enn ein stórhending og ein veruligur sigur fyri fólkaræðið, at júst hon nú er vorðin forseti, vald á demokratiskum vali. Síðan Pinchet varð koyrdur frá fyri 10 árum síðani, hevur eina samgonga av kristiliga [...] Pinochet at valdinum, so hevur samstarvið virkað og vignast væl. Teir kristiligu fingu jú skjótt at sanna, at eingin politiskur flokkur varð toldur undir Pinochet heldur ikki teir kristiligu! Teir vendu sær [...] batnaði munandi, og Michelle Bachelet hevur nú sett norðurlendska vælferðarsamfelagið sum mál. Alt bendir á, at hetta fer at eydnast henni. Um allan heim fegnast demokratiskt sinnað fólk um valið í Chile. Hetta
umheimin. Annars kunnu vit ikki klára okkum í framtíðini. Ein trupulleiki í tí er, at man hevur ikki álit á, at tann politiska skipanin klárar at handla rationelt. Av teirri orsøk kann man av kommersiellum orsøkum [...] eydnast eftir so fáum árum at byggja upp eitt flogvinnuumhvørvi í Føroyum heilt frá ongum. Tí vit stóðu á berum áðrenn 88 til vit í dag eiga at felag, sum er altjóða kappingarført og sum hevur ment føroyska [...] gløggari og vissionerari leiðslu. Vit fáa nú eitt nýtt føroyskt flogfelag. Hesum bjóða vit vælkomnum og sanna, at tað bæði neyðugt og gott við kapping. Vit skulu vera góð við okkara tjóðarflogfelag, tí tað er
manningina á brúnni á Atlantic Navigator, teir á Brimli og seinni eisini Fagrabergi, tí lokala bjargingarbátinum Ziska og eisini MRCCstøðina á landi, forðaði fyri, at hetta útviklaði seg til eina sanna vanlukku [...] í sending síni kl. 7 kundi upplýsa, at Atlantic Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og ikki lá á havsins botni, um heilt illa vildi til. Tað ultimativa ræðslusenarioið! Óhugnaligir tankar og kenslur [...] vanlukku. Nú vita vit ikki í skrivandi løtu, hvussu er stætt við skipinum, um hol er komið á ella um skipið hevur fingið skaða annars. Hinvegin kunnu vit tó staðfesta, at tað ringasta hendi ikki. Og hetta
Hetta fingu vit ikki minst at sanna hóskvøldið, tá eitt slag av David og Goliath hólmgongu varð á skíggjanum. Føðiland fótbóltsins Ongland og nýggja stjørnan á fótbóltshimmalinum Portugal brustu saman [...] "Højt at flyve dybt at falde" er eftirmæli hansara í hesi stund. Fáa staðni kanst tú koma so høgt á tindarnar og so bráddliga fella so djúpt sum í fótbólti. Kappingin hevur so ikki bara fingið ein bráan [...] sum Beckham, Raul, Totti og Ballack. Vit fara tó framvegis at síggja einstaklinga fóltbóltskynstur á vølli, nú spælarar sum Ronaldo, Larsson, Thommasson og Nedved fara at leggja alt teir eiga í spælið
veruleika skilagott. At okkara frægasti spælari nakrantíð, Todi Jónsson veður við aftur á okkara landsliði, sum skipari á flaggskipi Føroya, tað ger bert alt uppaftur betri og ljósari. Hann skal vera so hjartaliga [...] tjóðskap, um fimleika og entá list. At síggja góðan fótbólt er at líkna við góða og livandi list. Hetta sanna mong av okkum. Spælarar sum áskoðarar. Hetta snýr seg eisini um meira enn bara tað at hyggja eftir [...] til HM byrjar, er eisini vert at geva gætur. Og tað er eisini við slíkt høvi, at vit eiga at steðga á og umhugsa okkara egnu støðu. At tað hevur eydnast okkum at vera við í kappingunum millum heimsins
serstakliga seta fokus á vinnutilfarið í mikudagsblaðnum. Sum so er hetta einki nýtt. Vit hava gjørt tað áður og hava heiti verið sum "Vit vitja virki", "Miðvíkan" og "Vinna". Vit sanna, at meira kann vera [...] koma út ávikavist seks ferðir um árið og aðruhvørja viku. Lat okkum fyrst ynskja bløðunum vælkomin á blaðmarknaðin. Tað er altíð hugaligt við nýggjum spírum tó at hetta herðir kappingina um bæði lesarar
vilja hava broyting ikki bert í innanhýsis politikkinum men eisini í vali av samgonguflokkum. Víst varð á, at somu partar av flokkinum, tó at teir ikki eru í meiriluta, vilja helst ikki samstarva við Fólkaflokkin [...] stuðlum í tingbólkinum. Vit kunnu tí bara ímynda okkum tær broytingar, sum høvdu komið í kjalarvørrinum á einum Johan Dahl sum formanni. Tá hevði hansara vongur verið styrktur og harvið eisini ynskini um at [...] avbjóðarin gjørdi ein stóran innsats og eisini gjørdi ein góðan figur í miðlunum undan valinum við at vísa á tað, sum mong eisini eru samd við honum í, nevniliga at verandi formaður hevur ikki tann neyðuga profilin
samband við ætlanina at byggja eina nýggja samskiftisskipan á Eiði og á Sornfelli, áðrenn eitt aðalorðaskifti um trygdarpolitikk hevur verið á Føroya Løgtingi. Løgtingið hevur gjørt fýra samtyktir, har [...] eitt greitt svar beinanvegin til hesa umsókn sum ein seriøsur samstarvspartur á altjóða leikpallinum. Vit mugu so bara sanna, at vissuliga drálaði undanfarna landsstýrið, tí fyrispurningurin kom fyri trimum [...] nú mátti landsstýrið svara, tí drálað varð so leingi. Tá undanfarna Landsstýri hevur sitið og bølt á tí í 3 ár, so er tað óheppið fyri Føroyar og ikki bara fyri undanfarnu samgongu. Tí er skiljandi, at
eina sanna "heksajakt". Nú fór hann eftir áheitan frá ultra høgravonginum her heima at húðfletta vinstrahall. Tað man tí uttan iva koma eitt sindur óvart á mangan føroying, at so lítið "kjøt" er á, nú tað [...] ka politiskt í dag. Hinvegin er ikki rætt at leggja lok á ein part av okkara søguligu fortíð, og tí eiga øll skjøl, sum til ber at fáa hendur á og sum siga nakað um okkara fortíð, at finnast og vera partur [...] einstaklingar, felagsskapir oo. í loyndum hava verið við til at viljað framt ein ávísan útvikling her á landi og í okkara relatiónum við umheimin, so eigur slíkt ikki at koyrast undir teppið, men at vera
jøda í kjalarvørrinum á teimum ræðuligu lynskingunum, gevur okkum gásarhold og fær fram sterkar kenslur og tankar í okkum. Og tað eigur hann. Tí nútíðin eigur at læra av hesi fortíð. Á sama hátt sum tey littu [...] ið høgravendi Bush persónliga hevur valt út. Strange Fruit eigur at minna okkum á, hvussu týðandi tað er at verja sanna demokratiið, har øll uttan mun til húðalit,trúgv, sosialt støði ella politiska áskoðan [...] annars áttu at verið borganin fyri júst tí øvugta.Vit eru vitni til rasismu, sum kemur til sjóndar á so ymsan hátt. T.d. tá man vil nokta einum framtíðar demokratiskum Turkalandi atgongd til EU, um somu