Tí kann tað tykjast óheppið, at ein meiriluti í løgtingsins
uttanlandsnevnd tekur undir við undanfarna og sitandi løgmanni, og gevur samgonguni NATO loyvi at gera tøkniligar forkanningar í samband við ætlanina at byggja eina nýggja samskiftisskipan á Eiði og á Sornfelli, áðrenn eitt aðalorðaskifti um trygdarpolitikk hevur verið á Føroya Løgtingi.
Løgtingið hevur gjørt fýra samtyktir, har uttanveltaða støðan verður
staðfest. Løgtingið hevur sagt umheiminum, at Føroyar skulu haldast
uttan fyri ósemjur landanna millum, og at hervald ikki skal verða knýtt at støðunum, NATO lat byggja ímóti Løgtingsins vilja í fimti- og
sekstiárunum.
Hvørki Danmark ella NATO hava virt hesar samtyktir, og einki er gjørt
fyri at fremja fráboðaninar í verki. Tað merkir, at føroyingar í stillum
hava góðtikið støðuna, og tað er neyvan í andsøgn til vestansinnaðu
støðu føroyinga. Men hiðani og so geva loyvi til kanningar er eitt stórt lop.
Hevði tað ikki sømt seg betur, um Løgtingið hevði viðgjørt støðu Føroya, áðrenn nakað loyvi varð givið. Somuleiðis hevði tað havt týdning, um eitt samt Løgting kundi gjørt eina nýggja samtykt, sum myndaði støðuna í heiminum í dag. Víst er bara talan um forkanningar, men spurningurin er so, um sjálvt eitt forkanningarloyvi er í samsvar við hernaðarsamtyktirnar.
Løgmaður helt fyri í útvarpssamrøðu sunnudagin, at nú mátti landsstýrið svara, tí drálað varð so leingi. Tá undanfarna Landsstýri hevur sitið og bølt á tí í 3 ár, so er tað óheppið fyri Føroyar og ikki bara fyri undanfarnu samgongu. Tí er skiljandi, at løgmaður vil, at nakað skal henda í málinum. At loyva kanningar er sjálvandi ikki tað sama sum at loyva bygging. Men hevði tað tó ikki verið rætt at havt eitt orðaskifti um málið á tingi áðrenn? Nú er so bara at vóna, at Løgtingið brúkar tíðina frá nú av og til ein formell áheitan um loyvi til bygging kemur, til at hava orðaskifti um støðuna, so Føroyar kann geva eitt greitt svar beinanvegin til hesa umsókn sum ein seriøsur samstarvspartur á altjóða leikpallinum.
Vit mugu so bara sanna, at vissuliga drálaði undanfarna landsstýrið, tí fyrispurningurin kom fyri trimum árum síðani. Men hinvegin hevði NATO arbeitt við sonevndu SSSB-Far ætlanini í eini fimtan ár, áðrenn landsstýrið fekk ein fyrispurning. Tá alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at hetta er helst fyrstuferð, at danskir verjumyndugleikar, landsstýrið og Løgtingið - uttanlandsnevndin - spæla við opnum kortum. Tað er hóast alt eitt framstig, men eftir stendur, at fyri fyrstuferð fær ein verju- ella hernaðarsamgonga loyvi at at gera kanningar í Føroyum.
Sosialurin