Javnleikur í ódnarveðri

EB/Streymur og GÍ áttu hvør sín hálvleik í ódnarveðrinum á Mølini sunnudagin, og eitt stig í part var á góðari leið

Tað eru fýra pláss ímillum EB/Streym og GÍ á stigatalvuni, men bert trý stig skilja liðini. Miðjan í føroysku 1. deild er rættiliga tøtt, og bert ein sigur skal til fyri at leypa nøkur pláss uppeftir stigatalvuni.
GÍ hevur havt eina sera góða byrjan seinnu hálvu av landskappingini, men í síðstu viku kom stígur í, tá gøtumenn taptu fyri KÍ. EB/Streymur hevur hinvegin ligið gott í svinginum gjøgnum alla kappingina, tað vil siga, at teir ongantíð hava verið í niðurflytingarvanda, men enn vantar nakað, áðrenn talan kann gerast um evropeiskan fótbólt hjá EB/Streymi.

Vindurin stýrdi
Tað var at kalla vónleyst at spæla fótbólt á Mølini sunnudagin. Vindurin var nógvur, og regnið oysti niður. Av tí sama var ongantíð nakað serligt fótbóltsspæl at síggja í dystinum. Spurningurin var, hvør dugdi at gera sær dælt av vindinum á frægasta hátt. Tað dugdu liðini eins gott, og tí var eingin vinnari.
GÍ átti fyrra hálvleik, tí at tá høvdu teir vindin við sær. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á hálvuni hjá heimaliðnum. Málið hjá GÍ kom eftir ein góðan hálvan tíma. Hans Pauli Petersen royndi seg útifrá við skot, sum Gunnar á Steig bert hálvbjargaði. Bólturin datt útaftur har Krzysztof Popczynski togdi seg eftir bóltinum, men hann var ov stuttur. Ístaðin var Hanus Jacobsen komin við fram úr verjuni, og hann kundi seta bóltin í netið til 1-0 til gestirnar. Kanska Gunnar má taka hetta málið á sín kappa, tí at hann ikki helt skotinum ella beindi tað burtur av vandaleið.
GÍ hevði greiða yvirvág, men tað eydnaðist ikki í nóg stóran mun at gera sær dælt av hesi yvirvág. Tað eina málið vísti seg ikki at vera nóg mikið.

EB/Streymur tók yvir
Í seinna hálvleiki var tað hinvegin heimaliðið, ið hevði fyrimun av vindinum, og sum dysturin leið vaks hann eisini vindin munandi, so tað gjørdist torførari at fáa nakað nevnivert fótbóltsspæl at koyra.
Longu fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk EB/Streymur útjavnandi málið. Fróði Clementsen royndi seg við beinleiðis frísparki, sum kom í múrin. Bólturin datt fyri føturnar á Sorin Anghel, ið úr spískum antin skeyt uppá mál ella legði innfyri. Tað eru ymsar frágreiðingar um tað. Men bólturin fór um høvdið hjá Atla Gregersen í netið til endaliga úrslitið 1-1.
Restin av seinna hálvleiki gjørdist eitt langt álop á málið hjá GÍ. Men Hallur Hansen í málinum og hinir verjuleikararnir stóðu stinnir og lótu ikki EB/Streym fáa sigursmálið.
Andrzei Pacek hevði kanska bestu royndina at fáa vinnandi málið. Eitt hornaspark elvdi til trunkaspæl í brotsteiginum hjá GÍ, og Pacek fekk fótin á bóltin, sum tó rakti stongina og fór útaftur í spælið.
Annars var dysturin rættiliga javnur, um vit telja málmøguleikarnar til liðini bæði, og tí var tað á góðari leið, at tey fingu eitt stig hvør burturúr dystinum.
GÍ hevur framvegis eyguni eftir triðja plássinum hjá Skála. Tað eru fimm stig upp til skálamenn, og tólv stig eru eftir at spæla um. GÍ hevur eisini ein heimadyst ímóti júst Skála í triðseinasta umfarinum.
EB/Streymur kann kenna seg trygt undan niðurflyting, men hinvegin er ov stórt glopp upp til bronsumerkini, og tí kann tað vera torført at motivera leikararnar til teir seinastu dystirnar.

FAKTA UM DYSTIN
EB/Streymur - GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Hanus Jacobsen, 34
1-1: Sorin Anghel, 50
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl Høgnesen, Fróði Clementsen, Andrzei Pacek, Gert Hansen - Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen, Marni Djurhuus, Hallur Jacobsen (Esmar Eiðisgarð, 69) - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
GÍ: Hallur Hansen - Hans Pauli Petersen, Kaj Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Áslakkur Petersen, Símun Louis Jacobsen, Súni Olsen, Poul Henning Jacobsen - Adam Paluchek, Krzysztof Popczynszki