Oddagrein· Kapping og avbjóðing

Føroysk blaðútgáva hevur ongantíð verið tann gullrandaða forrætningin, hóast undantøk hava verið. Marknaðurin er avmarkaður bæði hvat lesarum og lýsarum viðvíkur, og tá íløgur og rakstur kortini krevja nógv, hevur tað verið ringt hjá mongum av bløðunum gjøgnum tíðirnar at fáa endarnar at røkka saman. Kortini verður roynt at fáa bløð út, onkur hvønn gerandisdag og onnur nakrar ferðir um vikuna, mánaðin ella árið.

Onkur av bløðunum hava yvirlivað, meðan onnur hava verið fyri blaðdeyðanum. Seinast so var, var tá vikublaðið Fregnir mátti stongja. Slíkt ger sjálvandi blaðmarknaðin minni og harvið eisini minni spennandi. Men hetta eru so treytirnar í eini fríari kapping. Hækkandi útreiðslur og harða kappingin um lýsingarnar, her ikki minst eisini við alment stuðlaðu loftmiðlarnar, ger tað trupulari hjá verandi bløðum at halda tørn og ger tað eisini uppaftur truplari hjá nýggjum blaðspírum at vaksa og fáa fast undir fótum.

Innan fyri stutta tíð eru komin tvey nýggj bløð,"Kvinna" og "Vinnuvitan". Bæði tvey venda sær til ávísar bólkar, um man kann siga tað so. Kvinnublaðið sjálvsagt fyrst og fremst til kvinnur, meðan Vinnuvitan leggur seg eftir fólki við áhuga fyri vinnulívinum . Enn er so bert eitt nummar útkomið av hesum bløðum, sum skulu koma út ávikavist seks ferðir um árið og aðruhvørja viku.

Lat okkum fyrst ynskja bløðunum vælkomin á blaðmarknaðin. Tað er altíð hugaligt við nýggjum spírum tó at hetta herðir kappingina um bæði lesarar og lýsarar. Ein kann so spyrja, um pláss er fyri øllum verandi bløðunum og teimum nýggju, hóast hesi ikki hava júst somu brúkarabólkar. Neyvan fer sølan av dagbløðunum, ið bera tíðindi hvønn dag, at minka nevnivert. Men tað kann ganga út yvir lýsingarnar. Og tá hugsað verður um, at dagbløðini longu eru við sviðiðsoð orsakað av, at tað verður loyvt loftmiðlunum, eitt nú Útvarpi Føroya at lýsa við handilslýsingum, hóast hesir miðlar fáa bæði kravt lurtara- og hyggjaragjald, umframt at tað almenna rindar teirra sendinet. Hetta er unfair kapping. Ja tað er kappingaravlagandi, at serliga Útvarp Føroya skal sleppa at fíggja sítt virksemi við handilslýsingum.

Henda sannroynd og nýggj bløð kunnu gera tað torførari hjá dagbløðunum at fáa endarnar at røkka saman, bløð, sum hvør uppá sín hátt brúka nógva orku og pengar uppá at royna at liva upp til tær puplic service skyldur, sum allir miðlar eiga at kenna ábyrgd av so ella so. Hvat innihaldinum viðvíkur, so hava vit øll brúk fyri kapping. Hetta fær okkum so eisini til at gera okkum størri ómak og taka kappingina upp við nýggju bløðini. Vinnutíðini hava altíð verið ein náttúrligur partur av hesum blaðnum, men einki stendur í stað, og til ber altíð at gera tingini betri. Kapping fær ein eisini til at taka í egnan barm. Og tað er m.a. hetta vit eru farnir í holt við, tá vit serstakliga seta fokus á vinnutilfarið í mikudagsblaðnum. Sum so er hetta einki nýtt. Vit hava gjørt tað áður og hava heiti verið sum "Vit vitja virki", "Miðvíkan" og "Vinna". Vit sanna, at meira kann vera gjørt við vinnutilfarið, bæði tað lættara og tað tyngra. Tískil koma Vinnusíðurnar at gerast ein nátúrligur partur av blaðnum í framtíðini, og tað skal vera vón okkara, at lesarar og lýsarar taka undir við hesum.

Sosialurin