Rooney skrivaði seg í søgubøkurnar

Onglendingar fingu uppreisn eftir ósigurin móti fraklendingum, tá ið teir hósdagin vunnu 3-0 á Sveits. 18 ára gamli Everton-framherjin, Wayne Rooney, skeyt tvey av málunum hjá Onglandi og skrivaði sær harvið í søgubøkurnar sum tann yngsti málskjúttin nakrantíð í einum EM-endaspæli

Kravið til ensku landsliðsleikararnar undan dystinum móti Sveits var einfalt - ein sigur ella kunnu tit byrja at pakka ferðataskurnar til heimferðina. Enska landsliðið tapti sum kunnugt 1-2 fyri Fraklandi sunnukvøldið, hóast teir vóru á odda 1-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hesin ósigurin var ógvuliga beiskur fyri onglendingar, og tí vóru teir ógvuliga grammir eftir at reisast móti sveitsarum.

Sveits legði trýst á
Tað var Sveits, sum byrjaði dystin betur, og fyrstu løtuna av dystinum vóru onglendingar hart trýstir, og við eitt sindur av hepni kundi Sveits eisini lagt seg á odda. Ístaðin vóru tað onglendingar, ið tóku leiðsluna í dystinum, tá ið ein lítil hálvur tími var leiktur. Enski liðskiparin David Beckham sendi ein bólt inn í málteigin hjá Sveits, har Michael Owen var staddur, og hóast Liverpool-framherjin var í skotstøðu, valdi hann at lyfta bóltin heilt í málteigin, har Wayne Rooney skallaði bóltin í kassan.
Í seinna hálvleiki fekk Ongland størri og størri yvirvág í dystinum. Tað hjálpti heldur ikki upp á støðuna hjá Sveits, at teir fingu Bernt Haas riknan av vølli fyri tvey gul kort, tá ið ein tími var leiktur av dystinum. Tað gekk tó eitt sindur striltið hjá onglendingum at koma til veruligar málmøguleikar, men tá ið eitt korter var eftir at leika, bragdaði aftur hjá unga Wayne Rooney. Staddur nakað úti í vinstra borði av sveitsiska málteiginum, langaði hann til, og bólturin brast í stólpan og síðani í nakkan á málverjanum hjá Sveits og í mál til 2-0. Stutt fyri leiklok staðfesti Steven Gerard sigurin hjá Onglandi, tá ið hann fekk eina tvøravlevering frá Gary Neville.

Hepnir fraklendingar
Seinni dysturin hóskvøldið var millum verandi europameistararnar, Frakland, og Kroatia. Franski venjarin, Jacques Santini, hevði valt at broytt liðið hjá sær á trimum plássum, men tað tóktist ikki at styrkja liðið nakað. Franska álopsspælið var ikki so flótandi, sum tað ofta er sæð áður, og kroatarnir tóktust munandi betur fyri, enn teir vóru í dystinum móti Sveits sunnudagin.
Fyrsta málið í dystinum kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Frakland fekk fríspark í nakað uttan fyri brotsteigin hjá Kroatia í vinstru síðu. Zinedine Zidane sendi frísparkið inn í brotsteigin, og har kom bólturin í beinið á kroatiska verjuleikaranum Igor Tudor úr Juventus og í mál, og so var 1-0 til Frakland. Hendan støða helt sær eisini til hálvleiks.
Eftir hálvleikssteðgin byrjaðu kroatarnir sum eitt ódnarveður. Bert tríggir minuttir vóru leiktir, tá ið Manchester United-verjuleikarin hjá Fraklandi, Mikael Silvestre, var annan dystin á rað dømdur fyri at hava gjørt brotsspark, og tað setti Rapaic í netið, og so var 1-1. Fýra minuttir seinni var aftur galið í brotsteiginum hjá Fraklandi, og tá ið liðskiparin, Marcel Desailly, ikki fekk ruddað burtur, var altíð vandamikli Dado Prso kvikur og langaði bóltin í mál, og so hevði Kroatia vent dystin upp á sjey minuttir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Frakland tó javnað til 2-2, og tað skuldi ikki sørt av hepni til. Igor Tudor skuldi leggja bóltin aftur til málverjan hjá sær, Butina, men avleveringin var ikki nóg neyv, og tá ið Butina skuldi sparka burtur, var David Trezeguet á honum, og bólturin kom í franskmannin og rullaði fram við málverjanum, og so kundi Trezeguet bert geva bóltin eitt lítið skump, áðrenn hann fór í mál til 2-2. Kroatar vóru í øðini um hetta málið, tí teir meintu, at bólturin kom í hondina á Trezeguet, men danski dómarin, Kim Milton Nielsen lat ikki við seg koma. Bæði liðini høvdu møguleika at skora fleiri mál í dystinum, men tað eydnaðist teimum ikki, og so noyddust Frakland og Kroatia at taka til takkar við einum stigi í part.