðuni allatíðina.
Dysturin fekk í veruleikanum sína avgerð, tá ið smáir tíggju minuttur vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá var Jóan Petur Poulsen aftur upp á spæl í brotsteiginum hjá B71. Hóast hann var staddur heilt afturi við baklinjuna í høgru síðu, so eydnaðist tað honum onkursvegna at senda bóltin flatt eftir jørð og í netið til 3-0, og nú gjørdist mótbrekkan hjá B71 ov tung.
Sandoyingar royndu tó at satsa eitt sindur, og millum annað bleiv liðskiparin, Bergleif Sólsker, fluttur av sínum vanliga plássi í miðverjuni longur fram á vøllin, men av tí sama gjørdist tað heldur tunnligt í verjupartinum hjá sandoyingum.
Hetta gjørdi John Petersen sær dælt av, tá ið hann í 65. minutti gjørdist leysur framman fyri B71-málinum. Símun Rógvi kom út ímóti, men gamla landsliðskempan lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan hjá sandoyingum og í netið.
Tað eydnaðist tó B71 at koma á máltalvuna, tá ið Clayton Soares 20 minuttir fyri leiklok fekk skorað úr spískum, men sigurin hjá toftamonnum var ongantíð í vanda. At so var, bleiv eisini staðfest fimm minuttir fyri tíð, tá ið innskifti Øssur Jacobsen skoraði til 5-1 og slóg sigurin fastan.
Eftir loknan dyst handaði Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá FSF toftamonnum steyp, og bæði liðini fingu medaljur.